Mær tykir tað tí vera neyðugt at upplýsa um mítt virksemi og at vísa teimum ósannindum aftur, sum hava verið borin fram. Hetta verður gjørt í stuttum brotum niðanfyri.
Spf Nancy
Felagið Nancy varð stovnað í 1986 við endamáli at reka fiskivinnu og hartil hoyrandi vinnu. Við stovnan átti eg 30% av partapeninginum, men havi seinni keypt meirilutan. Eg havi verið nevndarformaður øll árini. Í tíggju ár átti og rak Nancy útróðrarbát, so Nancy er ikki nakar ársungi innan føroyska fiskivinnu.
Tað var ikki av tilvild, men eftir drúgt arbeiði og fyrireikingar, at Nancy í 1997 fekk tilsøgn frá myndugleikum um loyvi at royndarveiða eftir tunfiski við japanskum skipum í føroyskum sjóøki (sí meira um hetta seinni).
Útvarpið bar tíðindi um, at Nancy hevur for-vunnið einar 7 mill. kr. í samband við tunfiska-royndirnar, seinni bleiv hetta tal rættað til einar 5 mill. kr. Hesi tøl hava einki við sannleikan at gera, tíverri. Einhvør, sum vil halda seg til sannleikan, kann fara á Partafelagsskrásetingina og síggja roknskapir hjá spf Nancy. Her sæst t.d., at Nancy í 1998 hevði eitt avlop upp á 181.437 kr eftir at 67.716 kr vóru goldnar í skatti. Megin-parturin av hesum avlopið stavar beinleiðis frá tunfiskaroyndum.
Fiskirannsóknarstovan
Í 1978 kom eg í fast starv á Fiskirannsóknar-stovuni og havi verið har síðani, burtursæð frá nøkrum árum, tá eg var í Danmark undir útbúgving. Ein partur av mínum arbeiði á Fiskirannsóknarstovuni hevur verið at skipa fyri ymiskum royndarfiskiskapi, eitt nú eftir búrfiski. Búrfiskaroyndirnar hava tíbetur eydnast væl, og føroyingar eru einsamallir í beinleiðis veiðu eftir hesum fiski í Norðuratlantshavi.
Men eg havi ongantíð arbeitt við tunfiski á Fiskirannsóknarstovuni, so sum Útvarpið vil vera við (sí næsta brot). Fiskirannsóknarstovan hevur verið eitt sindur uppi í royndunum eftir tunfiski, og okkurt tilfar er til taks, m.a. dagbøkur frá føroyskum skipum, sum royndu eftir tunfiski sunnanfyri, umframt onkur smávegis frágreiðing um tunfisk. Hetta tilfar, sum er frá seinnu helvt av 80?unum, havi eg sæð, og hetta er atkomuligt á Fiskirannsóknarstovuni fyri einhvønn, sum hevur áhuga fyri tí. So vítt eg veit, eru allar frágreiðingar frá royndarfiskiskapi, sum Fiski-rannsóknarstovan hevur skipað fyri, atkomuligar fyri føroyskar reiðarar/skiparar. Serligt tilfar (specialvitan) á Fiskirannsóknarstovuni hevur ikki á nakran hátt hjálpt mær í mínum arbeiði fyri at fáa tunfiskaveiðu í føroyskum sjógvi upp á føtur. Tilfar, sum eg havi haft atgongd til, og tað hevur ikki verið serliga nógv, hevur í hvussu er eisini verið tøkt hjá einum og hvørjum øðrum. Hinvegin havi eg savnað nógv tilfar sjálvur og eisini latið tilfar til starvsfólk á Fiskirannsóknar-stovuni, sum arbeiðir við tunfiski. Tá eg havi tikist við nakað serligt privat virksemi, havi eg kunnað stjóran og altíð arbeitt við opnum kortum (sí eisini umtaluna í Dimmalætting 30/10-97).
Eg haldi tí fast við, at eg ikki á nakran hátt havi misbrúkt mítt almenna starv til egnan fyrimun. Tvørturímóti hava tær royndirnar, sum eg havi fingið í mínum privata virksemi, gjørt meg betur føran fyri at røkja mítt almenna starv.
Asorurnar
Á middegi 18/2-2000 segði Jóhann Mortensen í Útvarpinum: ?Spurningurin at veiða tunfisk í føroyskum øki tók seg upp miðskeiðis í níti-árunum, tá Fiskirannsóknarstovan sendi Bjarta Thomsen á eina ráðstevnu á Asorunum um slík fiskasløg?. Hetta er beinleiðis ósatt og kann bert takast sum útspilling av mær. Fiskirannsóknar-stovan hevur ongantíð sent meg til nakra ráðstevnu viðvíkjandi tunfiski.
Í apríl 1993 var eg á Asorunum og hitti danska konsulin, sum eisini er skipsagentur, fyri at kanna um føroysk skip á búrfiskaveiðu kundu arbeiða út frá Asorunum. Eisini varð tosað við granskarar, fyri at kanna um teir høvdu áhuga at gera búrfiskaroyndir saman við føroyingum við Asorurnar. Her var ikki talan um nakra ráðstevnu. Í mars 1995 var eg aftur á Asorunum; hesaferð luttók eg á eini árligari fiskivinnustevnu, framvegis við tí fyri eyga at víðka búrfiska-royndirnar. Á hesi stevnu hittast at kalla øll innan fiskivinnuna á Asorunum og fyrilestrar verða hildnir um nógv evni innan fiskivinnu, eisini um tunfisk. Í mars 1996 varð eg bjóðaður til hesa somu fiskivinnustevnu at halda ein fyrilestur um búrfisk. Í oktober 1996 var eg inni á Asorunum við Magnus Heinason fyri at bunkra og landa búrfisk. Ferðir mínar til Asorurnar vóru gjørdar í samband við búrfisk, og í ongum føri havi eg tosað við nakran á Asorunum um tunfisk við Føroyar. Framferðin hjá Jóhann Mortensen má tí kallast lítið sømilig fyri ein journalist í almennum útvarpi.
Føroyskar tunfiskaroyndir
Føroyingar hava í hvussu er tey síðstu 15 árini roynt at sleppa upp í part í tunfiskaveiðu. Fleiri føroysk skip hava gjørt túrar suður gjøgnum Atlantshav fyri at royna hesa vinnu. Eisini bygdi Sylvan Jacobsen í Klaksvík skipið Julius á Bakka við tí fyri eyga at royna tunfiskaveiðu. Tey seinnu árini hevur tað verið Viberg Sørensen, sum hevur tosað mest um tunfisk, og eftir áheitan frá honum blivu fyrst í 90?unum settar av 100.000 kr á almennari játtan fyri at fáa hetta í gongd, men hetta kom ikki víðari.
Eg haldi ikki, eg lúgvi, tá eg sigi, at eg var tann fyrsti, sum bað myndugleikarnar um loyvi, saman við útlendingum, at royna eftir tunfiski í føroysk-um sjógvi. Tá hevði eg útlendsk skip tøk, sum vildu gera royndirnar uttan kostna (sjálvandi við at teir sluppu at eiga veiðuna) og harafturat ganga flestu av okkara treytum á møti, tí teir trúðu uppá, at tunfiskur var í føroyskum sjógvi.
Eg fekk onki svar frá myndugleikunum, men út móti sumri 1996 fekk Fiskasølan loyvi at royndarveiða eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Hetta kom tó ikki í gongd. Út á várið 1997 fekk Fiskasølan sítt royndarloyvi forlongt, men eg fekk noktandi svar. Út á summarið 1997 hevði eg fund við fiskasølustjóran og segði hann tá, at teir komu ikki at gera meira við tunfisk fyribils. Við mikið strev og stríð, og eftir at hava lagt sakina fyri fleiri fólk, har ímillum onkran politikara, játtaði landsstýrismaðurin at enda tann 2. september 1997 at eg (Nancy) kundi sleppa at royndarveiða við tveimum japanskum skipum. Skipini vóru longu á Havnini eina viku seinni eftir observatørum og fiskiskapurin gav sera gott úrslit beinanveg frá byrjan. Sostatt var tað eg, sum fyrstur kom við hugskotinum um at royndarveiða við japanskum skipum í føroyskum sjógvi, og eg taki mær æruna av at hava fingið gongd á hendan fiskiskap. Um onkur kallar hetta at tiltuska sær loyvi, havi eg misskilt týdningin av hesum orði. Eg havi barst fyri eini sak og havi fingið tað at bera til.
Føroysk tunfiskaskip
Tá eg fór at arbeiða við tunfiski, var tað ikki við tí fyri eyga sjálvur at tjena nógvar pengar, men at fáa gongd á eina føroyska tunfiskaveiðu. Líka frá byrjan havi eg haft nógv samskifti við tey reiðarí, sum vildu sleppa at royna seg í tunfiskaveiðuni við føroyskum skipum, og eg havi alla tíðina lagt doyin á at hjálpa teimum ígongd. Fyrsta árið japansku skipini royndu við Føroyar, skipaði eg soleiðis fyri, at táverandi skiparin/eigarin av línubátinum Skútunes, Trúgvi Kallsoy, saman við einum av sínum monnum, kom umborð fyri at síggja hvussu japanar arbeiddu. Drúgt samskifti fór fram, harímillum fleiri fundir - og fyrireiking-arnar hjá Skútunes vóru komnar rættuliga langt, men tíverri doyði Trúgvi alt ov ungur, og hesar ætlanir duttu niðurfyri. Eisini við menninar aftanfyri línuskipið Ågot havi eg haft nógv samskiftið, bæði viðvíkjandi reiðskapi, viðgerð av fiski og marknaði, m.a. á fundi við mínar útlendsku samstarvspartnarar. Ågot kom í gongd við tunfiskaveiðuni, men er fyribils hildin uppat orsakað av syndarligu vanlukkuni, sum kostaði lívið á unga skiparan Pól Eyðfinni Poulsen. Eisini skipaði eg fyri, at skiparin/eigarin av Leitisteini, Hans Andrias Joensen, kundi verða við einum japanskum skipi, áðrenn Leitisteinur fór á tunfiskaveiðu. Eisini fóru tveir av føroysku manningini, sum vóru umborð á japanskum skipi, sum spf Nancy samstarvaði við í 1998, umborð á Leitistein, tá hann byrjaði tunfiskiskap í 1999. Eisini á annan hátt havi eg roynt at stuðla og sett í gongd, m.a. við at samskipa vitjan hjá japanskum útgerðar- og fiskakeyparafeløgum í Føroyum, so hetta kom út til allar, sum høvdu áhuga í tunfiski.
Fiskimálastýrið
Sum nevnt omanfyri tók Fiskimálastýrið í fyrsta umfarið Fiskasøluna fram um Nancy, tá loyvi til royndarfiskiskap varð givið, hóast Nancy hevði arbeitt longri við hesi ætlan og var fyrr at søkja. Eisini, tá loyvini fyri 1998 vórðu endurnýggjað, fekk Fiskasølan fyrimun; teirra loyvi varð beinanveg endurnýggjað, eftir leisti, sum Nancy hevði snikkað til, meðan Nancy ikki fekk svar fyrr enn langt út á várið. Eisini tók Fiski-málastýrið annað loyvið frá Nancy og gav einum nýggjum felag eitt loyvi. Fiskimálastýrið gjørdi eisini mismun, við tað at loyvið hjá Nancy hevði treytir, sum ikki vóru lagdar á Fiskasøluna. Hetta kom sera illa við hjá Nancy, tí japansku samstarvsfelagarnir alla tíðina vístu á, at teir, sum høvdu byrja hendan fiskiskap, vórðu verri stillaðir enn sokallaðir ?newcomers?. Sostatt kann ikki sigast, at Fiskimálastýrið hevur ?forert? Nancy nakað, men hevur hinvegin givið Nancy verri umstøður at arbeiða undir enn aðrir.
Drúgt brævasamskiftið hevur verið millum Nancy og Fiskimálastýrið í samband við tun-fiskaroyndirnar. Í brævi 18/6-96 verður m.a. skrivað: ? Hetta kann gerast við at Føroya Landsstýri letur loyvi til spf Nancy (sum frammanundan rekur fiskibát), so sum vanligt er aðrastaðni, ella at loyvi verður givið beinleiðis til útlendsku skipini? og í brævi 27/8-97 verður skrivað: ?Vit taka tað sum givið, at Landsstýrið skal góðkenna allar mannagongdir og allar sáttmálar?
Fiskimálastýrið valdi tó at enda at geva tilsøgn um royndarloyvi beinleiðis til Nancy og hevði ikki áhuga í, hvat var millum Nancy og japanarar.
Sostatt hevur Nancy ongantíð krógvað nakað, men hevur alla tíðina arbeitt við opnum kortum við eittans endamáli - at fáa eina føroyska vinnu eftir tunfiski í gongd.
Fiskimálastýrið eigur rós fyri, at teir sóu tað rætta í at byrja tunfiskaroyndirnar.
Alment ? privat
Nógv dømi kunnu nevnast, har alment sett hava virksemi við síðuna av og harvið fáa eyka inntøku. Í nógvum førum brúka tey sín serliga kunnleika og royndir til frama fyri eitthvørt privat virksemi. Og sjálvandi er tað í lagi at hava fastar mannagongdir og fyriskipanir hesum viðvíkjandi. Tað er tó trupult at verja seg fyri øllum, sum kann henda hesum viðvíkjandi. Tí hóast ein starvsmaður ikki luttekur í nøkrum felag, ella hevur annað privat virksemi, so kann hann gera fólki órætt, við serligari hjálp ella upplýsingum til onkrar fram um aðrar. Tað verður tí altíð í síðsta enda rættskafni og samvitskan hjá hvørjum einstøkum, sum avgerð hvat ein kann loyva sær.
Eg eri í fleiri førum biðin um at seta pening í skip. Fleiri ferðir havi eg borið meg undan, ikki tí at eg ikki trúði uppá hesar verkætlanir, men tí at hetta kundi ávirka mítt almenna starv. Men í teimum førum, har eg havi mett, at hesin vandin ikki er til staðar, havi eg ikki hildið meg aftur.
Politisk forfylging?
Tað er sera ?óbehagiligt? at verða spiltur út á tingsins røðarapalli og síðan verða úthongdur í føroysku fjølmiðlunum. Álopið frá tjóðveldis-tingmanninum Torbjørn Jacobsen kemur tó ikki heilt óvantað. Hann hevur brúk fyri at ?gartera? viðhvørt, so veljarin ikki gloymir hann, tí í dagliga arbeiðnum er hann ósjónligur.
Eg skrivaði herfyri lesarabrøv ímóti fullveldi og tað er tí nærliggjandi at hugsa, at hetta eisini er ein roynd hjá Torbirni at berja alla mótstøðu niður í hesum sambandi.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum helt, at framferðin hjá Torbirni minti um okkurt við eini sjúku. Hesi kenslu sat eg eisini við og hugsaði, at hatta er muran í monnum sum Torbjørn - teir fáa febur og gerast illa sjúkir, tá teir síggja at onkur fær okkurt at bera til og tjenar pening.
Eftirmæli
Ta viðferð, eg havi fingið í síðstu viku, havi eg tó ikki tikið so tungt, tí eg veit, at eg havi eina góða sak. Eg havi ongum gjørt órætt, men við nærlagni fingið glið á virksemi, sum vónandi kemur øllum føroya fólki til góða. Um hetta arbeiði ikki varð gjørt, hevði ?ogn føroya fólks? helst svomið inn og út av Føroyagrunninum, uttan at nakar gáðaði um tað. Nógvur peningur er brúktur, eisini úr almennum grunnum, í royndini at fáa gongd á tunfiskaveiðu. Nú er gongd komin á. Eg havi onki fingið úr almennum køssum til hetta arbeiðið, men harafturímóti goldið nógv inn. Tað eru stórar upphæddir, sum japanar hava lagt eftir seg í gjaldi fyri observatørar, føroyska manning, provianti, olju og tílíkum.
So heldur enn at verða útspiltur haldi eg meg hava tøkk uppiborna. Eg rokni ikki við at fáa nakra umbering fyri grova útspilling, hvørki frá Torbirni Jacobsen í løgtinginum ella Jóhann Mortensen í Útvarpinum, men ein uggi er tað, at nógvir reiðarar og fiskimenn heilsa mær við orðunum ? drív á.
Bjarti Thomsen, Argir










