Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri almennum fyrilestri á Fiskirannsóknarstovuni mikukvøldið 1. mars 2000 kl. 20.00.
Kári á Rógvi, cand.jur. LL.M., heldur fyrilestur, ið hann kallar Parlamentarisma og valdstríbýti. Hetta er sjeyndi og seinasti fyrilestur í røðini við evnum m.a. úr Hvítubók.
Kári á Rógvi er útbúgvin juristur á universitetinum í Keypmannahavn. Harafturat hevur hann lokið prógv sum Master of Laws við universitetið í Aberdeen. Undir lesnaðinum í Danmark arbeiddi hann í fólkatinginum og á eini advokatskrivstovu. Kári starvast nú sum skrivari hjá grundlógarnevndini.
Fyrilesturin snýr seg um tvær ógvuliga týðandi lærur í galdandi stýrisskipanarlóg, parlamentarismuna og valdstríbýtið. Hesar hava havt stóra ávirkan á stjórnarskipanir víða um. Báðar lærur hava tó ein heilt serligan uppruna, søguliga og ideologiskt. Fyrilesturin er ein roynd at greina tær søguligu fortreytirnar og síðani spyrja: Er grundarlag enn fyri at varðveita hesar gomlu meginreglur í verandi líki?
Parlamentarisman er ein avleiðing av stríðnum millum fólkavalda tingið og kong um fyrisitingarvaldið. Sigurin hjá parlamentunum hevur merkt, at stjórnirnar í norðanlondum og aðrastaðni nú eru óbeinleiðis fólkavaldar. Men hetta hevur eisini ført við sær, at tað eru politisku samgongurnar, ið stýra bæði tingi og stjórn. Tann formligi rætturin hjá tinginum at samtykkja misálit, stýra fíggjarjáttanini, góðkenna millumlandasáttmálar, smíða lóggávu eins og aðrar parlamentariskar heimildir eru tí ikki veruligar heimildir í dag.
Valdsbýtislæran hevur sín uppruna í hugsanum hjá enskum hugspekingum seinast í 17. øld, serliga John Locke. Her hjá okkum hevur vanlig fatan verið, at valdið eigur at vera tríbýtt. Hetta byggir partvís á serligu tilgongina, tá danska grundlógin varð skrivað. Hugt verður at, um tíðin ikki er komin at kjølfesta eitt nýtt valdsbýti, grundað á tankarnar hjá Locke og øðrum, men tillagað veruleikanum á okkara døgum.
Samanumtikið eru parlamentarisma og valdstríbýti tey mest týðandi prinsippini í verandi stýrisskipan. Men spurningurin kann setast, um vit blint hava elt eftir, har fyri var slóðað. Í hesum tíðum, tá allir flokkar eru samdir, at broytingar skulu gerast í valdsbýtinum millum land og ríki, mugu vit duga sjálvi okkum slóðir at bróta.