Skipar Mentanargrunnin við lóg

Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir

Ólavur í Beiti


Signar á Brúnni, mentamálaráðharri, hevur vegna landsstýrið lagt fram uppskot um Mentanargrunn Løgtingsins, sum kemur at hava sama stovnsfæ sum stovnsfæið hjá Mentunargrunni Føroya Løgtings sum varð stovnsettur 6. mai 1946 á føðingardegi Jóannesar Paturssonar.

Í viðmerkingunum til uppskotið um grunnin, sigur Signar á Brúnni, at í sambandi við at arbeitt verður í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum við eini mentanarpolitiskari ætlan fyri skapandi og útinnandi list, ætlar landsstýrismaðurin í mentamálum at skipa Mentanargrunnin við lóg.

? Endamálið við ætlanini er, at tað skal bera til at gera eina virkisætlan fyri skeiðið 2000-2005, har ásett verður, hvørji øki eiga at verða raðfest í tíðarskeiðnum. Ætlanin er at leggja dent á skapandi og útinnandi list, at økja um møguleikarnar, sum longu nú eru, og at játta starvslønir. Tað hevur víst seg, at skipanin við starvslønum hevur havt stóran týdning fyri eitt nú yrkjarar og rithøvundar. Við øktu møguleikunum verður nú bøtt munandi um hesar møguleikar, og verður við hesum gingið einum sterkum ynski frá listafólkum á møti.


Forløg fáa eisini

? Sambært lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin í mentamálum heimild at áseta nærri reglur fyri grunnin. Ætlanin er, at meira av játtanini skal fara til skapandi og útinnandi listafólk. Men tað er tó ikki ætlanin at sleppa siðvenjuni at játta pening til forløg, tó so, at dentur verður lagdur á at játta til útgávu av eitt nú dygdargóðum handritum, sum, nevndin metir, eiga at verða givin út, men sum kanska ikki koma at bera seg fíggjarliga. Mentanargrunnurin skal framvegis lata stuðul til ymiskar verkætlanir, framførslur og framsýningar.

? Meginreglan fyri umsitingini av Mentanargrunni Løgtingsins og játtanum úr grunninum verður frameftir tann sama, sum hevur verið galdandi, síðan grunnurin varð stovnaður, nevniliga, at hóast nevndin verður vald av politiskum myndugleika, so hevur nevndin allan myndugleikan at játta pening eftir umsókn og sambært tí reglugerð, ið landsstýrismaðurin ger við støði í lógini.

? Henda skipan, at politiski myndugleikin als ikki leggur seg út í málsviðgerðina av umsóknum og avgerðir um játtan, er ein vanlig galdandi meginregla í Norðurlondum, tá talan er um stuðul til mentanarlívið. Ætlanin er at fylgja hesi meginreglu við tí kunngerð, ið kemur í sambandi við lógina, sigur Signar á brúnni m.a. í viðmerkingunum til uppskoti um nýggja grunnin.