? Ríkisfelagsskapurin er markið, sum vit ikki fara yvirum.
Hendan boðskapin endurtók Jóannes Eidesgaard, fyri teimum, sum vóru møtt á fundi í Tvøroyar Sosialdemokratiska Felag í TB Húsinum mánakvøldið.
Á fundinum skuldi formaður javnaðarfloksins greiða frá politisku støðuni, og ikki óvæntað var tað gongdin í fullveldismálinum, sum fekk mestu umrøðuna.
Á fundinum gjørdi Jóannes Eidesgaard heilt greitt, at tað kann henda, at javnaðarflokkurin fer at taka seg burturúr viðgerðini í fullveldismálinum.
Hann staðfesti sostatt, at heldur samgongan fast við, at endamálið við samráðingunum við danir skal vera, at Føroyar skulu úr ríkisfelagsskapinum, so er javnaðarflokkurin ikki við meiri og fer at taka seg burturúr viðgerðini.
? Hinvegin hava vit gjørt líka greitt, at er málið við samráðingunum at finna eina skipan, sum varðveitir ríkisfelagsskapin, so eru vit framvegis við, segði Jóannes Eidesgaard.
Halda fast
Men tað skiltist á formanninum, at hann hevði ikki góðar vónir um at tað fer at eydnast hjá javnaðarflokkinum og samgonguni at semjast um grundarlagið fyri samráðingum við danir um ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum.
Tí hann segði, at eftir uppritinum, sum samráðingarnar við danir skulu byggja á, er endamálið framvegis tað, sum stendur í samgonguskjalinum, umframt tað, sum stendur í Hvítu Bók og tað, sum stendur í løgtingssamtyktini, sum varð gjørd í oktober í 1998, nevniliga, at Føroyar skulu burturúr ríkisfelagsskapinum.
Annars er uppritið í trúnaði, so hann vildi ikki útgreina, hvat tað annars bygdi á.
Og hann helt eisini, at fer javnaðarflokkurin burturúr viðgerðini, er seinasti møguleikin farin fyri at finna eina breiða semju, fyri teimum ríkisrættarligu broytingunum, bæði í tinginum og í fólkinum sum heild, tí sambandsflokkurin hevur langt síðani boðað frá, at hann er ikki við.
Men hann legði kortini dent á, at enn var javnaðarflokkurin uppi í viðgerðini og hann roknaði við, at hann kom at verða við heilt fram at málstrikuni.
Tí hann vísti á, at bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í fullveldismálum, gjørdi seg til talsmann fyri eini breiðari semju, í hvussu so er úteftir.
Men Jóannes Eidesgaard mátti ásanna, at hann síðani er farin at ivast í, hvussu altráð samgongan er eftir eini breiðari semju.
? Eg má siga, at eg havi varhugan av, at kaffifundirnir, vit høvdu við landsstýrið, vóru bara uppá kvamsvís og at landsstýrið ongantíð ætlaði at nakað skuldi spyrjast burturúr.
? Í øllum førum hevur samgongan ikki flutt seg ein tumma, segði hann, hóast vit fleiri ferðir hava ført mál fram, har vit halda okkum hava betri at halda um, enn, hvat samngongan hevur
Krevja uppskotið
Formaður javnaðarfloksins vísir eisini á, at í fyrispurninginum til donsku stjórnina um samráðingar, skrivar landsstýrið, at á fyrsta fundinum, sum verður longu í næsta mánaði, er ætlanin at leggja eitt uppskot til ein sáttmála ímillum Føroyar og Danmark fyri donsku samráðingarnevndina.
? Í uttanlandsnevndini hava vit hava spurt, hvat tað
er fyri sáttmálauppskot, sum landsstýrið longu hevur klárt. Og við hjálp frá miðflokkinum varð meiriluti fyri at krevja løgmann á fund við uttanlandsnevndina at greiða frá hesum sáttmálauppskotinum.
?Fáa vit ikki innlit í hetta sáttmáluppskotið, vænti eg at viðgerðin fer at taka eina vend, sigur Jóannes Eidesgaard.
Annars metti hann, at tað verður neyðugt, at uttanlandsnevndin heilt skjótt kemur til eina politiskari niðurstøðu í málinum
? Skulu samráðingar verða í komandi mánaði, er ikki nógv at geva av, tí tá ið politiska støðan er tikin í uttanlandsnevndini, skal álit skrivast til landsstýrið og viðgerðast har og tað skal alt verða avgreitt áðrenn 13. mars.
Tó helt Jóannes Eidesgaard, at hetta fór ikki at verða ein trupult hjá javnaðarflokkin at koma til eina politiska niðurstøðu, tí heldur samgongan fast við, at Føroyar skulu úr ríkisfelagsskapin, eru vit heilt einfalt ikki við, endurtók hann.
Okkara meting
Á fundinum mánakvøldið var eisini víst á, at nú vóru nógv fólk farin at ivast í, hvat ríkisfelagsskapurin er í veruleikanum.
Og m.a. hevur Annita á Fríðriksmørk sett ríkisumboðnum fleiri spurningar um, hvat ríkisfelagsskapurin er.
Hildið var, at javnaðarflokkurin var í rættiliga stórum trupulleikum um hann ikki fyrrenn nú fer at lýsa, hvat ríkisfelagsskapurin er.
? Tí hevur tað rættiliga stóran týdning, at javnaðarflokkurin ger heilt greitt, hvat hann skilir við ríkisfelagsskapin.
? Vit mugu ikki koma í ta støðu, at vit lata onnur definera ríkisfelagsskapin fyri okkum.
? Tá ið so samráðingarnar við danir verða, má flokkurin so taka støðu til um hetta er uttanfyri ella innanfyri tað mark, sum hann sjálvur hevur sett.
Og útfrá tí verður so tann politiska støðan tikin útfrá tí.
Jóannes Eidesgaard vísti á, at ríkisfelagsskapurin er ikki eitt statsrættarligt hugtak, sum kundi definerast.
Men hann gjørdi eisini púra greitt, at tað bleiv javnaðarfloksins egna tulking av ríkisfelagsskapinum, sum bleiv avgerðandi, fyri, hvørja støðu, flokkurin tók.
? Tá ið endalig støða skal takast til ein nýggjan sáttmála við danir, fara vit at spyrja okkum sjálvi um hetta er ein loysn, sum er innanfyri ella uttanfyri okkara fatan av ríkisfelagsskapinum, og so taka vit støðu eftir tí.
Ein trupul leiklutur
Útfrá sínum eygleiðingum seinastu tíðina metti Jóannes Eidesgaard, at ikki minst fólkaflokkurin hevði fingið ein sera truplan leiklut.
?Fólkaflokkurin hevur sett sær eitt eitans mál.
? Og tað, er at sama, hvat úrslitið verður, so skal tað ikki vera hann, sum fær skyldina fyri tað, sum er hent.
Hann vil helst koma burturúr hesum uppá ein máta, sum fær fólk til at halda, at hann hevur gjørt tað hann kundi fyri at røkka málinum at skipa Føroyar sum fullveldið.
? Men vit vita, at ein stórur partur av tingmanning fólkafloksins tekur als ikki undir við fullveldismálinum og tað ger ein stórur partur av veljarum fólkafloksins enn minni, segði Jóannes Eidesgaard.