ikki eru til skips, byrjar ein vanligur dagur hjá teimum fýra í fyrsta lagi um tólv tíðina. Leiðin gongur framvið Restroffs Bryggjaríi við Landavegin, har teir keypa sær upp í ein beriposa av øli, og so verður [...] um hvat man kann kalla teir. - Hvat er ein bumsur? Kanska eru vit bumsar, eg veit ikki, tí eg veit ikki, hvat ein bumsur er, sigur ein. - Fínirbumsar, heldur ein annar fyri, men hetta vilja hinir ikki [...] tilhaldsstøðunum ein góðveðursdag, hava Restorffs øl í posanum. Men ikki allir tó. Nakrir heilt fáir, klaksvíkingar fyri tað mesta, kunnu finna uppá at fara heilt út í Havnardal ella niðan í Rúsuna eftir øli
Ferðsla Dagur teirra deyðu í ferðsluni fær okkum at hugsa, minnast og gráta. Hetta er eitt gott tiltak og ein góð áminning um at ansa eftir, tá ið vit ferðast eftir vegunum ? antin tað er í bili, á súkklu [...] altíð at síggjast og vera har. Dagurin teirra deyðu í ferðsluni fær okkum eisini at hugsa um lívið ? at lívið er ein virðismikil gáva, sum er fallin okkum í lut, men sum eisini kann takast frá okkum, um vit [...] súkklu ella til gongu. Mong eru deyð í ferðsluni gjøgnum árini, og mong eru spard - ja, onkur kennir seg at hava fingið lívið av nýggjum, tí vinirnir, sum vóru í bilinum, tá ið vanlukkan hendi, lótu lív
langt suðuri í havinum, sum kortini bara vísir seg at vera vestur úr Trøllhøvda fer eitt farmaskip vestur í hav. Ein hósdag. Dugi ikki at ímynda mær, hvør ruta tað kann vera. Men kanska er tað ein russi, sum [...] stingur seg inn í landið. Úti í Oyrum er bert ein heilt kløn strika at síggja, sum sigur tí, sum veit tað, at har er ikki opið. Tindhólmur stingur høvdið undan, og longst burtur liggur Mykines í táminum. Men [...] uppi. So eg sleppi mær niður av aftur og seti meg í læ. Taki termofløsku og matpakka úr ryggsekkinum, og seti meg at fáa mær ein heitan munn. Tað dunar í vestri, og skjót fer eitt blátt flogfar gjøgnum loftið
aftur, har kemur ein bilur afturat. Jú, rætt er. Har kemur ein bilur við nógvari ferð oman av stóra svinginum við tunnilsvegin. Ætlar sær ivaleyst at náa ferjuna hendan túrin, men er í seinna lagi sambært [...] sleppa í land. Fartelefonin á brúnni ringir, tá bilarnir eru byrjaðir at koyra í land. Einir fimm minuttir eru eftir, til siglast skal yvir aftur á Oyrargjógv. Tað skilst á skiparanum, at tann, sum í hinum [...] Ternuni. Tað er líka stórt øll onnur vikuskifti um summarið og fyri tann skuld mitt í viku eisini. Seinasti bilurin í bíðirøðini á Oyrargjógv er komin umborð, og teir rópa av dekkinum upp til skiparan,
hansara, Rogeri. Hetta var ein stórur dagur í lívinum hjá hermannasoninum ? at vitja aftur á slóðina hjá pápanum á Toftum og á Nesi. Í Sosialinum fyrr í vikuni greiddu vit frá vitjanini í heiminum á Toftum, og [...] Forkunnug vitjan Í Sosialinum fyrr í vikuni lósu vit um bretan og hermannasonin, David McDine, sum vitjaði í Føroyum síðsta vikuskiftið. David hevði ongantíð verið í Føroyum áður, men tað hevði pápin, [...] oman í gamla prestagarðin á Nesi, sum í dag er bygdasavn, ið fornminnisfelagið umsitir. Her hevði formaðurin í fornminnisfelagnum, Jógvan I. Olsen, eina gjølliga frágreiðing um krígstíðina, og í samband
aftastir. Í ár vilja fyrireikararnir koma hesum trupulleika til lívs, og tí skulu súkklarnir bara súkkla tí einu ferðina runt inni í býunum í ár. Byrja verður í Klaksvík Í morgin verður Prologurin í Klaksvík [...] fleiri ferðir runt inni í Runavíkini, men í ár verður hetta bara gjørt tí einu ferðina. Etapan í Eysturoynni er, við sínum 120 kimometrum tann longsta í kappingini. Byrjað verður í Gundadali kl 12.30, og [...] kappingini Statoil Kring Føroyar, hava í ár valt somu rutur sum í fjør. Nakrar broytingar eru tó framdar á sjálvum teinunum í kappingini, men súkklað verður á somu oyggjum sum í fjør. Broytingarnar eru gjørdar
tey fyrstu árini, tey eru í skúla. Men tað eru ikki bert børnini í fyrsta og øðrum flokki, sum merkja hendan trupulleikan. Næmingarnir í tíggjunda flokki ganga ikki í skúla í sama bygningi sum hini. Fyri [...] at hýsa tíggjunda flokkunum. Har eru tvær skúlastovur inni. Ein í miðhæddini og ein í kjallaranum. - Men Advokathúsið er eitt sethús og ikki ein skúlabygningur, so talan er bert um eina fyribilsloysn, sigur [...] gingu tíggjunda flokkarnir í Ósáskúlanum í skúla í Skótahúsinum hjá teimum gulu skótunum, Uppistovu. Men tá vóru næmingarnir longri burtur frá skúlanum, men nú teir eru í Advokathúsinum eru teir beint
Í skrivandi stund hava flokkarnir í landsstýrinum ikki megnað at loysa stjórnarkreppuna, men í gjár skuldi tjóðveldisflokkurin svara nøkrum spurningum frá Anfinni Kallsberg og fólkaflokkinum. Uttan at [...] málið fekk eina nýggja vend seinasta fríggjakvøld. Tá kundi Dagur og vika staðfesta, at samsvar er ikki millum tað, sum Anfinn Kallsberg fyrr í vikuni segði við útvarpið, og tað, sum fútin upplýsti um málið [...] hann sjálvur hevði sent fútanum málið um flytingar millum bátar og virkið í Norðdepli at kanna, áðrenn málið var fyrnað. Men Dagur og vika hevði fingið upplýst, at málið var fyrnað, tá Anfinn Kallsberg kom
Johansen í Rættará. Sambært grein í Sosialinum 1978 loysti Odmark Skarðhamar hann av í 1945 & sat hann sum umboðsmaður Føroya til í 1978, tá hann fór frá vegna aldur. Hann fylti sjeyti. Sum ein lítillátin [...] tá Sofus Poulsen í oman fyri nevndu grein sigur seg hava verið umboðsmann í 54 ár, tí til 1978 æt hesin Odmar Skarðhamar. Hann hevði ein hjálparmann. Loksins kann nevnast, at tá ein føroysk nevnd, sum [...] nøkur brot úr greinini. I. Miðvikudagin var móttøka í Tinganesi fyri Sofus Poulsen, umboðsmanni í Aberdeen seinastu 54 árini. II. Føroyska býarmyndin í Aberdeen, Sofus Poulsen, fer 1. juli úr starvinum,
verður um, at tey skulu øll vera saman gjøgnum ein seinnapart. Zakaris Klakstein er, sum sagt, ein av brúkarunum, sum er í dagumlætting. Í grein í blaðnum í gjár vísti mamma hansara á, at hóast heimið er [...] bert at vera ínni í Dáanum. Onkur hevur skemtandi tikið til, at Dáin er vorðin ein býarmynd í Klaksvík, tí óansæð veður ella vind, so er næstan ikki ein dagur, uttan at tey síggjast í býnum. - Okkum dámar [...] summarfrítíðini eru tey tó frá klokkan 10 fyrrapartar. Ein dagur í Dáanum er at samanlíkna við ein dag í einum vanligum barnagarði. Tey klippa, mála og tekna. Tey ganga túrar og annað tílíkt. Hetta aktiverar