????=MsoNormal style="MARGIN: 0cm 0cm 0pt">Teir eru rættiliga nógvir í tali, yvir tjúgu, sum hvønn dag, tá veðrið er til vildar, leita sær niðan í økið millum Biskupagarðin og fyrrverandi læknahølini hjá Jenis av Rana oman fyri Jóannesar Patursonar Gøtu í Havn, at drekka eina øl ella heldur fleiri. Eru teir ikki her, sita teir niðanfyri gamla bátasavnið í Nóatúni.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Teir hava hoyrt tosið fyrr, og í farnu viku vórðu teir aftur útróptir til eitt samfelagsproblem. Hesuferð var tað ein ráðharri, sum metti teir verða við til at forpesta umhvørvið kring landsins ølsølur.<o:p></o:p>
- Hví eru tit so fínir? Er fyrsti spurningur vit fáa, meðan vit eru til gongu á veg úr Biskupagarðinum yvir ímóti økinum har fýra mans sita við hvør sínari øl og rættiliga nógvum tómum rundan um seg. Teir vita opinbart væl at, vit ikki bara eru komnir fyri at geva teimum selskap, men teir eru ikki minni prátingarsamir av teirri orsøk. At ein myndamaður er við hava teir einki ímóti. <o:p></o:p>
- Her eru øll vælkomin, sigur ein av monnunum, tá vit hava greitt frá hvørjir vit eru.<o:p></o:p>
Hví sita tit her?<o:p></o:p>
- Tí her er deiligt at sita, tá veðrið er gott sum í dag. Her loysa vit verðinsproblemir og hava tað gott.<o:p></o:p>
Tit verða sagdir at skaða trivnaðin her um leiðir...<o:p></o:p>
- Ja, tað var hasin har Bill Justinussen. Eg haldi at hann sigur for nógv. Vit genera ongan her. Fólk síggja okkum bara tá vit fara inn í Restorffs at keypa nakrar øl. Harfrá fara vit beina leið niðan her ella í Nóatún.<o:p></o:p>
Teir fýra kunnu tó fortelja frá onkrari ferð, har teir hava upplivað at aðrir hava verið til ampa fyri onnur. Til dømis tá teir fara fullir inn í vitaluhølið hjá kommunulæknanum at læna WC'ið. <o:p></o:p>
- Tað skilji eg væl at Jenis ikki var so glaður fyri. Tað líkist heldur ongum.<o:p></o:p>
- Men fyri tað mesta sita vit bara her og passa okkum sjálvar. <o:p></o:p>
Og tað fáa teir fyri tað mesta frið til.<o:p></o:p>
- Politiið kemur onkuntíð í Nóatún og rekur okkum burtur, men her uppi sleppa vit vanliga at sita í frið, og tað eru vit glaðir fyri, greiðir ein av teimum fýra monnunum frá<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Bumsar ella ei<o:p></o:p>
Teir eru allir fýra sjómenn og leggja eina æru í ongantíð at hava fingið eitt oyra útgoldið í hvørki arbeiðsloysistrygging ella almannahjálp. Men tá teir eru á landi, kemur kenningin innanbora so gott sum hvønn dag. Teir kunnu ikki ordiliga semjast um hvat man kann kalla teir.<o:p></o:p>
- Hvat er ein bumsur? Kanska eru vit bumsar, eg veit ikki, tí eg veit ikki, hvat ein bumsur er, sigur ein.<o:p></o:p>
- Fínirbumsar, heldur ein annar fyri, men hetta vilja hinir ikki hoyra talan um. <o:p></o:p>
- Vit eru ikki nakrir fínirbumsar. Um vit eru bumsar, so eru vit vanligir bumsar. Men vit kalla okkum heldur sjómenn.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Havnarmenn drekka Restorffs<o:p></o:p>
Tá teir ikki eru til skips, byrjar ein vanligur dagur hjá teimum fýra í fyrsta lagi um tólv tíðina. Leiðin gongur framvið Restroffs Bryggjaríi við Landavegin, har teir keypa sær upp í ein beriposa av øli, og so verður farið niðan í eitt av føstu tilhaldsstøðunum at knappa tær upp.<o:p></o:p>
- Men tað er bara tá veðrið er gott sum í dag. Annars er tað eingin, sum tímir at sita her.<o:p></o:p>
Onkuntíð er eisini ein fløska við, men teir fýra eru rørandi samdir um at hash og onnur rúsevni eru nakað lort.<o:p></o:p>
Hví keypa tit øl í ølsøluni við Landavegin?<o:p></o:p>
- Tí vit eru havnarmenn, og havnarmenn drekka øl frá Restorffs. Og so liggur tað so deiliga tætt við eisini. <o:p></o:p>
Teir allarflestu av teimum 20-25 monnunum, sum koma framvið føstu tilhaldsstøðunum ein góðveðursdag, hava Restorffs øl í posanum. Men ikki allir tó. Nakrir heilt fáir, klaksvíkingar fyri tað mesta, kunnu finna uppá at fara heilt út í Havnardal ella niðan í Rúsuna eftir øli frá Føroya Bjór.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Flyta ikki við ølsølunum<o:p></o:p>
Tá prátið fellur inn á tað, sum nýggi familju- og trivnaðarmálaráðharrin hevur ført fram í seinastuni, um at trivaðurin í økinum kring ølsølur tekur skaða, og at ølsølurnar hjá bryggjaríunum áttu at verið stongdar ella í minsta lagi fluttar út úr íbúðarøkjum, hava teir fýra allir eina greiða meining. Tað er týðuligt, at hetta málið hevur verið havt á lofti fyrr.<o:p></o:p>
- Hann kann ikki nokta fólki at drekka øl. Eg haldi ikki, at hann veit hvat hann tosar um. At steingja ella flyta ølsølurnar út úr býnum, fær ikki okkum at gevast at drekka øl. Tað ger tað bara dýrari fyri okkum at fáa fatur á tí.<o:p></o:p>
- So er bara at keypa nokk hvørja ferð, leggur ein annar afturat.<o:p></o:p>
Spurdir um hvar teir ætla at sita um dagarnar, um eingin ølsøla var við Landavegin, er svarið einmælt.<o:p></o:p>
- Her. Vit vilja vera í Havnini, og í Havn er einki betri stað enn her. <o:p></o:p>
- Vit hava tað gott her. Vit fara ikki at flyta, bara tí ølsølan flytur. Politikararnir burdu heldur syrgt fyri at man slapp at keypa øl í vanligu handlunum. So høvdu færri sikkurt følt seg generaðan av okkum, tí so komu vit ikki allir sama stað ísenn.<o:p></o:p>
Sólin stendur ikki longur mitt á himmalinum, og teir fýra fara skjótt at rigga seg til at fara oman í Tórshøll, sum letur upp klokkan sjey. Í morgin eru teir aftur her millum Biskupagarðin og kommunulæknahølini oman fyri Jóannesar Patursonar Gøtu ella niðanfyri gamla bátasavnið í Nóatúni. Tá hava teir aftur verið framvið ølsøluni og keypt.<o:p></o:p>
- Politiið kemur onkuntíð í Nóatún og rekur okkum burtur, men her uppi sleppa vit vanliga at sita í frið, og tað eru vit glaðir fyri, greiðir ein av teimum fýra monnunum frá.










