Politiska trúvirðið í vanda

Oddagrein

Í skrivandi stund hava flokkarnir í landsstýrinum ikki megnað at loysa stjórnarkreppuna, men í gjár skuldi tjóðveldisflokkurin svara nøkrum spurningum frá Anfinni Kallsberg og fólkaflokkinum.

Uttan at vit kenna svarið, vita vit, at tjóðveldisflokkurin fer at siga nakað um, at hann tekur undir við prinsipiellu sjónarmiðunum hjá Tórbirni Jacobsen um Fiskavirking og einskiljing. Men samstundis fer hann væntandi at siga, at tey persónligu álopini hjá eysturoyartingmanninum á løgmann og Jørgen Niclasen »standa fyri hansara egnu rokning«. So er spurningurin, um svarið loysir stjórnarkreppuna?

Alt málið fekk eina nýggja vend seinasta fríggjakvøld. Tá kundi Dagur og vika staðfesta, at samsvar er ikki millum tað, sum Anfinn Kallsberg fyrr í vikuni segði við útvarpið, og tað, sum fútin upplýsti um málið hjá Anfinni Kallsberg.

Við útvarpið segði løgmaður, at hann sjálvur hevði sent fútanum málið um flytingar millum bátar og virkið í Norðdepli at kanna, áðrenn málið var fyrnað. Men Dagur og vika hevði fingið upplýst, at málið var fyrnað, tá Anfinn Kallsberg kom við tí.

Eru hesar upplýsingar rættar, er spurningurin, um løgmaður hevur lagt málið út sambært tí rætta sannleikanum. Hevur hann ikki gjørt tað, kann hann fáa eitt »forkláringsproblem« og trúvirðið á løgmann fær eitt skot fyri bógvin.

Upprunin til politisku orrustuna er, sambært Tórbirni Jacobsen, spurningurin hvussu Fiskavirking skal einskiljast.

Vit skulu minna á, at Fiskavirking er ogn hjá føroysku skattgjaldarunum, at fyritøkan virkar væl sum ein eind og hevur stórt fíggjarligt avlop á hvørjum ári. Tí áleggur tað bæði Framtaksgrunninum og landsstýrinum at fara skynsamliga fram, um Fiskavirking skal einskiljast.

At enda skal staðfestast, at skulu vit varðveita politiska trúvirðið, má landsstýrið annaðhvørt koma á áralagið aftur ella leggja frá sær, tí verandi støða undirgrevur politiska trúvirðið og álitið.