Fyrireikararnir av kappingini Statoil Kring Føroyar, hava í ár valt somu rutur sum í fjør. Nakrar broytingar eru tó framdar á sjálvum teinunum í kappingini, men súkklað verður á somu oyggjum sum í fjør. Broytingarnar eru gjørdar við tí fyri eyga, at kappingin skal gerast tryggari hjá súkklarunum, og at undirhaldsvirðið skal hækkast.
Nøkur óhapp vóru í kappingini í fjør, og tí hava fyrireikararnir valt at síggja burtur frá teimum teinum, ið kunnu tykjast vandamiklir fyri súkklarnar. Ætlanin er eisini, at kappingin í ár skal gerast meira áskoðaravinarlig. Undanfarin ár hevur áskoðarin verið eitt sindur villleiddur, serliga tá súkklarnir hava súkkla býarkoyring.
Vanligt hevur verið bæði í Havn og inni í Runavík, at súkklarnir enda etapurnar við at súkkla fleiri ferðir inni í býnum. Hjá áskoðarunum hevur hetta verið villleiðandi, tí teir hava havt ilt við at skyna á, hvørjir súkklarnir eru sum fremstir ella aftastir. Í ár vilja fyrireikararnir koma hesum trupulleika til lívs, og tí skulu súkklarnir bara súkkla tí einu ferðina runt inni í býunum í ár.
Byrja verður í Klaksvík
Í morgin verður Prologurin í Klaksvík. Byrja verður við Statoilstøðina í Klaksvík, og súkklað verður úr býnum, út ímóti byrgingini við Haraldsund og innaftur á Statoilstøðina. Talan verður um ein einkultstart, og teinurin er átta kilometrar. Kappingin byrjar kl. 18.15
Dagin eftir verður farið inn á Eysturoynni. Sum nakað nýtt byrja súkklarnir á Statoilstøðini í Gundadali, og málið verður við Statoilstøðina við Runavík. Súkklarnir súkkla fyrst um Streymin, og síðani inni í Eysturoynni.
Í fjør endaði kappingin við, at súkklarnir súkklaðu fleiri ferðir runt inni í Runavíkini, men í ár verður hetta bara gjørt tí einu ferðina. Etapan í Eysturoynni er, við sínum 120 kimometrum tann longsta í kappingini. Byrjað verður í Gundadali kl 12.30, og fyrstu súkklarnir skuldu verið á mál umleið kl. 15.30
Fríggjadagin verður aftur ein einkultstartur, hesaferð á Sandoynni. Teinurin byrjar sum vanligt við Statoilstøðina á Sandi, og síðani verður súkklað inn í Traðardal, yvir um brúnna á Sandafløttinum, og súkklarnir koma á mál aftur við Statoilstøðina. Einkultstarturin á Sandoynni verður væl longri enn tann í Klaksvík, hann verður 27 kilometrar. Kappsúkklingin fríggjadagin byrjar 15.30
Enda á Streymoynni
Fjórði- og fimti dagur í kappingini verður ávikavist á Suðuroynni og á Streymoynni. Leygardagin verður byrjað frá Statoilstøðini á Tvøroyri, útímóti Sevmýri, har leiðin so gongur ímóti Vágs bygd. Komnir á Vág, venda súkklarnir við, og súkkla suður á Tvøroyri aftur, har málið aftur er við Statoilstøðina.
Í etapuni á Suðuroynni verður talan um ein sokallaðan masterstart. Hetta er ein samlaður startur, har súkklarnir skulu fylgjast teir fyrstu 10-15 kilometrarnar. Teinurin er 80 kilometrar, og væntast kann, at teir fremstu súkklarnir nýta góðar tveir tímar um teinin. Byrjað verður kl. 12.30
Kappingin endar sunnudagin á Streymoynni. Teinurin strekkir seg av Eiði til Havnar. Fyri fyrstu ferð verður farið til ein túr til Saksunar, og hagar útaftur til Hvalvíkar, og síðani ímóti Havnini. Komnir til Havnar, verður ein runda súklað inni í býnum, og komið verður á mál við Statoilstøðina í Gundadali.
Farið verður av Vaglinum á Eiði kl. 13.00, og umleið 16.40 skuldu fyrstu súkklarnir komið á mál í Gundadali. Vinnarnir av kappingini verða kosnir umleið 17.00.