Klaksvík:
Símun Petur Hjelm, skúlastjóri sigur, at tað er ein akuttur trupulleiki, sum hann vónar verður loystur sum skjótast.
- Tað er sera óarbeiðsligt á skúlanum, tí tað er so trongligt. Tað er næstan ikki ein dagur, uttan tað man hoyrir onkran siga, at ikki ber til at gera eitt ella annað, tí tað er so lítið pláss, greiðir Símun Petur frá.
Tað er serliga tørvur á stovum, sum talan er um. Skúlin við Ósánna hevur ongar serstovur, tað vil siga, evning, handarbeið, smíðstovu ella køk. Men køkur og smíðstova eru í skúlanum á Ziskatrøð og fara næmingarnir í skúlanum við Ósánna niðan um, tá tey hava køk ella smíð. Evning og handarbeiði hava tey inni á teim vanligu stovunum, og tað riggar ikki so væl, heldur Símun Petur Hjelm, tí millum annað er onki stað at goyma tað, sum tey hava gjørt í. Eisini er alt ov lítið goymslurúm til alt tilfarið, sum lærugreinar sum handarbeiði og evning krevja.
Ein lítil teldustova er á skúlanum, sum verður nýtt av næmingunum, men aloftast verður eisini farið niðan í hin skúlan til tað. Skúlarnir báðir hava eisini felags fimleikarhøll.
Onga heimastovu
Fyrstu og annar flokkarnir í skúlanum við Ósánna deilast um teirra stovur. Hetta hevur fyri tað fyrsta við sær, at fyrsti flokkur ikki kemur í skúla fyrr enn klokkan tólv. Eisini hevur tað við sær, at børnini fáa ikki sett teirra egna sermerki á stovuna í sama mun, sum tey, sum hava egna stovu. Tí tey noyðast at hugsa um, at tað eru onnur børn, sum eisini nýta stovuna, tá tey sjálvi eru heima.
Símun Petur Hjelm dugir ikki at siga, um tað at fyrsti flokkur gongur í skúla seinnapartar í sær sjálvum er nakar trupulleiki, men hann heldur tað vera harmiligt, at tey ikki kunnu vera í skúla samstundis, sum øll hini eru har. Og at tey ikki hava eina heimastovu tvey tey fyrstu árini, tey eru í skúla.
Men tað eru ikki bert børnini í fyrsta og øðrum flokki, sum merkja hendan trupulleikan. Næmingarnir í tíggjunda flokki ganga ikki í skúla í sama bygningi sum hini. Fyri tveimum árum síðani, varð bygningurin við síðuna av skúlanum, tað sum er kent sum Advokathúsið, keypt til at hýsa tíggjunda flokkunum. Har eru tvær skúlastovur inni. Ein í miðhæddini og ein í kjallaranum.
- Men Advokathúsið er eitt sethús og ikki ein skúlabygningur, so talan er bert um eina fyribilsloysn, sigur Símun Petur Hjelm.
Áðrenn Advokathúsið bleiv keypt, gingu tíggjunda flokkarnir í Ósáskúlanum í skúla í Skótahúsinum hjá teimum gulu skótunum, Uppistovu. Men tá vóru næmingarnir longri burtur frá skúlanum, men nú teir eru í Advokathúsinum eru teir beint við síðuna av skúlanum.
Ein annar trupulleiki sum eisini stendst av plásstrotinum er, at tað letur seg ikki gera at býta flokkar, sum eru við at gerast ov stórir, sundur. Tí ongin stova er til taks.
- Her er simpulten ongin stova, tí allar eru í brúk, sigur Símun Petur Hjelm.
Tann størsti flokkurin, sum er á Ósáskúlanum í løtuni telur 28 børn. Og eru hetta børn, sum fara í áttanda flokk komandi skúlaár.
Bæði lærarar og næmingar fílast á, at tað er so trongt í skúlanum. Og Símun Petur sigur, at hann er ovfarin av at trivnaðurin á skúlanum ikki er versnaður meira av trongu arbeiðsumstøðunum.
- Lærararnir gera ein veldigan innsats hvønn dag fyri at fáa so nógv sum yvirhøvur gjørligt at bera til. Men tað er næstan ikki ein dagur, uttan at onkur sigur, at um tað hevði verið rúmligari, so hevði man kunnað gjørt hetta ella hatta. So tað er ørkymlandi, sigur skúlastjórin.
Útbygging einasta loysn
Skúlastjórin í Ósáskúlanum er ikki í iva um, at einasta loysnin upp á hesar trupulleikar er at tað verður bygt út. Men hann leggur dent á, at ein møgulig útbygging má tilrættisleggjast neyvt, tí hann vil ikki hava, at skúlin kemur at standa undir útbygging í fleiri ár.
- Ósáskúlin má ikki koma at síggja út sum eitt byggipláss í eini fimm til tíggju ár, sigur Símun Petur Hjelm.
Skitsur finnast av eini møguligari útbygging. Her er talan um at byggja skúlan út norðureftir móti Advokathúsinum. Men talan er sum sagt enn bert um skitsur.
Símun Petur Hjelm letur væl at samstarvinum sum skúlin hevur havt við býráðið ta seinastu tíðina um henda trupulleika.
- Býráðið hevur verið serstakliga positivt yvir fyri hesum málinum og tað frøðir meg at síggja at skúlarnir tykjast at verða raðfestir munandi hægri nú enn undanfarin ár, sigur hann.
- Eg veit, at býráðið eisini hevur nógv annað átroðkandi at taka sær av, men eg vóni, at tey nú fara at duga at síggja, hvussu neyðugt tað er at byggja Ósáskúlan út. Tí um ein býur sum Klaksvík skal mennast, so mugu vit hava skúlar, sum kunnu bjóða bæði børnunum og foreldrunum nakað, heldur Símun Petur Hjelm, skúlastjóri við skúlan við Ósánna í Klaksvík.
Skúlin viðlíkahildin
Í hesi summarfrítíðini verður skúlin tó fríðkaður bæði uttan og innan. Hann er málaður uttan nú. Og innan verður alt gólvið í auluni skift. Veggirnir verða allir málaðir innan, tó ikki í stovunum, tí tær eru gjørdar fyri ikki so langari tíð síðani. Eisini eru vindeyguni í skúlanum skift fyri stuttum.
- Bygningurin sjálvur er ikki í ringum standi, men um hann ikki verður hildin við líka, so er tað so skjótt, at tað byrjar, sigur Símun Petur Hjelm at enda.