Forkunnug vitjan
Í Sosialinum fyrr í vikuni lósu vit um bretan og hermannasonin, David McDine, sum vitjaði í Føroyum síðsta vikuskiftið.
David hevði ongantíð verið í Føroyum áður, men tað hevði pápin, Josef, sum var ein av bretsku hermonnunum í Føroyum undir seinna kríggi, ávikavist í 1942 og 1943.
Men hóast David ongantíð hevði verið her áður, so var hann kortini ikki heilt ókunnugur við landið og fólkið. Meðan Josef var í Føroyum, tók hann nógvar myndir ymsastaðni kring landið, og hesar hevði David við sær, nú hann og vinmaður hansara, Roger Leighton, vitjaðu.
- Pápi tosaði altíð um Føroyar, og um hvussu fryntligt fólkið í Føroyum er. Hann
vísti okkum myndirnar, hann hevði tikið og greiddi okkum frá teimum, sigur David.
Felagsnevnarin hjá Josefi fyri øllum blíðskapi og allari vinarligheit í Føroyum, var
eitt heim á Toftum, sum tók sær so væl av honum. Í myndamappuni hevði Josef mynd av hjúnunum og børnum teirra, men nú David skuldi koma til Føroya, visti hann ikki, hvør hendan familjan var. Tey gomlu vóru langt síðan deyð; tað visti hann, tí tað eru seksti ár síðan, pápi hansara var hermaður í Føroyum.
David, sum fegin vildi hitta familjuna hjá Magnusi og Onnu Elisabeth, ið hevði verið so góð við pápa hansara, gjørdi tað, sum rætt var. Hann sendi familjumyndina, sum var í myndamappuni hjá pápanum, til Sosialin og ynskti at fáa at vita, hvørji hesi fólkini vóru.
Myndin var ikki meira enn prentað í blaðnum, tá ið fólk fóru at gera vart við seg, og skjótt hevði David navnið á hjúnunum og børnum teirra á myndini.
Hjúnini vóru Magnus Fr. Mikkelsen og Anna Elisabeth Mikkelsen, fødd Thorkildshøj.
Á stuttu vitjan síni í Føroyum, eydnaðist Davidi at vitja inni í heiminum hjá teimum á Toftum, har pápin hevði so nógvar góðar løtur.
Tríggjar av døtrunum hjá Magnusi og Onnu, Hertha, Simona og Poulina og fleiri av ættarfólkum teirra saman við hjúnarfelaga og børnum, vitjaðu á Toftum síðsta leygardag saman við Davidi McDine og vinmanni hansara, Rogeri.
Hetta var ein stórur dagur í lívinum hjá hermannasoninum ? at vitja aftur á slóðina hjá pápanum á Toftum og á Nesi.
Í Sosialinum fyrr í vikuni greiddu vit frá vitjanini í heiminum á Toftum, og vit høvdu eisini eitt prát við David.
Vitjaði á grøvini
Úr heiminum á Toftum, bar leiðin út á grøvina hjá Magnusi og Onnu Elisabeth. Á gravsteininum stendur, at Anna Elisabeth er fødd, 27. januar 1898 og deyð 12. september 1979. Magnus er føddur 21. juni 1895 og deyður 18. august 1982.
Eftir vitjanina á grøvini, varð farið oman í gamla prestagarðin á Nesi, sum í dag er bygdasavn, ið fornminnisfelagið umsitir.
Her hevði formaðurin í fornminnisfelagnum, Jógvan I. Olsen, eina gjølliga frágreiðing um krígstíðina, og í samband við vitjanina hjá Davidi vórðu veggirnir skrýddir við myndum frá krígstíðini, ið Karin Kastalag hevði sett upp fyri felagið. Felagið hevur eisini hjálmar, gassmaskur, kúlur og aðrar lutir frá krígstíðini í varðveitslu, sum fólk sóu hendan dagin.
Nógv fólk nýttu høvið at vitja í prestagarðinum hesa løtu, har gott kaffi og te saman við bollum og køkum var at fáa.
Eftir vitjanina í prestagarðinum, bar leiðini hjá Davidi og fylgi heim til kanónina, sum fornminnisfelagið hevur standandi niðri í bønum á Nesi. Henda kanónin varð nýtt til verju av innsiglingini til Skálafjørðin undir seinna kríggi.
Á byrjunarstigi
Í áhugaverdari framløgu í prestagarðinum, sum varð týdd til enskt, segði Jógvan I. Olsen, at bygdasavnið eigur prestagarðin, sum er bygdur í 1863; tað er 20 ár eftir, at kirkjan á Nesi er bygd í 1843.
Hann segði, at savnið eisini eigur eini onnur hús, sum eru frá nøkulunda sama tíðarskeiði. Hetta eru gomlu húsini á Gadd, sum í sínari tíð vóru eini fiskimanna og traðarmannahús, sum hann tók til.
- Men vit eru framvegis á einum byrjunar-og uppbyggingarstigi til at hava eitt
alment, opið bygdasavn. Higartil hava vit nýtt mestu orkuna til at taka hond um hesi bæði húsini hjá okkum, sum vóru illa farin.
Jógvan segði, at endamálið hjá fornminnisfelagnum og bygdasavninum er at
varðveita fornminni, ið hava fornfrøðiligt og siðsøguligt virði.
- Og tað er heilt greitt, at seinni heimsbardagi ? frá 1939 til 1945 ? er ein partur av
okkara søgu, legði hann dent á.
Fleiri hermenn
enn íbúgvar
Jógvan vísti á, at krígstíðin hevði eina sera stóra ávirkan á lokalsamfeløgini í Føroyum, og hetta lýsti hann við at siga, at t.d. á Nesi vóru helst fleiri hermenn enn íbúgvar annars.
- Vit hava roynt at gera eitt sindur við hendan partin av søguni hjá okkum. Vit
fingu samband við ein skotskan hermann, Gavin Tayler, gjøgnum konu hansara, Dianu, sum er higani av Toftum. Vit høvdu eitt hugnaligt og áhugavert prát við hann, tá ið hann var og ferðaðist í Føroyum í februar í ár. Ætlanin var at kanna møguleikarnar fyri at fáa lutir, sum hava tilknýti til krígstíðina í Føroyum. Men stutt eftir doyði Gavin, segði Jógvan.
Teir hermenn, sum vóru í Føroyum undir krígnum, fækkast í stórum, tí hesir eru nú áttati ár og eldri.
- Og mangir av teimum, sum vóru her, fullu í krígnum. Fleiri vórðu sendir á onnur hermót, har tað leikaði hart á, og mannfallið var stórt.
Jógvan segði, at Gavin, sum vitjaði í februar, fyrst varð sendur til Suðuronglands, síðan til Italiu, Palestina, Ísrael, aftur til Italiu, og haðani til Belgiu og Týsklands; tá legðist hann sjúkur av malaria og varð sendur heim.
- Tað er eisini ein spurningur, hvat teir, sum liva eftir, eru førir fyri í dag, tí teir eru
vorðnir so gamlir. Tí er tað sera áhugavert, at næstu eftirkomararnir hava áhuga fyri hesum søguliga tíðarskeiði, sum krígsárini eru.
Og hann helt fram:
- Tá vit í bløðunum sóu eftirlýsingina hjá Davidi McDine, sum peikaði beint á okkara nærumhvørvi, settu vit okkum í samband við familjuna hjá Magnusi og Annebeth. Hetta gjørdu vit, tí tá ið ein ?kontakt? er fingin í lag, er altíð møguleiki fyri, at tað kunnu skapast viðurskifti, sum eru til fyrimuns fyri áhugamálini hjá báðum pørtum.
Tað var ?drama?
Jógvan segði, at tað var 10. apríl 1940, at Churchill gav boð um at herseta Føroyar, og 13. apríl komu bretar til Føroya; teir komu í land í Havn.
-Seinnapartin sunnudagin, 14. apríl, kom mjólkabáturin, ?Tróndur?. Hann legði at við Toftagjógv, fermdur við bretskum hermonnum. Henda herdeildin hevði kenningsbókstavirnar, R.M. (Royal Marines). Eg minnist væl hendan dagin, tá ið hermenninir við riflum, bajunettum ogstálhjálmum masjeraðu gjøgnum bygdina. Hetta var eitt drama!
Hann segði, at hermenninir fingu innivist í ymiskum 10 húsum, harav 8 vóru vanlig sethús, sum fólk búðu í. Hetta var tó fyriskipað frammanundan, so húsini vóru til taks, tá ið hermenninir komu.
- Tað, sum bretar fyrst og fremst løgdu seg eftir, var høvuðsstaðurin Tórshavn og
síðan Skálafjørðurin, ið teir nýttu sum krígshavn. Seinni bygdu teir so eisini flogvøll í Vágunum.
Jógvan segði, at teir, sum komu inn á Toftir og Nes, byrjaðu beinanvegin at gera seg
út til at verja Skálafjørðin ? og seg sjálvar. Hetta varð gjørt við kanónum, loftskjútsum, skotgravum, píkatráði og áhaldandi vaktarhaldi. Til tess at røkka sínum málum, vórðu nógvir bygningar reistir av ymiskum slagi.
Hann segði, at herdeildirnar skiftu; fyrst komu Royal Marines (RM), síðan Louvats Scouts (LS), Royal Engeiniurs (RE), Royal Artilleries (RA) og Camaronian (CR).
Á ?yvirheddara? greiddi Jógvan ógvuliga gjølliga frá, hvussu herstøðirnar á Nesi og Toftum sóu út. Hesar vóru tríggjar í tali, tvær á Toftum og ein á Nesi, sum var tann størsta.
Kendu bretar
sum sína verju
Jógvan segði, at krígg er í sjálvum sær nakað ræðuligt.
- Um spurt verður, hvussu viðurskiftini vóru millum bretsku hermenninir og
fólkið annars, eri eg sannførdur um, at føroyingar kendu bretar sum sína verju ímóti tí ræðuleika, sum Hitler førdi mannaættina út í.
Hann segði, at viðurskiftini millum bretsku hermenninar og vanliga føroyingin vóru
stak vinarlig.
- Og tað frøir okkum, at pápi David, Jesef McDine, hevur havt so rósandi orð um
føroyingar.
At enda segði Jógvan I. Olsen, at føroyingar og heimurin allur eigur at vera bretum
takksamur fyri teirra lut í krígnum.