Klaksvík:
Joan sigur, at tá brúkararnir eru vorðnir ov gamlir til at vera í Dáanum, so átti tað at verið til dømis eitt verkstaðstilboð til tey, tí tørvurin á hesum økinum er ikki nøktandi í Norðoyggjum.
Tey sum dagliga eru til umlætting eru í aldrinum 7 til 19 ár, og tað eru einans fýra, so talan er um rættiliga stóran aldursmun, um hugsað verður um, at tey skulu øll vera saman gjøgnum ein seinnapart.
Zakaris Klakstein er, sum sagt, ein av brúkarunum, sum er í dagumlætting. Í grein í blaðnum í gjár vísti mamma hansara á, at hóast heimið er gott fyri gerandisdagin hjá Zakarisi, so eigur hann ikki at vera har longur. Men tá onki annað er, so verður hann verandi har.
Joan sigur, at Zakaris letur til at trívast væl í Dáanum, men tað er veruleiki, at Dáin ikki longur megnar at nøkta hansara tørv longur.
- Men vit fara also ikki at blaka nakran út her frá. Og hvar skal hann so fara, spyr Joan.
Umframt Dáan og Varda Verkstaðin á Brekku er ein bústovnur í Klaksvík, har 10 menningartarnaði hava fingið pláss at búgva í.
Umlætting
Dagumlætting merkir, at brúkararnir koma aftan á skúlatíð og verða á heiminum inntil klokkan 17. Í summarfrítíðini eru tey tó frá klokkan 10 fyrrapartar.
Ein dagur í Dáanum er at samanlíkna við ein dag í einum vanligum barnagarði. Tey klippa, mála og tekna. Tey ganga túrar og annað tílíkt.
Hetta aktiverar brúkararnar, men samstundis skulu tey eisini trenast. Dáin hevur eitt nú eitt sansarúm. Tað er eitt rúm, har ein stór hvít vatnsong stendur inni, har ein brúkari kann leggja seg og so er ymiskt, sum stimulrerar sansirnar. Til dømis tónleikur og ljós.
Starvsfólkið í Dáanum roynir eisini at leggja seg eftir at fáa teirra brúkarar út í gerandisdagin. Hetta hava tey roynt við millum annað at fara busstúr við Bygdaleiðum, inni á kafe ella tílíkt til ein kaffimunn, soleiðis at tey koma út millum fólk, í staðin fyri bert at vera ínni í Dáanum.
Onkur hevur skemtandi tikið til, at Dáin er vorðin ein býarmynd í Klaksvík, tí óansæð veður ella vind, so er næstan ikki ein dagur, uttan at tey síggjast í býnum.
- Okkum dámar so væl at vera úti, og tað gera brúkararnir eisini, so tað er so líka til at fara ein gongutúr, tá høvi býðst til tað, sigur Joan.
Men tað er ikki bara dagumlætting í Dáanum. Tað ber eisini til at vera til døgnumlætting. Og har er ikki nakar aldursbólkur. Í løtuni búgva fimm í heiminum, og tað er so nógv, sum tað er pláss fyri.
Og so koma hini til dagumlætting aftur at.
Joan sigur, at tey hava eisini havt seingjarliggjandi brúkarar.
Børn við autismu koma eisini til umlættingar.
Á nýggja bústovninum hava tey eisini eina deild fyri fýra ung børn við autismu.
- Av tí at tey hava tey tørv fyri serligum umstøðum hevur Dáin ikki møguleika at nøkta teirra tørv, sigur Joan.
Tað eru millum 60 og 70 brúkarar av døgnumlættingini árliga.
Ongin bíðilisti
Joan heldur, at Dáin megnar at forsvara hvørjum sítt. Her hugsar hon um, at tað er ongin bíðilisti til heimið.
- Vit hava upptøkufund saman við Frítíðarheiminum í Havn fýra ferðir um árið, og tá taka vit inn eftir áheitanum frá foreldrum, men tað er ikki altíð, at vit fáa gingið øllum ynskjunum á møti, sigur hon.
- Um ongir bústovnar koma afturat, so fer Dáin at vaksa við árunum, sigur Joan, sum eisini heldur, at tørvurin fyri bústovnum er stórur.