Ferðsla
Dagur teirra deyðu í ferðsluni fær okkum at hugsa, minnast og gráta.
Hetta er eitt gott tiltak og ein góð áminning um at ansa eftir, tá ið vit
ferðast eftir vegunum ? antin tað er í bili, á súkklu ella til gongu.
Mong eru deyð í ferðsluni gjøgnum árini, og mong eru spard - ja, onkur kennir
seg at hava fingið lívið av nýggjum, tí vinirnir, sum vóru í bilinum, tá ið
vanlukkan hendi, lótu lív.
Fólk fara altíð at doyggja í ferðsluni eins væl og á sjónum. Hesum slepst ikki
undan, soleingi koyrt verður eftir vegunum og skip sigla á havinum. Men verður
farið fram við skynsemi og umhugsni, kunnu vit avmarka talið av deyðum og
løstaðum.
Tær nógvu blómurnar, vit sóu eftir vegunum sunnudagin, siga okkum, at her hava
ung fólk latið lív ? ungdómar, sum høvdu lívið frammfyri sær, men sum doyðu í
eini meiningsleysari ferðsluvanlukku.
Eins og blómurnar følna við vegjaðaran, sum dagarnir ganga, helt lívið hjá
hesum ungu fólkum uppat. Foreldur, systkin, ommur, abbar og vinfólki eru særd,
og tað tekur langa tíð, áðrenn arrini eru heil. Tey fara altíð at síggjast og
vera har.
Dagurin teirra deyðu í ferðsluni fær okkum eisini at hugsa um lívið ? at lívið
er ein virðismikil gáva, sum er fallin okkum í lut, men sum eisini kann takast
frá okkum, um vit ikki fara væl um hana.
Latið okkum vera góð við lívið ? og hvønn annan, eisini tá ið vit ferðast úti á
vegunum, so uppaftur fleiri blómur ikki verða at siggja um eitt ár.
Blómurnar eru vakrar, men nógv vakrari er ungdómurin?