Yvirskriftin til greinina er: SOFUS POULSEN, UMBOÐSMAÐUR, SITIÐ ALT HEIMASTÝRIÐ. Her eru nøkur brot úr greinini. I. Miðvikudagin var móttøka í Tinganesi fyri Sofus Poulsen, umboðsmanni í Aberdeen seinastu 54 árini. II. Føroyska býarmyndin í Aberdeen, Sofus Poulsen, fer 1. juli úr starvinum, hann dúgliga hevur røkt seinastu 54 árini, sum føroyskur umboðsmaður. III. 28. juni 1948 var dagur, tá hann gjørdist Føroyskur umboðsmaður í Aberdeen. Hesi trý brotini saman við yvirskriftini eru heldur enn ikki ósmæðin, tey eru rong tala & eisini eru tey illoyal móti umboðsmanninum Odmar Skarðhamar, sum í 1948 setti S.P. í starv sum hjálparmaður á skrivstovuni í skotska býnum.
Greinin er prýdd við myndum. Á tí einu eru hjúnini úr Aberdeen saman við fýra statistum, fýra núlivandi løgmonnum. Hin fimti hevur helst hildið, at tíðin kundi nýtast til eitthvørt meira positivt enn at upptraðka sum pyntidukka úti í Tinganesi.
Mær er sagt, at umboðsstovan varð sett á stovn tíðliga undir seinna heimsbardaga til hjálpar hjá føroyskum sjómonnum, sum førdu ísfisk til Bretlands, serliga til Aberdeen. Fyrst-ur at manna skrivstovuna mundi vera Lias Johansen í Rættará. Sambært grein í Sosialinum 1978 loysti Odmark Skarðhamar hann av í 1945 & sat hann sum umboðsmaður Føroya til í 1978, tá hann fór frá vegna aldur. Hann fylti sjeyti. Sum ein lítillátin heiðursmaður fór hann stillisliga úr starvinum, uttan løgmansparadur & annað fjant og fjas.
Tað er reingjan av sannleikanum, tá Sofus Poulsen í oman fyri nevndu grein sigur seg hava verið umboðsmann í 54 ár, tí til 1978 æt hesin Odmar Skarðhamar. Hann hevði ein hjálparmann.
Loksins kann nevnast, at tá ein føroysk nevnd, sum eg var limur av, seinna part í sekstiárunum hevði fundir við bretsku trolaraeigararnar í London, var umboðsmaðurin úr Aberdeen, sum skuldi vera okkum til hjálpar, Odmar Skarðhamar.