Egholm Hansen. Hann veit ikki rættiliga, hvussu hann skal forklára tann góða fiskiskapin. ?Øll hini árini hevur mai mánaði verið tann besti mánaðin á Flemmish Cap. Bæði í fjør og í fyrrárið høvdu rækjuskipini [...] mai mánaða ? Men í ár hevur mai mánaði svikið. Tann góði fiskiskapurin tók seg ikki fyrrenn um mánaðarskiftið mai, juni. So tað tykist heldur sum um tann góði fiskiskapurin er forskotin eitt sindur, og [...] Teir hava fiskað ein mánaða og teir hava longu fingið yvir 400 tons. ? Tað mann líða væl, at hetta er tann besti túrurin, hann hevur gjørt á Flemmish Cap, sigur reiðarin. Samstundis er prísurin gingin uppeftir
vónbrot. ? Tí verður hetta sett í verk, er vandi fyri, at møguleikarnir at gera nakað munagott við tann ovurhonds stóra barnaansingar trupulleikan í Havn eru munandi versnaður Elin Lindenskov, formaður [...] Tórshavnar Kommuna er rættiliga væl fyri, er vandi fyri, at umstøðurnar at gera nakað munagott við tann stóra tørvin á barnaansing er munandi versnaður, um vit fáa eina slíka eyka rokning, sigur Elin Lindenskov [...] men tað eru ikki politikarar, sum hava umboðað kommunurnar, í hvussu so er ikki tær størru, sum hava tann stóra tørvin á barnaansin (umboðið fyri býarfelagið var Jens Marius Poulsen, skrivari í Tórshavnar
lagið Daylight varð spælt. Bólkurin spældi væl sum altíð, men tann tungi tónleikurin og Kingo sálmar var kanska, men bara kanska ikki tann besti mátin at enda eitt annars so væleydnað tónleikatiltak uppá [...] pláss á ólavsøkukonsertini í ár. Stílurin teir ymsu bólkarnir spæla er fjølbroyttur, men tó hevur tann harði rockurin fingið eitt sindur meira pláss enn annað. Kommunuskúlagarðurin var stúgvandi fullur [...] tónleikurin við fullari ferð runt um í Kommunuskúlagarðinum. Tangz, sum hava ligið stillir í eina tíð, vóru nú aftur at síggja á palli saman. Sum vant høvdu teir aftur hesuferð gjørt nakað heilt serligt
Sveinur Tróndarson Undan vikuskiftinum hesaferð var lagt upp til, at tann mest spennandi dysturin í kvinnudeildini fór at vera tann, sum leikast skuldi í høllini í Trongisvági sunnudagin millum TB og Fleyr [...] um, og hevur vunnið báðar teir fyrstu dystirnar. Fleyr hevði undan hesum vikuskiftinum bara spælt tann eina dystin, men hann varð vunnin, og tí vóru allar fortreytir í lagi til ein spennandi dyst. Hjá [...] Hon er roynd, og tað sæst aftur, sigur Virgar Djurhuus. Tordu ikki at taka ábyrgd Hjá TB var orsøkin tann, at móttøkuspælið gekk av skriðuni. Móttøkurnar komu ikki nóg langt fram á vøllin, og tískil mátti
Hóast Óli var tann einastu av synunum hjá Smiðinum, ið eisini var kallaður Smiðurin, so hevði Óla Smið ikki nakran serligan hug til jarnsmíð. Hansara fremsti áhugi var grótarbeiði og gróthøgging. Hann [...] á Eiði. Tey giftust inn til gamla Smið á Argjum og yvirtóku hús hansara, tá ið hann doyði. Óli er tann seinasti av brøðrunum, sum flytir av Argjum. Hetta hugaði honum lítið, men hann var komin so fyri [...] Lina fingu báðar tuberklar og lógu ár í seingini á Argjum. Óla Smið var tí bæði maður og kona. Men almennur stuðul fanst ikki í slíkum førum tá í tíðini, og hann noyddist tí at vera við hús nógvar dagar
ljós. Stóri meirilutin er hindu, men eisini ein rímiligur minniluti av sikkhum eru í India, og tað er tann orrustan vit hava hoyrt mest um í India. Ikki minst tí at Indira Gandhi legði eftir sikkum og bleiv [...] ovurstóru framgongd, sum hevur verið seinastu árini. Hann hevur eisini roynt at bent búskapinum tann liberala vegin. Tað lá tó ikki í kortunum, at hann skuldi gerast forsætismálaráðharri, tí kong [...] hevur 10. størsta búskapin í heiminum, og verður roknað sum ein av framtíðar sterku leikarunum á alheimspallinum. Landið hevur staðið seg væl í at fáa útflaggaðar vinnur til sín, og hevur eina stóra
Keypsamtøkan keypti húsini í Dr. Jakobsensgøtu, har nýggjur bygningur seinni varð bygdur. Men í 1962, tann 7. september, lótu hann og bróðirin, Eyðun, upp handilin í kjallaranum hjá Linu Arge. Hóast tað vóru [...] frá, tá vit hittu hann á máli í stóra handilsbygninginum á Sandvíkarhjalla í gjár. Men virsemið vaks al-samt, og neyðugt var tí við enn meira plássi. Í 1970 verður 200 fermetrar stóri bygningurin á horninum [...] ídn-að-ar-økinum, sigur Finnbjørn við einum speiskum smíli. Men hann leggur afturat, at hetta var tann størsta sukse?in, hann nakrantíð hevur gjørt. Hann vísir á, at tað var sera vágið í sjeytiárunum at
minnast, fór eg gjarna ikki aftur til Skúvoyar fyrr enn upp undir jól. Lærari í Skúgvi var alla mína tíð Malvina Clementsen, ættað úr Húsavík. Hon var eisini í Hesti áðrenn tað. Malvina var kend sum ein sera [...] hálvtannað ár eldri enn eg. Hann tók hana so til Dímunar. Nú vóru vit tvey, og soleiðis fingu vit tann fyrsta læraran. Tá var eg 11 ára gamal. Lærari var í Dímun út í eitt líka til míni systkin vóru liðug [...] Einaferð slapp lærarin ikki í jólafrí fyrr enn á føstulávint. Eg meini, at tað var hálvan november, at tann seinasti fartur var. Tað var sami bátur, sum sigldi til Dímunar, Skúoyar og Sand. Eg minnist, at tey
Tað skerst ikki burtur, at læknavísundin er komin langt í okkara tíð. Nú hava skurðlæknar á John Hopkins sjúkrahúsinum í Baltimore givið einum hermanni eitt spildurnýtt undirlív, eftir at hesin varð raktur [...] á, at sjúklingurin bæði fer at kunna lata sær av vatninum aftur, fáa standing og hava samlegu, tá tann tíðin kemur. Sum skilst er tað ikki nýtt, at tað ber til at transplantera skapning ella kynslim, men
eitt mál, sum styrkir okkara støðu. Hon vísir á, at tað bøtur um CO2 útlátið at planta trøð, umframt tann týtning tað hevur fyri trivnaðin. – Nógva staðni kring heimin verður stórur dentur lagdur á at planta [...] minkar. Tí er hetta ein framskygd ætlan, sigur hon. Annfinn Brekkstein, býráðlimur, vísir á, at í síni tíð varð Havnardalur tikin til traðir og hann heldur, at traðirnar heldur skulu latast traðarmonnunum aftur