Føroysk skip hava góðan fiskiskap á Flemmish Cap

Nøkur hava landað og tey hava fingið yvir 400 tons uppá ein mánaða

Tey føroysku rækjuskipini yviri á Flemmish Cap hava havt sera góðan fiskiskap í seinastuni.

Ejler Jacobsen, reiðari á Sólborg, sigur, at fiskiskapurin hjá Sólborg hevur verið millum tað allar besta á Flemmish Cap nakrantíð.

? Teir hava fiskað ein mánaða og teir hava longu fingið yvir 400 tons.

? Tað mann líða væl, at hetta er tann besti túrurin, hann hevur gjørt á Flemmish Cap, sigur reiðarin.

Samstundis er prísurin gingin uppeftir, so alt vísir rættan veg í løtuni.

?Onkra einstaka viku, hevur Sólborg fingið yvir 100 tons.

Reiðarin sigur at hesar fýra seinastu vikurnar, hevur Sólborg fingið ávikavist 72 tons, 95 tons, 107 tons og 86 tons, so tað er góður fiskiskapur.

? Sólborg tekur 470 tons, so teir fiska eina lítla viku afturat, so fara teir inn at landa, sigur hann.

? Sólborg fór ikki til fiskiskap fyrrenn um miðjan februar, tí hann var á beding, har verksmiðjan umborð varð broytt og gjørt arbeiðsligari.

? Tað, sum er gjørt, hevur riggað avbera væl. Eitt úrslit av tí er, at nú eru bara 17 mans við henni, tað pagdu at vera 26 mans við.

Ejler Jacobsen veit ikki at siga, hvat tað er, sum ger fiskiskapin so góðan í ár.

? Men í fjør vóru fáir bátar á Flemmish Cap, so tað ger kanska ein mun, heldur hann.


Forskotið eitt sindur

Eisini Jákup Egholm Hansen, formaður í Felagnum Rækjuskipum, er vælnøgdur við gongdina á Flemmish Cap í løtuni.

Tilsamans eru fimm føroyskir rækjubátar á Flemmish Cap.

Teir eru Sólborg, Høgifossur, Arctic Viking, Ocean Castle, umframt ein bátur, sum Jón Nolsøe Olsen í Fuglafirði samstarvar við íslendingar um, men hann er nústani komin.

?Tríggir teirra hava landað.

Ocean Castle hevur landað 400 tons, Høgifossr landaði 406 tons hósdagin og Arctic Viking landaði fulla last, eini 480 tons, fyri fjúrtan døgum síðani.

? Bátarnir hava bara brúkt ein góðan mánaða um at fáa uppí, so tað er ikki so galið, sigur Jákup Egholm Hansen.

Hann veit ikki rættiliga, hvussu hann skal forklára tann góða fiskiskapin.

?Øll hini árini hevur mai mánaði verið tann besti mánaðin á Flemmish Cap. Bæði í fjør og í fyrrárið høvdu rækjuskipini onkrar vikur uppá yvir 90 tons í mai mánaða

? Men í ár hevur mai mánaði svikið. Tann góði fiskiskapurin tók seg ikki fyrrenn um mánaðarskiftið mai, juni. So tað tykist heldur sum um tann góði fiskiskapurin er forskotin eitt sindur, og at hann er komin eitt sindur seinni enn vanligt í ár.

?Hetta er besta tíð á Flemmish Cap, so skulu skipini fáa nakað, skal tað vera nú. Men fisksikapurin í ár er betri enn í fjør, leggur formaðurin í rækjuskipum afturat.

Hví tað er so nógv at fáa í ár, veit hann ikki, tí sambært lívfrøðingunum, skuldi tað verið minni at fingið.

? Tað er hvørt ár á NAFO fundi, at teir mæla til at skerja fiskiskapin, tí tað verður fiskað ov nógv.

? Men tað er tað ikki nakað sum bendir á, sigur hann.


Førdar heim

Føroysku skipini landað í Ný Fundlandi, men so verða rækjurnar førdar heim.

? Umleið helvtin eru smáar ídnaðarrækjur, og tað keypir virkið á Oyri mestsum alt. Tær størri rækjurnar verða kókaðar heilar og eitt sindur verður sent til Japans.

Føroyingar hava 1.785 fiskidagar á Flemmish Cap, men í fjør var dagatalið skert 10% eftir tilráðing frá fiskifrøðingum, so nú hava vit 1.607 dagar.

Í fjør gjørdu vit ikki so nógv fyri at fáa dagatalið uppaftur, tí vit sóu rættiliga skjótt, at vit komu ikki at mangla dagar.

? Men tað er væl møguligt, at vit fara at takamálið uppaftur á næsta NAFO fundi, sigur Jákup Egholm Hansen.