India  á veg millum stórveldi?

India er á breddanum í hesum døgum. Her heima hjá okkum tí at ein sendinevnd er farin til India, og úti í heimi tí at forsetin í USA, George Bush, júst hevur verið á vitjan og m.a. undir­ritað eina avtalu um kjarnorku

Bogi Eliasen, cand.scient.pol


Heimsins størsta demokrati
Men hvat er India? India er í dag heimsins størsta demo­krati, og bleiv savnað sum eind sum bretskt hjáland. Landið fekk ikki fullveldi, fyrr enn tilgongdin at taka av hjálandaveldini veruliga tók dik á seg aftaná Seinna Veraldarbardaga. Úr nýggj­aru søguni vita vit nakað um drúgva stríðið hjá Mahat­ma Gandhi fyri bæði at vinna India fullveldi, men sam­stundis at gera tað soleiðis, at ymsu tjóðirnar og átrúnar­ligu bólkarnir kundi liva í friði saman. Við yvir einari milliard íbúgvum er talan um eitt sera fjølbroytt land. Tær orrusturnar vit hoyra mest um er t.d um Kashmir. Pakistan var upprunaliga ein partur av India, men bleiv líkasum tað muslimska land­ið, og komu muslimar úr øllum India til Pakistan, tá landið Pakistan sá dagsins ljós. Stóri meirilutin er hindu, men eisini ein rímiligur minniluti av sikkhum eru í India, og tað er tann orrustan vit hava hoyrt mest um í India. Ikki minst tí at Indira Gandhi legði eftir sikkum og bleiv eisini dripin av sikkum.
Stjórnarskipan
India verður kallað heimsins størsta fólkaræði, og er land­ið eitt sambandsríki, sett saman av federalum eindum. Federalu statirnir eru 28 í tali, umframt 6 sonevnd Union Territories. Munurin millum statirnar er stórur, og hóast India vanliga verður sætt sum eitt miðsavnandi sambandsríki, so er munurin stórur á lógum og reglum í ymsu statunum. T.d. eru summir statir munandi meira mark­naðarbúskaparligir enn aðrir. Sambært t.d. The Economist merkir tað, at nógvir økisflokkar hava vunnið frama seinnu árini. Í nógvum økjum eru eisini ynskir um víðkað sjálvstýri og/ella fullveldi.
India og búskapur
India gjørdist fullveldisland í 1947. Tveyhundrað árini frammanundan var India eitt bretskt hjáland. Í byrj­an­ini av fullveldistíðini var India búskaparliga vinstra­­halt, og enn eru fleiri komm­unistiskir flokk­ar. Kon­gress­flokk­urin, sum situr á vald­inum nú, er í samgongu við kommunistiskum flokk­­um, og m.a tí gongur strilt­ið at gjøgnumføra bú­skap­ar­lig­ar broytingar ávegis einum indiskum markn­aðar­búskapi. T.d blivu libe­rali­seringar framdar í flog­ferðslu, tele­fonkervi og bygningsvinnu í 2005. Men síðan hevur verið politiskt ósemja um ella hvussu haldast skal fram.
India og handils­avtalur
Sum tað hevur verið frammi, so hevur India dupult­skatta­avtalu við Føroyar.
Sambart handilsdeildini í Indisku stjórnini, so hevur India bert fríhandilsavtalu við Sri Lanka, handilsavtalur við Bangladesh, Bhutan, Cey­lon, Maldiverne, Kina, Japan, Suðurkorea, Norð­ur­korea, Mongolíi og so­nevnd­ar preferential trade agree­ments (PTA) við Kili, Mer­cosur og Afghanistan. Síð­an eru rammuavtalur við GCC londini (arabisku flógva­londini), ASEAN, Teiland og Kili.
Tollur og skattur
India hevur, í heimshøpi, ein rættiliga høgan inn­flutn­ingstoll.
Sambært tradeportal of India, so verður allur inn­flutn­ingur tollaður við millum 5 og 35% og er miðaltollurin 15%. Hóast hetta tykist høgt, so er talan um úrslit av miðvísari lækking av tolli, har hægsta mark er lækkað frá 150% í 1991 (sum eisini var ein lækking) til 35% í dag.
Inntøkuskatturin er pro­gressivur upp til 30%. Virkir gjalda 35% + 2,5% av goldna skattinum. Útlendsk virkir gjalda 40% + 2,5 %.
India hevur sostatt verið eitt afturlatið land. Seinni árini hevur verið arbeitt við at lata landið upp og at hava ein marknaðarbúskap. Tað almenna spælir enn ein týðandi leiklut á marknað­um, m.a. í fíggjarheiminum. At torført kann verða at ein­skilja, vita vit alt um, men útlendski áhugin í India er stórur og ynski um útlendskar íløgur setir eisini krøv til landið, sum sjálvt er áhugað í meira dynamikki og útlendskum kapitali.
Singh ístaðin fyri Gandhi
Núverandi forsætisráðharrin sat sum fíggjarmálaráðharri frá 1991 til 1996, og verður mett at hann er arkitekturin aftanfyri tað ovurstóru fram­gongd, sum hevur ver­ið seinastu árini. Hann hevur eisini roynt at bent bú­skap­inum tann liberala vegin. Tað lá tó ikki í kortunum, at hann skuldi gerast for­sætis­málaráðharri, tí kon­gress­flokkurin stillaði upp við Soniu Gandhi sum høv­uðsvalevni. Hon er verdóttir Indiru Gandhi og einkja eftir Rajiv Gandhi. Sonia er fødd italieni og var tað eisini kritikkurin av henni. m.a. tí at harða stríðið var millum kongressflokkin hjá Gandhi, sum er at kalla altumfevnandi, og so tjóðskaparliga hinduflokkin. Tá at hon, ella flokkurin við henni á odda, hevði vunni valið, tók hon ikki av at gerast forsætismálaráðharri, og tí fall valið á Singh. Forsetin, ið ikki hevur so stórt vald, er muslimski Abdul Kalam og kendur sum heilin aftan indisku missilskipanina.
10. størsti búskapur
Sosialu trupuleikarnir í India eru enn stórir. Hóast arbeitt hevur verið við at upp­­loysa kastuskipanina, hevur tað ikki heilt eydn­ast. Undirstøðukervið er ikki nóg væl útbygt og stór­­­ur eftirspurningur er eftir t.d fartelefonum. Land­­­­ið hevur 10. størsta bú­­skapin í heiminum, og verð­ur roknað sum ein av fram­tíðar sterku leikarunum á al­heimspallinum. Landið hevur staðið seg væl í at fáa útflaggaðar vinnur til sín, og hevur eina stóra og vælútbúnað arbeiðsmegi (í tali) at seta inn í alheims kapp­­ingina, men hevur trupul­­leikar av ikki at verða nóg væl útbygt.
Landbúnaðurin hevur enn stóran týdning og fevnir um ein fjórðing av BTÚ. Ídnað­urin er latin upp fyri útlandinum, men ein stórur partur er tó enn almenn ogn . Sambart The Economist, so eru tað tænastur sum eru drívmegin í indiska bú­­skapinum. Vælkenda dømi er m.a. Bangalore, sum er kent sum indiska Silicon Valley.
Framtíðin
Stóra avbjóðingin liggur í at menna alt landið, tí munurin millum rík og fátøk er stórur, eins og at munurin millum sambandslondini er stórur, og at leisturin tey ynskja er ymiskur. India er m.a. spenn­andi, tí talan er um ein sera stóran marknað við yvir einari milliard íbúgv­um. 2/3 arbeiða enn í land­búnaðinum og nógv hava vánaligar liviumstøður. Bú­skaparvøksturin er stór­ur, og um so er at miðal­keypiorkan veksur, gerst India ein av teim áhuga­verdu marknaðunum í heim­in­um, sum eisini hev­ur fingið staðfest sína tyngd, við at koma við í kjarn­orku­klubban.