? Eg má siga, at hetta var ein vónbrot.
? Tí verður hetta sett í verk, er vandi fyri, at møguleikarnir at gera nakað munagott við tann ovurhonds stóra barnaansingar trupulleikan í Havn eru munandi versnaður
Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð er rættiliga vónbrotin av ætlanini hjá landsstýrinum um at leggja barnaansingina út til kommunurnar.
Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt eitt uppskot um, hvussu barnaansingin kan leggjast út til kommunurnar
Av tí, at kommunurnar eru ímóti at fáa blokkstuðul til barnaansingina, heldur bólkurin, at frægasta loysnin er at avtaka lógina um býtið av almannautreiðslum ímillum land og kommunur.
Sostatt kemur landið at betala allar hesar útreiðslurnar einsamalt.
Afturfyri átaka kommunurnar sær so at betala barnaansingina einsamallar.
Eftir hesum uppskotinum fer Tórshavnar Kommuna eina eyka útreiðslu uppá 15-20 milliónir, bara fyri at fíggja barnanasingina, sum er.
Skal so nakað útbyggjast, kostar tað eyka.
Hetta er formaðurin í sosialu rættiliga misnøgd um.
? Hóast Tórshavnar Kommuna er rættiliga væl fyri, er vandi fyri, at umstøðurnar at gera nakað munagott við tann stóra tørvin á barnaansing er munandi versnaður, um vit fáa eina slíka eyka rokning, sigur Elin Lindenskov.
Hon sigur, at skal kommunan gera nakað munagott við barnaansingina, fer tað at kosta aðrar 20 milliónir og hon veit ikki, um politiski viljin í býráðnum er nóg stórur til at brúka so nógvan pening til barnaansingina.
Men fyri hesa upphædd kundu vi havt bygt fleiri stovnar.
Elin Lindenskov sigur, at tað var ikki hetta, sum býráðspolitikarar í Havn høvdu roknað við, tá ið teir krávdu at fáa barnaansingina at umsita.
? Tá væntaðu vit at fáa ein blokk, sum svaraði áleið til tað, sum Landskassin hevði goldið higartil til barnaansing í Havn, ella okkurt sovorði.
Men nú vóru tað kommunurnar sjálvar, sum ikki vildu hava blokk?
? Ja, men tað eru ikki politikarar, sum hava umboðað kommunurnar, í hvussu so er ikki tær størru, sum hava tann stóra tørvin á barnaansin (umboðið fyri býarfelagið var Jens Marius Poulsen, skrivari í Tórshavnar kommunu, blaðm.)
Elin Lindenskov sigur, at fyribils er hennara niðurstøða, at ein blokkur hevði verið betri hóskandi.
Nú verður sagt, at ætlanin er at leggja fleiri onnur sosialmál út til kommunurnar. Har verður Havnin kanska betri fyri enn nógvar aðrar bygdir, tí tað eru t.d. lutfalsliga fá gomul í Havn. Sostatt kann tann ójavni sum er, verða útjavnaður?
?Um hetta var ætlanin hjá Landsstýrinum, so skuldi alt verið gjørt í senn. Sjálv trúgvi eg onki uppá at fleiri málsøki verða løgd út til kommurnar í rúma tíð fram.
Elin Lindenskov sigur, at skuldi tað gerast uppá hendan mátan, var tað skeivt at pilka barnaansingina burturúr heildini.
Nógv brek
Annars heldur hon, at álitið um barnaansingina hevur nógv brek. Tað er at kalla bara tann fíggjarligi spurningurin, sum verður viðgjørdur.
? Men barnaansing er so mangt annað, sum eisini átti at verið við í einum slíkum álitið.
Hon hugsar m.a. um, at onki verður nevnt um, starvsfólkatal, pedagogiskt innihald o.s.fr.
? Eitt nú haldi eg, at vit skuldu havt eina rammulóg, eina barnagarðslóg, sum var galdandi fyri alt landið og sum ásetti karmarnar fyri, hvussu ansingin skuldi skipast.
Elini Lindenskov dámar heldur ikki, at málið verður skundað ígjøgnum, sum tað tykist at ætlanin er.
? Eg haldi, at tað manglar so nógv í hesi viðgerðini, at skal nakað skil vera í, verður tað at kalla ógjørligt hjá kommununum at yvirtaka málið 1. januar, sum landsstýrið ætlar.
Hon sigur, at hetta er eitt so stórt og umfatandi málsøki, at tað ber ikki til at skrumbla tað ígjøgnum.
Hon heldur, at tað hevði verið rættari at gjørt Tórshavnar til eina royndarkommunu, tí so kundu møgulig brekt verið rætta so hvørt. Elin Lindenskov veit ikki, hvørja undirtøku hetta uppskotið fær í kommununi í Havn. Men nú skal býráðið viðgera málið og so fáa vit at síggja.