TB-Fleyr 0-2
17-21, 21-18, 4-7
19-21, 17-21
Sveinur Tróndarson
Undan vikuskiftinum hesaferð var lagt upp til, at tann mest spennandi dysturin í kvinnudeildini fór at vera tann, sum leikast skuldi í høllini í Trongisvági sunnudagin millum TB og Fleyr.
TB hevur klára seg sera væl í byrjanini av kappingarárinum, og hevur vunnið báðar teir fyrstu dystirnar. Fleyr hevði undan hesum vikuskiftinum bara spælt tann eina dystin, men hann varð vunnin, og tí vóru allar fortreytir í lagi til ein spennandi dyst.
Hjá TB vóru fortreytirnar kortini eitt sindur broyttar í mun til seinasta vikuskifti tí Gudrid, sum hevði verið heima í heystfrí, var farin av landinum aftur, og tað sæst tá ein so sterkur spælari fer av einum liði. Kortini hildu tvørámenn ikki, at tað var vandi á ferð, tí nógvir aðrir góðir spælarar eru at taka av, men sum úrslitið vísir, so kom fyrsti ósigurin júst í fyrsta dystinum eftir at Gudrid var farin.
Men Virgar Djurhuus heldur ikki at tað var tað sum var orsøklin til, at TB tapti móti Fleyr.
- Fleyr spældi einastandandi væl. Móttøkuspælið hjá Fleyr riggaði ótrúliga væl, og var grundarlagið undir einum góðum og effektivum álopsspæli, sum kortini ikki var ræðandi. Hinvegin arbeiddu tær ótrúliga væl í verjuni, og tær fingu so at siga alt upp aftur av gólvinum, sigur Virgar Djurhuus.
Mariann og Súsanna koyrdu á Fleyr
Tá móttøkuspælið riggar, so er munandi lættari hjá hevaranum at arbeiða, og av tí at móttøkurnar hjá Fleyr koyrdu sum tær koyrdu, so hevði Mariann Øster, hevarin hjá Fleyr, lætt spæl.
- Hon spældi einastandandi væl og var nokk høvuðsorsøkin til sigurin hjá Fleyr, sigur Virgar, sum kortini leggur afturat, at Mariann ikki var einsamøll um at spæla væl hjá Fleyr.
Hann vísir á Sússanu McBirnie, sum á miðjuni vann næstan alt hon nært við.
- Hon er roynd, og tað sæst aftur, sigur Virgar Djurhuus.
Tordu ikki at taka ábyrgd
Hjá TB var orsøkin tann, at móttøkuspælið gekk av skriðuni. Móttøkurnar komu ikki nóg langt fram á vøllin, og tískil mátti hevarin arbeiða ótrúliga nógv fyri at sleppa til bóltarnar.
- Men av tí sama verðru torført at fáa eitt líkinda álop burturúr, sigur Virgar sum leggur afturat, at tað kanska var her, størsti saknurin var í Gudrid.
Hon dugir ótrúliga væl at sláa og kann sláa allastaðni frá. Tað mangla hinir leikararnir eitt sindur av enn, og tá samstundis eingin torir at fara inn at taka ábyrgd í móttøkuspælinum, so sigur tað seg sjálvt, at tað má enda galið, sigur Virgar Djurhuus, sum er sera vónbrotin av spælarunum á TB-liðnum.
- Eg haldi ikki, at tær vístu tann rætta hugburðin til spælið, og tað er ótrúliga keðiligt. Tær vóru seinar og sløvar, og tað eigur ikki at koma fyri, sigur Virgar.
Hann leggur kortini afturat, at tað kann hava sína ávirkan á spæli hjá TB, at venjarin valdi at skifta nógv út millum leikararnar og tað kann væl hava verið ein orsøk til misjavna úrslitið hjá TB-kvinnunum móti Fleyr.
- Tað sigur seg sjálvt, at tá tríggir nýggir leikarar vera settir inn ísenn, so tekur tað tíð, áðrenn liðið finnur seg til rættis við nýggju leikararnar, og eg haldi, at tað var ein av frágreiðingunum til, at fleiri stig vóru tapt enn gott er, sigur Virgar Djruhuus, sum annar leggur afturat, at hesin dysturin neyvan verður ein sum fólk fara at minnast fyri tað góða álopsspælið, hóast hann var rættuliga javnur.
Við úrslitinum sunnudagin hevur Fleyr tveir sigrar í posanum nú liðið hevur leikt tveir dystir. Liðið hevur júst fingið nýggjan venjara, sum framyvir skal taka sær av venjingini, og tað er munandi hugaligari hjá Romica at yvirtaka eitt vinnandi lið heldur enn eitt lið sum júst hevur tapt.