Ólavsøkukonsertin 2002: Buldur og brak undir víðopnum himni

Árliga ólavsøkukonsertin hjá FUT varð sum vanligt aftur hildin í Kommunuskúlagarðinum fyri okkurt um 3000 áhoyrarum. Konsertin kundi bjóða alt frá Kingo-sálmum til harðan og ráan rock

Ólavsøkan: Heilir tíggju bólkar høvdu fingið pláss á ólavsøkukonsertini í ár. Stílurin teir ymsu bólkarnir spæla er fjølbroyttur, men tó hevur tann harði rockurin fingið eitt sindur meira pláss enn annað.
Kommunuskúlagarðurin var stúgvandi fullur av fólki teir tímarnar konsertin vardi, og vóru veðurgudarnir okkum aftur til vildar hesuferð, tí veðrið var fínt alla konsertina.

MC Hár elskar teg

Teir ymsu bólkarnir komu á pallin, ein fyri og annar eftir. D-Zenz, sum vann Pop Top kappingina í Grasagarði fyrr í ár, løgdu fyri um 21 tíðina og harfrá og til klokkan gott 3 á morgni fór tónleikurin við fullari ferð runt um í Kommunuskúlagarðinum.
Tangz, sum hava ligið stillir í eina tíð, vóru nú aftur at síggja á palli saman. Sum vant høvdu teir aftur hesuferð gjørt nakað heilt serligt burturúr klædnastílinum. Hesuferð vóru tað oljuklæðini og skipstroyggjurnar, sum pyntaðu tónleikararnar. Við føroyska tónleikinum, skríggjandi appelsinlittum oljubuksum og skipstroyggjum skapaðu tangzararnir ein heilt serligan stemning í garðinum ta løtuna teirra tónleikur var at hoyra.
Gimpurin hoyrir til 200. Tað vita øll. Og gimpurin var eisini við tá 200 kom á pallin leygarkvøldið. Tann harði og provokerandi punkrockurin hjá bólkinum tænti sínum endamálið, og vóru fólk uppøst tá teir fóru aftur av pallinum.
Siga, hvat tú siga vilt, men so átti manningin í MC Hár kvøldins besta show. Og soleiðis er tað hvørja ferð MC Hár er á palli.
Allan og Niels Uni vóru í silvurlittum boksarashortsum og berum yvirbelti. Rókur úr Tangz var gestakórsangari hjá MC Hár hetta kvøldið, og vóru hann og hin kórsangarin, Eyðun í klædningi.
Meðan tónleikurin buldraði uppá tað allar villasta, vóru stórir luft bóltar kastaðir út til áskoðararnar. Reyðar og gular kúlur sveimaðu í luftini meðan orðafloymurin hjá MC Hár druknaði í áskoðarafjøldini.
Í fjør hevði bólkurin danskar stripparar við á pallinum. Hesuferð høvdu teir valt at víðka um pallin, soleiðis, at teir báðir, Niels Uni og Allan, við tveimum dansarum stóðu á hálvtakinum við dansaragentum, meðan restin av bólkinum stóð á vanliga pallinum. Hetta vísti seg at rigga fínt.

Clickhaze setti punktum

Tætt uppundir klokkan 3 kom Clickhaze á pallin. Í leðurbuksum og troyggju til føroyska búnan við mallum og stima kom Eivør við restini av manningini á pallin í Kommunuskúlagarðinum.
Tey spældu løg av nýggju fløguni, og sang allur garðurin við tá lagið Daylight varð spælt.
Bólkurin spældi væl sum altíð, men tann tungi tónleikurin og Kingo sálmar var kanska, men bara kanska ikki tann besti mátin at enda eitt annars so væleydnað tónleikatiltak uppá.
Og løtu seinni var konsertin liðug. Teir nógvu tímarnir tóktust sum nøkur fá korter, men tá Clickhaze hevði spælt seinasta lagið, var punktum veruliga sett fyri ólavsøkukonsertina á hesum sinni. Enn einaferð ein brakandi succes hjá FUT.
Fyrireikarnir eru, sum vera man, stak væl nøgdir við konsertina.
? Vit eru serliga væl nøgdir við ljóðið, sigur Kaj Johannesen úr FUT. ? Vit høvdu fingið ein professionellan ljóðmann úr Danmark, sum eitur Flemming Hanson at taka sær av ljóðinum, sum áskoðararnir hoyrdu, meðan Jón Steingrund tók sær av ljóðinum á pallinum. Hesuferð ljóðið konsertin veruligani væl.
Kaj sigur, at tey flestu orkestrini spældu væl, og tað var stuttligt at síggja tann heimagjørda tónleikin hjá teimum ungu orkestrum blóma.
? Eisini høvdu vit sera gott ljós. Egil Hansen, sum lesur til ljósmann í Danmark, hevði nýggj lekkur ljós við, sum riggaðu ógvuliga væl.
Umleið 3000 atgongumerki vórðu seld, ella rættari 2840, men hetta talið er ikki fíntalt enn.
? Tað sirmaði um dagin, so tað hevur helst havt sína ávirkan. Og so høvdu vit onki veruligt trekkplástur uttan Clickhaze, tí Frændur vóru jú ikki við í ár, so ein kann siga, at vit eru væl nøgdir, sigur Kaj Johannesen úr FUT at enda.