Hóast Óli var tann einastu av synunum hjá Smiðinum, ið eisini var kallaður Smiðurin, so hevði Óla Smið ikki nakran serligan hug til jarnsmíð. Hansara fremsti áhugi var grótarbeiði og gróthøgging. Hann kom runt í Føroyum at arbeiða fyrst við pápanum og seinni við brøðrunum. Seinni gjørdist hann formaður og meistari fyri fleiri byggiarbeiðum, sum lendingum, kirkjum og skúlum. Hann var av størstu monnum. Svarthærdur og svartskeggjutur. Kanska var hann nakað illbrýntur á at líta, men hann hevði eitt gott hjartalag.
Greið støða til rúsdrekka
Afturat hesum var hann kendur sum íðin fráhaldsmaður. Her hevði hann eina greiða støðu.
Í brævi til beiggja sín Petur skrivar hann um hetta mál:
Jeg takker dig mange gange for de dejlige Formaninger, du skriver til mig om ikke at drikke Brændevin. Du skal ikke være bange, fordi jeg, Gud være lovet, er kommen til det Resultat, at Brændevinen er Roden til alt ondt, og du kan være sikker paa, at Brændevin ikke er kommet inden for mine Læber, siden du gik her fra, og om du vil faa at vide, hvorledes det er gaaet, saa vil jeg forklare dig det. En Søndagaften var jeg blevet lidt beruset, da jeg kom hjem til min Kjæreste, og hun skammede mig saa ud, at jeg lovede aldrig at smage Brændevin mere, og siden den Dag, har jeg været aldeles sikker.
Óli gjørdist eisini ein av oddamonnunum í losjuni í Havn. Fyrsti formaður í losjuni var danin Laurits Henriksen, sum eisini stovnaði hana. Tá ið hann legði frá sær, varð Óli valdur í hansara stað, og hann var sostatt fyrsti føroyingur, sum stóð á odda fyri losjuni. Óli var heldur ikki sørur fyri at yrkja. Tá ið hann tók við eftir Henriksen, skrivaði Óli eina yrking til heiðurs fyri hann.
Beiggi Óla, Jákup Andreas var eisini ein av oddamonnum í losjuni. Sigast kann at Argeættin eigur sín part í fráhaldsrørsluni. Í frálíku bókini um losjuna í Havn eru tilvísingar til ikki færri enn 30 við eftirnavninum Arge. Bókin er eisini skrivað av einum Arge!
Grót sum vinna
Eisini hesa tíðina var nógv tosað um at fáa vinnur afturat teirri ofta svikaligu fiskivinnuna. Tá sum nú kom grót ofta uppá tal. Á hesum øki vóru Argjamenn í fremstu røð við beiggjanum Jákup Andreas á odda. Men tað kom tó ikki tað burturúr, sum menn vónaðu.
Óli arbeiddi nógv saman við beiggjanum Petur. Teir fóru í 1913 kanningarferð til Danmarkar, Svøríki og Noreg. Teir komu aftur við nýggjum amboðum at høgga gravsteinar øðrvísi enn áður.
Óli hevði altíð havt hug til myndahøgging úr gróti. Í 1895 høgdi hann brævpressara úr gróti við egnari hond sum fyrimynd. Hann varð sýndur fram á fyrstu føroysku framsýningini á fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð í 1895, og Óli fekk heiðurstekin fyri hann. Fyri ein gravstein fekk hann aðru virðusløn á landsframsýningini í Århus í 1909.
Tá ið Petur var deyður fór Óli at høgga fyri seg sjálvan. Hann høgdi nógvar gravsteinar millum annað við relieffmyndum av sluppum. Nevndur kann verða minnisvarðin í Hósvík yvir manningina á Nólsoynni, sum gekk burtur í 1934. Nakrir steinar fóru til Íslands. Dømi um hesar er gravsteinurin á Seyðisfjørðinum yvir teir, sum fórust við bátinum av Riddaranum í 1927. Annað dømi er steinurin yvir teir, sum doyðu umborð á Acorn í 1928, og sum eru grivnir í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík skamt frá grøvini yvir teir, sum fórust við Onnu í 1924.
Tá ið farið var undir at byggja molan í Havn í 1922 og øll árini til havnalagið var liðugt, var so nógv gróthøggingararbeiði, at tað vóru ikki nóg nógvir gróthøggarar í landinum. Seinnapartin av 20-unum gav byggingin av Bókasavninum á Debesartrøð eisini arbeiði, men í kreppuárinum í 1930-unum var minni at gera.
Allastaðni, har Argjamenn bygdu, var Óli við. Hann var sjálvur formaður at gera lendingina á Argjum, í Dali og í Skúgvi.
Prestagarðin í Fuglafirði og kirkjuna á Húsum var hann eisini við til at laða.
Misti konu og dóttir
Óli giftist i 1888 við Marin Johansen úr Britustovu á Eiði. Tey giftust inn til gamla Smið á Argjum og yvirtóku hús hansara, tá ið hann doyði.
Óli er tann seinasti av brøðrunum, sum flytir av Argjum. Hetta hugaði honum lítið, men hann var komin so fyri av sjúku í húsinum, at seldi hann ikki hús og trøð og gekk frá heiminum á Argjum, varð alt selt undan honum.
Marin og dóttirin Lina fingu báðar tuberklar og lógu ár í seingini á Argjum. Óla Smið var tí bæði maður og kona. Men almennur stuðul fanst ikki í slíkum førum tá í tíðini, og hann noyddist tí at vera við hús nógvar dagar.
Poulina doyði í 1902, 10 ára gomul. Mamman livdi nakað longur. Okkurt stutt skifti lá hon á sjúkrahúsinum, meðan Óli var á bygd og arbeiddi. Hon doyði á Argjum í 1904.
Marin og Óli áttu børnini:
· Niels Juel f. 25.12. 1889, doyði í 1911
· Poulina f. 4.5. 1892, gjørdist 10 ár
· Magnus f. 5.2. 1895, búsettist í Klaksvík
· Óli f. 10.2. 1897. Giftist við Mallu Johannesen úr Vestmanna
· Bernhard f. 6.3. 1899. Giftist við Fridu Poulsen í Klaksvík.
Óla Smið giftist 3. Oktober 1907 uppaftur við Sofíu Johansen úr Havn. Tey fingu døturnar:
· Marsannu f. 16.5.1908, giftist við Juul Andreassen av Velbastað.
· Linu, f. 25.6. 1918
· Oslu f. 4.10 1923, doyði 6 ára gomul.
Óla Smið doyði 9.10 1945, 81 ára gamal. Fía doyði 7.4. 1965, 84 ára gomul.
Hesi trý Osla, Óli og Fía hava gravstein saman í gamla kirkjugarði. Fyrra konan Marin er jarðað saman við soninum Niels Juel. Undir liðuni á teimum liggur Lina grivin.
Keldur:
Niels J. Arge og abbasonur hansara Erling Isholm
Komandi partur
Komandi hósdag verður greitt frá Jens Christian Djurhuus, sum fór ungur burtur at sigla, og sum kom heim til Føroyar á ellisárum og doyði stutt eftir