Selt máling í 40 ár

Dagurin í morgin er ein stórur dagur fyri Finnbjørn Mouritsen í Havn. Tá eru liðin 40 ár síðani hann og bróðirin, Eyðun, sáli, fóru undir at selja máling í kjallaranum hjá Linu Arge í Havn. Handilin var 24 fermetrar

Í morgin eru 40 ár síðani, at Málingahandilin hjá Mouritsen brøðrunum lat upp á horninum V. U. Hamm-ershaimbsgøtu/J. C. Svabosgøtu í Havn. Tað vóru teir báðir, Finnbjørn og Eyðun, sum lótu upp handilin. Teir eru synir hjá Andreas Mouritsens, málarameistara, vanliga nevndur Gubbi, og Alvildu, sum var fastur partur av handlinum í nógv ár.
Andreas doyði í bestu ár-um í 1958, hann var tá 52 ára gamal. Eyðun Mourit-sen, sum eisini var málari, tók yvir virksemið hjá páp-anum. Og tað var eitt stórt virki, tí hann hevði javnan einar 10-15 mans í ar-beiðið. Um tað mundið, tá hann doyði, var hann í ferð við at mála í nýggja bygninginum hjá Føroya Banka í miðbýnum í Havn.

Byrjaði í Brúksuni
Finnbjørn fór sum 14 ára gamal í læru í Føroya Keypsamtøku í Havn, sum tá hevði til húsa niðri í Bringsnargøtu. Hetta var í 1952. Hann var eisini við, tá Keypsamtøkan keypti húsini í Dr. Jakobsensgøtu, har nýggjur bygningur seinni varð bygdur. Men í 1962, tann 7. september, lótu hann og bróðirin, Eyðun, upp handilin í kjallaranum hjá Linu Arge.
Hóast tað vóru brøðurnir, Finnbjørn og Eyðun, sum stovnaðu og róku handilin, so vóru hinir brøðurnir eisini við okkurt skiftið. Áki, sum nú býr í Danmark, var í mong ár á skrivstovuni, og Arnbjørn var eisini okkurt skiftið í handilinum, hóast hann heldur valdi at starvast sum málarameistari. Arnbjørn og Eyðun doyðu báðir í bestu árum í 1983, einans tríggjar vikur vóru millum deyða teirra.

Byrjaðu við 24 fermetrum
? Vit byrjaðu í kjallaranum hjá Linu, men har gjørdist skjótt ov trongt, har vóru einans 24 fermetrar. Í 1965 var tí bygt afturat húsnum hjá Linu niðaneftir, og tá vaks handilin munandi, greiðir Finnbjørn frá, tá vit hittu hann á máli í stóra handilsbygninginum á Sandvíkarhjalla í gjár.
Men virsemið vaks al-samt, og neyðugt var tí við enn meira plássi. Í 1970 verður 200 fermetrar stóri bygningurin á horninum Landavegur/J. C. Svabosgøta tikin í nýtslu. Hesin bygningurin var til samans 600 fermetrar í trimum hæddum.
Men fyri at byggja hend-an bygningin var neyðugt at keypa tvey hús, sum har stóðu. Á horninum stóðu húsini hjá Christoffer Hansen og við síðuna av teimum húsini hjá Archibald Askaham.
Eyðun Mouritsen búði uppi í Tórfinsgøtu, og skiftu hann og Archibald Askham um hús, soleiðis at stóri handilsbygningurin kundi byggjast. Í desember 1970 lat handlin upp. Nú høvdu Mouritsen brøðurnir so nógv pláss, at partar av bygninginum varð leigaður út. Uppi á lat upp bow-ling-høll við matstovu, og var hendan opin nøkur ár fyrst í sjeytiárunum.

Stór suksé
? Í 1975 tóku vit so tað sinnisjúku avgerð at keypa eitt grundstykki upp í Hoyvík ? á nýggja ídn-að-ar-økinum, sigur Finnbjørn við einum speiskum smíli.
Men hann leggur afturat, at hetta var tann størsta sukse?in, hann nakrantíð hevur gjørt.
Hann vísir á, at tað var sera vágið í sjeytiárunum at byggja ein stóran hand-ilsbygning so langt uttan fyri býin ? og vænta, at fólk kom at keypa, men tað riggaði. Talan var um fyrsta handilsbygningin í Hoyvík, tað var bara Phil & Søn, sum vóru har framman undan. Nakað seinni komu so Reyni Service og Bilasølan Norrøna.
? Vit nevndu handilin Teppihøll, og løgdu dent á teppi og gólvvørur, sigur Finnbjørn.
Hesin bygningurin var 1.500 fermetrar til víddar, og er tað bygningurin, har Føroya Fornminnissavn heldur til í dag. Bygningur-in hýsir m. a. viðgitnu Kirkjubøstólunum.
Fyrst í áttatiárunum varð bygningurin víðkaður við enn 1.500 fermetrum, og fóru teir nú undir eisini at selja møblar.
Um hetta mundið keptu og umvældu teir eisini ein bygning á Tvøroyri, og hevur handilin havt deild har síðani. Eitt skifti seldu teir eisini kurvamøblar og eitt sindur av møblum í gamla bygninginum hjá Holgar Jensen í Niels Finsensgøtu í Havn. Men í 1989 varð enn eitt stórt stig tikið, tí tá lat upp stóri handlin á Sandvíkarhjalla, sum er 4.800 fermetrar til víddar.

Eldur og kreppa
Tað gjørdist kortini eitt stórt bakkast hendan dagin, handilin skuldi lata upp.
? Tá vit komu niðan í handilin hendan dagin, stóðu brandbilar í túninum, greiðir Finnbjørn Mouritsen frá.
Eldur var av einhvørjari ókendari orsøkin kyknaður í forhøllini til goymsluna, og hóast brandskaðin ikki var so stórur, so var nógvur roykskaði.
? Alt húsið mátti tømast og vaskast. Hetta var eitt stórt bakkast, sum ávirkaði søluna í fleiri mánaðir aftaná, greiðir Finnbjørn Mouritsen frá.
Eftir hetta rendi alt samfelagið seg í búskaparkreppuna, sum eisini hevur havt sína stóru ávirkan á handilsvirksemið hjá Finnbjørn og hinum í Málinghandlinum, sum havnarfólk framvegis kalla handlarnar hjá Mouritsensbrøðrunum.
Málingahandlarnir hjá teimum virka í dag undir heitinum Litaval. Hetta er ein keta av sjálvstøðugum handlum í Føroyum, sum tó eru partar av donsku ketuni, Farveland. Finnbjørn Mouritsen sigur, at tað ber illa til í dag at virka sum handilsmaður, uttan tú ert við í einhvørjari ketu, tað sama er við møblahandlunum, sigur hann.

Finnbjørn tuskar enn
Finnbjørn Mouritsen er í dag 64 ára gamal. Hann hevur trekt seg eitt sindur aftur, og hevur latið yngri kreftir komið til. Stjóri í fyritøkuni í dag er Jóannes Mouritsen, bróðirsonur hansara, meðan Finnbjørn sjálvur er deildarleiðari í stóra handilinum á Sandvíkarhjalla.
Men at futtur framvegis er í honum, kennist á øllum brøgdum. Meðan vit órógva hann í ein lítlan hálvan tíma inni á skrivstovuni aftur við einum kaffimunni, kláraði hann at selja minst ein kantklippara gjøgnum telefonina, og meðan vit ganga út gjøgnum handilin ? útum at taka eina mynd, avgreiðir hann onkran kunda á vegnum.
Í dag, fríggjadag, bjóðar handilin til móttøku í HB-húsinum millum kl 15 og 17.
? At halda ein 40 ára dag er kanska ikki so nógv. Men eg vænti neyvan, at eg verði við, tá 50 ára dagurin verður hildin, tí hvør arbeiðir, til hann verður 74? spyr Finnbjørn okkum.
Okkara boð er, at Finnbjørn tuskar við sama lag í handlinum um 10 ár.

Hjartaliga tillukku við degnum!