Víkingi í fjør, og nú er Tróndur í Gøtu eftir okkum. Tað er so púra víst, at vit eru gandaðir. Tó høvdu vit ikki líka nógvar málmøguleikar í dag, sum vit hava havt í onkrum øðrum dystum, sum t.d. í dystinum [...] dystinum ímóti HB í Gundadali farna mikukvøld. Uppiborin sigur Innskifti Kaj Leo í Bartalstovu var ikki í iva um, at Víkingur hevði uppiborið at vinna dystin í Fuglafirði: – Eg haldi vit høvdu uppiborið at [...] møguleika hjá Víkingi uppum málið hjá ÍF í seinna hálvleiki, og spakuliga vóru fólk farin at innstilla seg uppá ein javnleik, tá tann innskifti Kaj Leo í Bartalsstovu í 81. minutti ger eitt hegnisligt gjøgnumbrot
mentanarnáttini í Tórshavnar kommunu, hin 4. juni, tekur Tjóðsavnið alment í nýtslu ein nýggjan plantufrøðiligan - ella botaniskan - urtagarð Heima á Garði í Hoyvík. Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum [...] vóru tríggir urtagarðar í Hoyvíkini í samband við gomlu Royndarstøðina og garðurin, sum arbeitt hevur verið við seinasta árið, er vakurt laðaður og er einar 500 fermetrar stórur. Í urtagarðinum eru snøggar [...] hetta arbeiði í fjør, tá so nógv varð avlýst vegna koronu. Vit vildu gera okkurt, sum gav meining, og nú hava vit so gjørt av, at urtagarðurin alment skal takast í nýtslu. Stjórin vísir á, at í løtuni eru
úti í atmosferini og vent, er lagdur sum tak á ein hjall í Klaksvík og skal nú verja krovini, sum fara at hanga í hjallinum í heyst. Tað var í 2010, at klaksvíkstrolarin Gadus fekk eitt skjøldur í trolið [...] øðrum umleið 30 seyðir um árið, og tað verður gjørt í seyðahúsinum. Í heyst skulu krovini so út í nýggja hjallin at hanga. - Eg havi gjørt hjallin uppi yvir einari á, tí tað skal halda flugunum burtur, so [...] leita seg fram til, at skjøldurin var partur av eini russiskari rúmdarrakett, sum í november 1981 hevði sent ein fylgisvein í ringrás um jørðina. Rakettin var 30 metrar til longdar og vigaði góð hundrað tons
men tað er á tí støðinum, vit eru í løtuni, sigur Mads A. Winther. Tá verkætlanin varð almannakunngjørd tíðliga í desember varð roknað við, at spakin kundi verið settur í eitt ár seinni. Og hóast tað dregur [...] spaki settur í í ár. Tí tá ein prinsippgóðkenning fyriliggur frá býráðnum, skulu endaligu projekteringarnar gerast. Og síðani skal verkætlanin leggjast alment fram, og har skulu hon liggja í minst tríggjar [...] at Mads A. Winther kunngjørdi stórfingna verkætlan uppi við Miðlon við Hoyvíksvegin. Talan er um ein stórdepil, sum skal umfata eitt luksushotell í tíggju hæddum við øllum fasilitetum. Hotellið verður
miðhøllina í nýggja skúlanum, lýsir eina søgu um tann, ið fer út í stóru verð at søkja sær kunnleika og eydnu. Myndrondin, sum í støðum er seks metrar høg, er gjørd úr ymsum tilfari, ið er fest á bróstið í stóru [...] ger teir deformar. Litir og skap dominera. Uppi á brúnni, sum fer gjøgnum høllina, er upplivingin ein onnur, sigur listamaðurin. Brotapettini í myndrondini eru í ymsum litum og úr ymsum tilfari. Nøkur eru [...] Edward Fuglø, sum skal myndprýða nýggja skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík. Tað samtykti Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu á fundi í gjár, tá bólkurin valdi uppskotið hjá Edwardi Fuglø millum tey trý
narkotikahundar í Føroyum. Teir verða brúktir til at leita eftir rúsevnum, bæði uppi á ferðafólki, í posti, í farmaflutningi og umborð á skipum. Harumframt hevur tollvaldið røntgentól á posthúsinum í Havn at kanna [...] og reglar í gildi í Føroyum, sum høvdu gjørt tað lættari hjá løgregluni at stríðst ímóti rúsevnasmuglarum. Dyggiliga afturútsigld Tað, sum Bergleif Brimvík hugsar um, at føroyskir myndugleikar í mong ár [...] Danir hava dagført rættargangslógina í nógvum umførum og hann skilir ikki rættiliga, hví tað skuldi tikið so langa tíð at dagført hana í Føroyum. Heilir átta kapittlar í lógini, sum umfata arbeiðið hjá politinum
Norðoyatunnilin verður ikki stongdur á nýggjárinum. Tað er greitt eftir bygdaráðsfund í Leirvík í gjárkvøldið. Bilar sum koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, hava havt fyribils loyvi at koyra ígjøgnum Leirvíkar [...] sum bygdaráðið nú vil hava Løgtingið at seta í verk. Undantaksloyvið til at koyra ígjøgnum bygdina, er bara galdandi til 1. januar og higartil hevur bygdaráðið í Leirvík noktað at longja loyvið. Tað hevur [...] Løgtingið hevði avgreitt málið um at gera nýggjan veg. Vísa ábyrgd Men á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið tók bygdaráðið í Leirvík kortini málið upp aftur. - Vit hava samtykt at longja freistina til 1. oktober
eitt nærvarp, sum var ein norðurlendskur pallur í Føroyum, sjálvandi við nógvum føroyskum uppi í. At senda amerikanskan og enskan tónleik er onki endamál í, tí tað eru tað so mong ið gera. Annars leggur [...] framvegis ætlanin at fáa útlendingar upp í ætlanina. Teir hava havt samband við útlendsk feløg at vita, um áhugi er fyri at vera við í einu føroyskum nærvarpi, og í løtuni verður bíðað eftir svari uppá teir [...] Í eini 10 ári havi eg bíðað eftir hesum. Men nú nærkast-hóast langt er eftir á mál. Georg Eystan Á er ein av teimum, sum hevur stóran áhuga fyri at fara undir at senda nærvarp í Føroyum. Og tann áhugan
at tað er vandameiri at síga í rókunum enn tað er í ferðsluni. Í mínari tíð eru tveir mans farnir fyri bakka og tað er ikki nógv, tá ið vit hugsa um, hvussu nógvir eru uppi í slíkum arbeiði, sigur Oskar [...] kemur í Mykineshólm á Pálsmessu, 25. januar ? sama dag, sum lomvigin kemur undir land. Stovnurin er væl fyri. Fuglateljingin, sum var fyri 3-4 árum síðani vísti, at stovnurin er í stórari framgongd í Norður [...] Í hesum døgum sóknast Mykinesfólk eftir fólki til at rudda røkurnar, har súlurnar halda til. Í minsta lagi 25 mans skulu til, um ruddingin skal verða av nøkrum. Gamla súluskipanin er 24 mans. ? Røkurnar
hjá Sjómansheiminum. ? Ja, bara í Pizza-Caféini umsettu í fjør fyri líka nógv, sum alt Sjómansheimið gjørdi í 1995, sigur Jeffri. Og meðan tey kíta seg við pizzadoynum í niðastu hædd, so er tað hinvegin [...] 995 krónur, takk. Ein nátt í kongasuituni við útsýni yvir Vágsbotn og Vesturbýin boðar frá, at gamla Sjómansheimið í Havn gongur nýggjar leiðir. Tann hvíti bygningurin er ikki longur bara eitt heim fyri [...] ja, uttan iva komandi oljumenn eisini. Við Internet í kømurum koblar Sjómansheimið seg á nútíðina og bjóðar bæði Hotel Føroyum og Hotel Hafnia av í kappingini um útlendskar og føroyskar náttargestir. Umframt