Vit eru í bíðistøðu

Landsstýrismálanevndin hevur í morgun havt fund, og sambært forkvinnuni, Heidi Petersen, er nevndin nú í bíðistøðu

- Vit hava havt fund í morgun, har vit viðgjørdu málið um Tórbjørn Jacobsen, fiskimálaráðharra. Vit hava heitt á løgmann um at upplýsa nevndina um, hvat hann nágreiniliga kannar, samstundis sum vit hava biðið hann halda nevndina kunnaða um málið leypandi, sigur Heidi Petersen.

Tá ein niðurstøða er greið frá løgmanni, fer nevndin at taka støðu til, um hon fer víðari við málinum.

- Okkara uppgáva er at kanna, um landskassin er verri fyri av partabrævasøluni, og um tað eru skattlig viðurskifti í málinum, sum hugt eigur at verða nærri at, sigur Heidi Petersen, forkvinna í Landsstýrismálanevndini.