995 krónur, takk.
Ein nátt í kongasuituni við útsýni yvir Vágsbotn og Vesturbýin boðar frá, at gamla Sjómansheimið í Havn gongur nýggjar leiðir.
Tann hvíti bygningurin er ikki longur bara eitt heim fyri sjómenn, men eitt hotel fyri ? ja, uttan iva komandi oljumenn eisini.
Við Internet í kømurum koblar Sjómansheimið seg á nútíðina og bjóðar bæði Hotel Føroyum og Hotel Hafnia av í kappingini um útlendskar og føroyskar náttargestir.
Umframt Internet og tað obligatorisku brúsuna fært tú eisini 14 sjónvarpsrásir yvir fylgisvein í kamarið. Og meðan skápið helst eisini kann brúkast til gummistivlar, sum lukta av sildaveiði, so er vert at leggja til merkis, at buksupressarin stendur har hann skal.
Men á kamarinum er onki barskáp.
? Nei, vit ætla okkum ikki at søkja um skeinkiloyvi, sigur fyristøðumaðurin Jeffri Johannesen. Hann sigur, at hetta er politikkurin hjá Sjómansheiminum, og hetta ætla tey ikki at broyta, sjálvt um onkur matstovukundi so kanska velur at fara, har vín fæst við matinum. Jeffri metir, at fyrimunirnir við einum alkoholfríum umhvørvi eru størri enn vansarnir.
Tjekkurin frá Maersk
Alt stóð annars til at bresta, tá leiðslan á Sjómansheiminum gjørdi av, at nú skuldi bera.
Tað var ikki minst hin nógv umrøddi tjekkurin frá Maersk upp á eina millión krónur, umframt stuðulin upp á fýra milliónir krónur frá ITF (International Transport Forbundet) ið legði lunnar undir føroyska áræðið.
Á tíðindafundi mánamorgunin duldi Jeffri ikki fyri, at lagaði lagnan seg ikki, sum hon gjørdi, hevði gamla Sjómansheimið farið á húsagang tá í 1995. So illa stóð til.
Hóast dygga stuðulin, so skyldar Sjómansheimið framvegis seks milliónur krónur. Jeffri viðgongur, at tað krevur nakað at fáa hjólini at mala soleiðis, at eisini kreditorarnir eru nøgdir.
? Vit hava roknað okkum fram til, at í miðal skulu 55 fólk skulu gista her hvørja nátt.
Hann dylir ikki fyri, at eitt komandi føroyskt oljuævintýr eigur at kunna at fáa tað at dryppa í kassan hjá Sjómansheiminum.
Farvæl seyðarhøvd
Við nýggju Pizza-Caféini eru aðrar fíggjarligar dimensjónir eisini vorðnar partur av gerandisdegnum hjá Sjómansheiminum.
? Ja, bara í Pizza-Caféini umsettu í fjør fyri líka nógv, sum alt Sjómansheimið gjørdi í 1995, sigur Jeffri.
Og meðan tey kíta seg við pizzadoynum í niðastu hædd, so er tað hinvegin slutt við seyðarhøvdum og ræstum fiski á menukortinum í matstovuni uppi yvir.
Hóast rótføroysk matmentan ikki longur er partur av Sjómansheiminum, so heldur Jeffri fast við, at talan skal vera um eitt heimligt umhvørvi hjá gestunum. Hóast tað er nóg fínt til hvønn oljusjeik tað skal vera, so skal sjómaðurin ? sum heimið upprunaliga varð ætlað til ? framvegis vera vælkomin.
Og hann fær framvegis avsláttur í prísi. Ein prísur, sum er øktur við næstan 100%. Fyrr kostaði eitt einkultkamar 275 krónur fyri eina nátt. Nú er prísurin 440 krónur.
Við blómuprýðinum frá Orkis, og við málningum eftir Trónda Paturssyni, Amariel Norðoy og øðrum av fremstu listarmonnunum í Føroyum hangandi á vegginum, royndi Jeffri ikki so frægt sum at krógva, at mánadagur tann 16. mars 1998 var ein stórur dagur fyri Tórshavnar Sjómansheim.
Eitt heim við kongasuitu.