- Eg havi projekterað so hvørt, sum garðurin er bygdur, sigur Annleyg Patursson. Myndir: Álvur Haraldsen.

Urtagarður letur upp Heima á Garði í Hoyvík

- Nýggi urtagarðurin, sum letur upp á mentanarnáttini, verður opin 24 tímar um døgnið, og her kunnu fólk, sum hava áhuga fyri føroyskum uppruna plantum, altíð vitja, sigur stjórin í Tjóðsavninum.

 

- Eg havi projekterað so hvørt, sum garðurin er bygdur, sigur Annleyg Patursson. Myndir: Álvur Haraldsen.

 

 

Á mentanarnáttini í Tórshavnar kommunu, hin 4. juni, tekur Tjóðsavnið alment í nýtslu ein nýggjan plantufrøðiligan - ella botaniskan - urtagarð Heima á Garði í Hoyvík.

 

Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum, sigur, at tað vóru tríggir urtagarðar í Hoyvíkini í samband við gomlu Royndarstøðina og garðurin, sum arbeitt hevur verið við seinasta árið, er vakurt laðaður og er einar 500 fermetrar stórur. 

 

Í urtagarðinum eru snøggar gøtur, berir klettar og føroyskur uppruna vøkstur, og her er bonkur og borð, sum fólk, ið vitja garðin, kunnu sita við. - Vit byrjaðu hetta arbeiði í fjør, tá so nógv varð avlýst vegna koronu. Vit vildu gera okkurt, sum gav meining, og nú hava vit so gjørt av, at urtagarðurin alment skal takast í nýtslu. 

Stjórin vísir á, at í løtuni eru umleið 150 ymiskar plantur og trø í garðinum, og málið er, at talið av uppruna plantum skal koma upp á umleið 200. Við tað, at tíðin er stutt, síðan fyrstu planturnar vórðu settar niður í moldina, og at tað var rættiliga kalt í mai, er vøksturin so dánt komin fyri seg. 

Men, nú lýggja so smátt er komin í veðrið, fer meira at síggjast til forvitnisliga og forkunnuga vøksturin. 

 

- Vit hava ein gartnara knýttan til stovnin, sum áður hevur arbeitt hjá okkum, og hetta er Annleyg Patursson. Tað er hon, sum hevur staðið fyri tí praktiska og við hepnari hond hevur sniðgivið urtagarðin. Hon hevur eisini dyrkað fleiri plantur her, sigur stjórin. 

Tá In.fo vitjaði plantufrøðiliga urtagarðin Heima á Garði í Hoyvík í síðstu viku, stákaðist gartnarin í urtagarðinum. - Her er alt gjørt av nýggjum, og eg havi projekterað so hvørt, sum garðurin er bygdur upp, sigur Annleyg Patursson brosandi.

Aftrat sær til hjálpar hevur hon havt mann, sum hevur arbeitt við einari lítlari gravmaskinu. - Her vóru trø og runnar um tað heila, so einki sást til urtagarðin. Alt er tikið burtur og er gjørt av nýggjum, sigur hon. 

 

Herleif Hammer vísir á, at Tjóðsavnið eisini hevur ein urtagarð á Debesartrøð, men á savninum hildu tey tað vera rættast, at ein nýggjur plantufrøðiligur urtagarður liggur í Hoyvíkini, har Hoyvíksgarður eisini er ein partur av søvnunum, umframt at umsitingin hjá stovninum liggur í Hoyvík.

- Á mentanarnáttini klokkan 17 verður tiltak her uppi hjá okkum. Vit hava fingið hornorkestrið at spæla, og her verður eisini okkurt lætt til matna, umframt at fólk fáa høvi at smakka heimagjørda rabarbusaft. Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini hjá okkum, fer at bjóða vælkomin og gartnarin, Annleyg Patursson, verður eisini við.

 

Stjórin á Tjóðsavninum sigur, at nýggi urtagarðurin verður opin allar 24 tímar í døgninum og hvønn dag, og her kunnu fólk, sum hava áhuga fyri føroyskum plantum, altíð vitja innar.

- Her verður høvi at síggja eina góða umboðan av føroyskum uppruna plantum, eins og høvi verður hjá vitjandi at hvíla sær beinini. Á mentanarnáttini verður eisini høvi at keypa føroyskar plantur heim við sær, sigur Herleif Hammer, sum leggur aftrat, at almenna upplatingin er eitt gott høvi hjá fólki at byrja mentanarnáttina, áðrenn farið verður oman í býin.

 

##med2##

 

- Eg havi projekterað so hvørt, sum garðurin er bygdur, sigur Annleyg Patursson. Myndir: Álvur Haraldsen.

- Her vóru trø og runnar um tað heila, so einki sást til urtagarðin, sigur Annleyg Patursson, gartnari.