Veldug søga í skúlanum við Løgmannabreyt

Gamla og velduga søgan um at fara út í heim at leita sær kunnleika og eydnu er myndevni, nú listamaðurin Edward Fuglø fer í holt við at prýða nýggja skúlan við Løgmannabreyt



Tað verður listamaðurin Edward Fuglø, sum skal myndprýða nýggja skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík. Tað samtykti Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu á fundi í gjár, tá bólkurin valdi uppskotið hjá Edwardi Fuglø millum tey trý uppskotini, sum komu inn, veit heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu at siga. 



Tað góða sigrar

Listaverkið, sum er ein myndrond kring miðhøllina í nýggja skúlanum, lýsir eina søgu um tann, ið fer út í stóru verð at søkja sær kunnleika og eydnu.

Myndrondin, sum í støðum er seks metrar høg, er gjørd úr ymsum tilfari, ið er fest á bróstið í stóru høllini. Fortíð, nútíð og framtíð verða sameind við verum úr fornum søgum og kvæðum, men eisini við antennum og robottum úr Star Wars.

Listamaðurin Edward Fuglø sigur um myndrondina, at hon er søgan um tann, ið lurtar og sær og lærir seg at týða tekin.

- Hetta er eisini søgan um tann, sum hevur áræði og mót, og sum fer gjøgnum eld og vatn at náa sínum málum. Hetta er søgan um tað góða, sum sigrar á tí ónda, sigur Edward og leggur afturat, at henda elligamla søgan er veldug.

- Hon er í øllum mentanum og allastaðni; hon er í alheiminum. Henda søgan verður søgd og sungin, yrkt og málað, og við hvørjum nýggjum lívi byrjar hon umaftur. Hetta er eitt óendaligt kvæði, og figurarnir á veggjunum eru risastórir og undirstrika tað velduga. Tað er eins og vitja teir okkum úr alheiminum, har søgan ferðast sum ein geisli ella eitt litfagurt tvunnið band. Teir skulu geva íblástur, men eisini vera tignarligir. 



Rúmið ger søguna

Á sín sermerkta hátt spælir listaverkið saman við rúmið, soleiðis at upplivingin av verkinum skiftir, alt eftir, hvar tú ert staddur.

- Rúmið ger søguna, saman við støddini á figurunum. Myndrondin og rúmið mugu samskifta og ikki taka ræði hvørt av øðrum. Ert tú nær við og hyggur upp á figurarnar, fært tú eina uppliving, støddin á figurunum ger teir deformar. Litir og skap dominera. Uppi á brúnni, sum fer gjøgnum høllina, er upplivingin ein onnur, sigur listamaðurin.

Brotapettini í myndrondini eru í ymsum litum og úr ymsum tilfari. Nøkur eru úr træi og metalli, meðan onnur eru úr plasti og foliu.

- Ymisku evnini skulu vera við til at undirstrika ta óendaligu søguna, frá tí forna fram til science fiction. Heildarfigurarnir verða hetjur, moyggjar og talandi fuglar úr gomlum døgum. Brotapettini verða robottar, før og verur úr Star Wars. Men søgan er hin sama, sigur Edward Fuglø. 



Oyramerkt listajáttan

Nú Edward Fuglø fer undir at prýða skúlan við Løgmannabreyt, verður hann fyrsta listafólkið, sum fer at arbeiða í einum almennum bygningi fyri Listabólkin hjá Tórshavnar kommunu.

Virksemið hjá Listabólkinum byggir á býráðssamtykt frá 22. februar 2007. Í reglugerðini stendur, at til bygging, sum Tórshavnar kommuna stendur fyri, skal 1 ½ prosent av byggikostnaðinum játtast til listarligt prýði.

Trý listafólk vórðu biðin at gera uppskot til listarliga arbeiðið í skúlanum við Løgmannabreyt.

Listabólkurin hevur tikið av uppskotinum hjá Edwardi Fuglø, sum áður hevur gjørt líknandi arbeiði, millum annað í móttøkuhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Edward, sum eisini er høvundur, hevur myndprýtt hópin av bókum og gjørt hópin av tjøldum til sjónleik, fekk í 1995 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs, og í 2001 norðurlendsku barnabókavirðislønina fyri myndprýðingar.