Norðoyatunnilin verður ikki stongdur á nýggjárinum.
Tað er greitt eftir bygdaráðsfund í Leirvík í gjárkvøldið.
Bilar sum koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, hava havt fyribils loyvi at koyra ígjøgnum Leirvíkar bygd, til ein endalig loysn varð funnin á vegaføringini ígjøgnum bygdina.
Men tað hevur drigið út at finna eina endaliga loysn, tí tað hevur ikki borið til at finna semju um, antin vegurin skal ganga ígjøgnum sjálva bygdina ella um ein nýggjur vegur skal gerast omanfyri bygdina.
Annars hevur Løgtingið samtykt at gera nýggjan veg ígjøgnum Leirvík, men nú vilja leirvíkingar heldur hava nýggjan veg omanfyri bygdina og tað er hendan loysnin, sum bygdaráðið nú vil hava Løgtingið at seta í verk.
Undantaksloyvið til at koyra ígjøgnum bygdina, er bara galdandi til 1. januar og higartil hevur bygdaráðið í Leirvík noktað at longja loyvið.
Tað hevur bygdaráðið nokta, fyri at gera púra greitt, at nú er tolið uppi og fyri at tvinga løgtingið at finna eina endaliga loysn.
Bygdaráðið gjørdi samstundis greitt, at spurningurin varð ikki tikin upp til nýggja viðgerð, fyrrenn Løgtingið hevði avgreitt málið um at gera nýggjan veg.
Vísa ábyrgd
Men á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið tók bygdaráðið í Leirvík kortini málið upp aftur.
- Vit hava samtykt at longja freistina til 1. oktober, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri
Hon sigur, at hetta var ein avgerð, sum bygdarráðið er samt um.
- Hetta hava vit gjørt fyri at vísa ábyrgd og vit viðurkenna, at nú løgtingsval er útskrivað, er støðan ein onnur. Eitt nýtt Løgting skal eisini hava stundir at fóta sær og skal hava stundir at loysa málið.
Hinvegin staðfestir hon eisini, at bygdaráðið er ikki sinnað at sleppa endanum.
- Vit hava eisini eina ábyrgd fyri ferðslutrygdini í Leirvík og tí krevja vit eisini, at vit fáa eina endaliga loysn. Og vit halda, at 1, oktober er ein rímilig freist, tí tað eigur at geva nývalda Løgtinginum stundir at finna eina endaliga loysn.
- Vit krevja framvegis, at ein endalig loysn verður funnin heilt skjótt og tí hava vit longt loyvið til 1. oktober. Tá vilja vit hava, at Løgtingið hevur tikið eina endaliga avgerð um vegin, sigur borgarstjórin í Leirvík.
Men hevur Løgtingið onga avgerð tikið tá, hvat hendir so?
-Tað hava vit ikki tosað um. Nú hava vit víst okkara góða vilja, heldur enn at leggja upp til stríð og tí vilja vit geva nývalda Løgtinginum høvi til at finna eina loysn.
Eisini fyri norðoyingar
Nú er Fríðgerð Heinesen valevni hjá Norðoya Sambandsfelag til Løgtingsvalið 19. januar og tað kann tykjast løgið, at hon afturfyri setir so harðar treytir, at sambandið til Norðoyggjar verður kvett
Hinvegin kann tað eisini tykjast løgi, at nú, hon er blivin valevni, verður freistin longd, so at vandi ikki er fyri, at undirsjóvartunnilin verður stongdur á nýggjárinum, soleiðis sum vandi annars var fyri.
Men hon heldur als ikki, at tað er nøkur andsøgn í hennara starvi sum borgarstjóri í Leirvík og tað, at hon er valevni hjá Norðoya Sambandsfelag.
- Vit gera hetta eisini fyri Norðoyingar, tí tað er til stórt forargilsi hjá teimum at vera noyddir at koyra ígjøgnum Leirvík við 30 kilometrum um tíman, heldur enn at fáa ein nýmótans veg, har tað
ber til at koyra væl skjótari, sigur Fríðgerð Heinesen.