Hevur bíðað í 10 ár eftir at fáa loyvi at senda nærvarp

­ Hølini eru tøk og ein partur av útgerðini stendur klár. Nú verður roynt at finna útlendskar samstarvsfelagar til eitt nærvarp í Føroyum

­Í eini 10 ári havi eg bíðað eftir hesum. Men nú nærkast-hóast langt er eftir á mál.

Georg Eystan Á er ein av teimum, sum hevur stóran áhuga fyri at fara undir at senda nærvarp í Føroyum.

Og tann áhugan hevur hann havt leingi.

­ Tað eru eini 10 ár síðani at hugskotið tók seg upp, sigur hann.

Hann sigur, at í 1993 stovnaðu hann og Ronnie Nielsen felagið ³Studio 933, sum m.a. hevði til endamáls at fara undir fjølmiðlavirksemi.

­ Tá lótu vit inn umsókn um loyvi at senda nærvarp, men vit fingu ongantíð nakað svar.

Men nú lógin um kringvarp er komin, fara teir at endurnýggja umsóknina.

­ Men spell var, at vit ikki sluppu ígongd tað ferðina, tí tá høvdu vit samband við rættiliga sterkar, útlendskar fjølmiðlar, sum vórðu sinnaðir at vera uppií.


Bíða eftir svari

Georg Eystan á sigur, at tað er framvegis ætlanin at fáa útlendingar upp í ætlanina.

Teir hava havt samband við útlendsk feløg at vita, um áhugi er fyri at vera við í einu føroyskum nærvarpi, og í løtuni verður bíðað eftir

svari uppá teir fyrispurningarnar.

Tvørligt í Føroyum

Georg Eystan Á sigur, at ætlan teirra var at skipa eitt nærvarp við einum blandingi av tónleiki, kjaki og øðrum tilfari.

­ Men eitt, sum ger tað tvørligt at gera føroyskt nærvarp, er, at 80% av tilfarinum skal vera føroyskt.

­ Tað fer av sær sjálvum at gera, at tað mesta tilfarið verður føroyskur tónleikur.

­ Tað haldi eg er skeiv treyt at seta, hóast eg haldi, at tað er gott, at tað skal sendast nógv, føroyskur tilfar.

­ Men hevði tað heldur staðið, at 80% skuldi vera norðurlendskt tilfar, hevði tað gjørt tað munin lættari.

­ Tað, vit kundu hugsa okkum, var at gjørt eitt nærvarp, sum var ein norðurlendskur pallur í Føroyum, sjálvandi við nógvum føroyskum uppi í.

­ At senda amerikanskan og enskan tónleik er onki endamál í, tí tað eru tað so mong ið gera.

Annars leggur hann dent á, at teir eru langt frá komnir so langt, sum at leggja innihaldi til rættis.

­ Tað, vit arbeiða við í løtuni, er at reisa pening til ætlanina.

­ Til at senda útvarp krevst ikki so øgiliga stór íløga. men tosa vit um sjónvarp, krevjast milliónir, sigur Georg Eystan Á.

­ Tíverri tykist tað heldur ikki, sum um tað ber til at senda um sendinetið hjá útvarpinum, t.d. um næturnar, tá ið útvarpið ikki sendur.

Ætlanin hjá teimum var upprunaliga at hava eitt ³Útvarp 23, sum sendi um alt landið, tá ið Útvarp Føroya ikki sendi.

Nú veit hann ikki, hvussu verður vorðið við tí.

Møguliga endar tað við, at tað í fyrstu syftu verður eitt nærvarp fyri Havnina, Skopun og Skálavík Nólsoy og Skálafjørðin.

­ Men endamálið er heilt greitt at senda um alt landið...so fáa vit at síggja, hvussu langt, vit koma, leggur hann afturat.

Georg Eystan Á hevur eina heilt greiða ætlan fyri, hvussu eitt tiltak, um hetta skal fíggjast, men tað vil hann ikki út við.