Víkingur hevði hægri flog í Fuglafirði

Gøtumenn og leirvíkingar hildu fast um góðu gongdina við enn einum sigri. Hesaferð stóðu grannarnir í Fuglafirði fyri skotum. Málini hjá Vìkingi vóru tvær sannar perlur

Við tveimum klassamálum eydn­aðist tað Víkingi at taka øll trý stigini í grannauppgerðini á Fløtu­gerði í Fuglafirði ígjár. Tá bert 12 minuttir vóru farnir fekk Víkingur hol á. Sølvi Vatnhamar, sum hevur verið sera eyðsýndur seinastu tíðina syrgdi við einum hegnisligum lobbi fyri, at Finnur Justinussen kom at standa fríur. Finnur var skjótur at taka av møguleikanum, og hann meddaði til við vinstra beini. Bólt­urin sat í málinum við handaru stong. Gleðin var tó stokkut. Bartal Eliasen skoraði enn einaferð fyri ÍF ímóti Víkingi, tá hann gagnnýta møguleikan í góðari frástøðu.

Gott sigursmál
Finnur Justinussen sendi ein gyltan møguleika hjá Víkingi uppum málið hjá ÍF í seinna hálvleiki, og spakuliga vóru fólk farin at innstilla seg uppá ein javnleik, tá tann innskifti Kaj Leo í Bartalsstovu í 81. minutti ger eitt hegnisligt gjøgnumbrot.
Kaj Leo sá út til at verða komin í eina fastlæsta støðu, men hann megnaði at sleppa sær framvið trimum ÍF-spælarum, og lirka bóltin yvir til Hanus Jacobsen, sum takkaði fyri møguleikan, ið var serveraður fyri føtur hansara, og Hanus tryggjaði Víkingi øll trý stigini.

Súrt tap
Søgan um ÍF er framvegis søgan um tey keðiligu og súru tapini.
– Enn einferð er tað ótrúliga súrt at tapa, tað mugu vit staðfesta, segði Bartal Eliasen aftaná dystin.
– Fyrri hálvleikur er rættiliga javnur, og seinni hálvleikur fyri so vítt eisini. Tó vil eg siga, at Vìkingur og Finnur Justinussen høvdu tann størsta málmøguleikan í dystinum. Í steðginum tosa vit um eitt taktiskt upplegg, har vit skuldu steðga teirra uppspæli, og skapa meira fram­eftir. Tað riggaði rímiliga væl, men teir fáa kortini eitt sigursmál, sum eg vil siga er kleyvarskapur frá okk­ara síðu, staðfesti Bartal aftaná dystin.

Eru gandaðir
Seinastu løtuna aftaná seinna málið hjá Vìkingi koyrdu fuglfirðingar Poul Ennigarð fram í álopið, har roynt var at oysa langar bóltar fram, men tað gekk heldur ikki eftir vild. Og tað er ikki nógv sum gongur eftir hjá ÍF í hesum døgum.
– Onkur segði, at vit tóku Europa Cup plássið frá Víkingi í fjør, og nú er Tróndur í Gøtu eftir okkum. Tað er so púra víst, at vit eru gandaðir. Tó høvdu vit ikki líka nógvar mál­møguleikar í dag, sum vit hava havt í onkrum øðrum dystum, sum t.d. í dystinum ímóti HB í Gundadali farna mikukvøld.

Uppiborin sigur
Innskifti Kaj Leo í Bartalstovu var ikki í iva um, at Víkingur hevði uppi­borið at vinna dystin í Fuglafirði:
– Eg haldi vit høvdu uppiborið at vinna, tað haldi eg fast við. Bæði liðini høvdu málmøguleikar, men eg vil siga, at vit høvdu størri mál­møgu­leikar enn teir, og eg eis­ini siga, at vit leikliga vóru omaná, segði Kaj Leo í Bartalstovu aftaná dystin. Næsta uppgávan hjá Kaj Leo í Bartalstovu og Víkingi er heima­dysturin ímóti B36 komandi fríggjakvøld.
– Vit spæla á heimavølli ímóti B36, og raka vit dagin, so eri eg ikki í iva í, at vit kunnu fáa eitt gott úrslit fríggjakvøldið, staðfestir Kaj Leo í Bartalstovu.