á hópuppsagnum hjá Brúkaraverndarstovuni (CFPB). Hósdagin vórðu millum 1.400 og 1.500 av starvsfólk hjá CFPB uppsøgd. Hetta svarar til upp til 90 prosent av øllum skrivstovustarvsfólkum. Uppsagnirnar vóru [...] at senda fleiri hundrað — um ikki túsund — tilflytarum til onnur lond enn teirra egna heimland uttan fyrst at geva teimum møguleika at prógva, at tey óttast forfylging, pínu ella deyða har. Tað er nýggjasta [...] slóðaður fyri, at teir mongu venezuelanararnir skjótt vórðu burturvístir úr USA. Tá segði dómarin Edward Chen, at bæði Noem og Trump alment høvdu lagt upp til, at venezuelar bæði eru brotsmenn og ein búskaparlig
hjá sjúklingum vórðu spurdir, um teir høvdu hug at lata blóð til granskingina, og tað stóð fólki frítt at velja. Talan var um at fara so langt í familjutrænum sum til systkynabørnini. Tey, sum vildu vera [...] fráboðan um, at ólógligar blóðroyndir vórðu tiknar á Landssjúkrahúsinum í Havn. Royndirnar skuldu nýtast til arvagransking, men siðseminevndin hevði ikki givið loyvi til hesa granskingina. Dorthe Møller Andersen [...] nakra umsókn til hesa granskingina hjá Ulrike Steuerwald, og tískil fyriliggur heldur eingin góðkenning frá nevndini. ? Tað, sum nevndin fyrst og fremst hevur í huganum, tá støða verður tikin til umsóknir
brádliga varð tikin úr sigling, tí hol var á gronini. Tá sótu fólk í Leirvík og bíðaðu í tímavís og ánaðu ikki, hvat var galið. Tey, sum ringdu á Farstøðina, vórðu lika ?klók?, tí har vistu tey einki at siga [...] altíð seldir við landgangin, tá fólk eru á veg umborð. Tí mátti borið til at gjørt sum vanligt,og síðani sett bilett-maskinurnar í land til nýtslu hjá Dúgvuni, tá hon byrjaði aftur at sigla. Í vikuskiftinum [...] Ferðafólk, sum skuldu um Leirvíksfjørð fríggjadagin, vóru snøgt sagt á gosi. Orsøkin var, at Ternan varð tikin úr sigling mitt í ringastu ?myldretíð? og send av Klaksvíkini tóm. Har slapp ikki ein einasti bilur
Føroyum og til suðurendan á Suðuramerika, har hann heldur til um veturin. Tá skrápurin ferðast suður eftir, fylgir hann vesturstrondini á Evropa og Afrika og vendir síðan vestur eftir til eysturstrondina [...] norður aftur, og tá er ferðin heima aftur til Føroya væl longri, enn ferðin suður eftir var. Teinurin úr Føroyum til eysturstrondina á Suðuramerika og heim aftur til Føroya liggur um 30.000 kilometrar, báðar [...] helst flogið umleið 840.000 kilometrar tilsamans. Hetta svarar til meira enn teinin til mánan og aftur, og tá er bert talan um ferðingina til og úr vetrarvisti. Aftrat hesum er flúgvingin eftir føði teir
verkinum. Raksturin varð tó tikin uppaftur í síðstu viku. Sambært forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, sluppu tey akkurát undan eini kjarnorkuvanlukku, tá streymurin til verkið varð avbrotin. – Um [...] veg til kjarnorkuverkið Zaporizjzja í eystarapari av Ukraina. Tað upplýsir Rafael Grossi, sum er stjóri í IAEA, í morgun á boðum á Twitter. – Dagurin er komin. Stuðuls- og hjálparferðin hjá IAEA til Zaporizjzja [...] at lata streymin til Krim-hálvoynna, sum russar tóku í 2014. Kjarnorkuverkið hevur seks reaktorar. Tað eru tó bara tveir av teimum, sum enn eru í nýtslu. Teir báðir reaktorarnir vórðu fyri stuttum fyribils
Harumframt ber til at kunna seg við føroyskt djóralív, t.d. ber til at síggja beinagrind av hvalum, skølt av avgusti og útstappaðan kóp. Eisini er nógv kunning um hval, eitt nú hvussu grindaboð vórðu borin í [...] fuglasløg eiga regluliga. Tey, ið vitja, kunnu eisini nýta høvið til at vitja plantufrøðiliga urtagarðin á Debesartrøð. Í urtagarðinum eru uml. 150 føroysk plantusløg, sum eru tikin heim úr bø og haga og plantað [...] Debesartrøð opið til kl. 22 Dyrnar verða sum vanligt lætnar upp kl. 10 á morgni. Á savninum eru framsýningar av føroyskum djóra- og plantulívi umframt før-oyskari jarðfrøði. Her fáa tey, ið vitja, møguleika
peningur bert latin fyri lambsskinn. Alternativið til at lata seyðaskinnini til meirvirkingar, er, at tey í staðin enda í brenniovninum á brennistøðunum, har tey dálka rættiliga illa. Tað var longu í 2001, at [...] árið vórðu nøkur hundrað seyðaskinn keypt, men sum árini eru liðin, er talið vorðið til fleiri túsund. Føroyar bera umleið 70.000 áseyðir, men tað er ikki realistiskt, at øll skinnini verða keypt til virkingar [...] handilsvøra, men tað ger so sanniliga eisini mun, at helvtin kemur til høldar - og ikki fer upp í royk. Eingin ivi er um, at tey, sum keypa og tey, sum salta kring landið, gera eitt megnar arbeiði.
vóru tó komnir í franskan sjógv uttan at hava boðað frá tí. Hetta var nóg mikið til, at teir vórðu tiknir og førdir til oynna Réunion 2000 fjórðingar frá fiskileiðunum í suðurindiska havinum. Eftir forhoyr [...] vitað, at Golden Eagle, tvs. fyrrv. Borðoyarnes, sum varð tikin av fronskum herskipi í farnu viku, kom til Réunion mánadagin, og at manningin fór til forhoyr týsdagin og at hesi halda fram. Tað skilst, at [...] vil toli í oyggjavarðhaldi sínum á Réunion. Hann vísir eisini á, at eftir at skipið kom til oynna, var manningin til forhoyr í einar 10 dagar, har tað varð roynt at fáa teir at venda sær móti skiparanum
at Strandferðslan hevur bílagt eina nýggja bíleggingarskipan til bæði ferjurnar og til Bygdaleiðir og gongst sum ætlað, verður hon tikin í brúk næsta ár. – Tá ið tað almenna fer undir nýggjar verkætlanir [...] Nú Strandferðslan arbeiðir við at fáa eina nýggj bíleggingarskipan til ferðaseðlar, hugsa tey eisini um, at blind og sjónveik skulu eisini kunna brúka skipanina. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður [...] Strandferðslan hevur biðið um ráðgeving frá Sjóndepilin um, hvussu skipanin kann lagast til blind og sjónveik og tey hava eisini biðið um at blind og sjónveik at royna skipanina, tá ið tað kemur so langt
emrki til, at Havnarvág hevur verið illa dálkað av olju og ferð eftir ferð hava bjargingarlið verið noydd til at fara til verka at taka olju upp, sum er likin á sjógv og hevur dálkað vágna. Men tey, sum [...] vágni fyri at vita hvørja tilbúgving tey hava, skuldi eitt óhapp hent sum førdi til, at vágin varð dálkað og fyri at vita, hvussu tey annars eru skipað, tá ið tey fáast við dálkandi evni. Og at enda skulu [...] høvuðsstaðnum. Og nú um dagarnar kravdi Bátafelagið í Havn, at dálkingin varð tikin í álvara ogt at ítøkilig stig vórðu tikin fyri at basa henni. Og tað verða tað nú. ?Vit taka dálkingina í allarstørsta