Hurlivasi hjá Strandferðsluni

Fríggjadagin var rættiligt kaos á ferjuleguni í Klaksvík. Orsøkin var illa fyrireikað vaktarskifti, tá Ternan varð tikin úr aftur siglingini, sum hon hevur røkt fyri Dúgvuna seinastu 7 vikurnar

Ferðafólk, sum skuldu um Leirvíksfjørð fríggjadagin, vóru snøgt sagt á gosi. Orsøkin var, at Ternan varð tikin úr sigling mitt í ringastu ?myldretíð? og send av Klaksvíkini tóm. Har slapp ikki ein einasti bilur við, hóast bíðirrøðin fylti fleiri ferjur.
            Sosialurin hevur spurt Poul Jákup Thomsen, ferðafólkaflutningsleiðara á Strandferðsluni, hví hetta hendi.
-          Ja, har kiksaði okkurt, og har hendi onkur misskiljing, sigur hann.
Spurdur, hví slíkur kiksari hendir, sigur Poul Jákup, at tað er ein góður
spurningur.
-          Ein onnur ætlan varð gjørd, men eg minnist ikki rættiliga, hvat tað
var. Eg má tosa við Páll Heinesen, sum fyrireikaði skiftið, fyrst, áðrenn eg kann úttala meg, sigur Poul Jákup.
            Spurdur, hvør hevur ábyrgdina av hesum, sigur hann:
-          Tað burdi verið eg.
Poul Jákup sigur, at Sam sigldi longri út á kvøldið henda dagin, so at
allir bilar kundu sleppa tvørturum í sámiligari tíð. Hann viðgongur tó, at teir kundu havt gjørt okkurt betur, og tað munnu mong vera samd við honum í.
 
Undarlig undanførsla
 
Søgur vilja vera við, at Ternan kundi ikki taka ferðafólk og bilar við henda túrin, tí bilett-maskinurnar máttu umborð á Dúgvuna.
Hetta er eitt sindur ilt at skilja hjá teimum, sum seinastu vikurnar hava ferðast við Ternuni, tí ferðaseðlarnir verða altíð seldir við landgangin, tá fólk eru á veg umborð. Tí mátti borið til at gjørt sum vanligt,og síðani sett bilett-maskinurnar í land til nýtslu hjá Dúgvuni, tá hon byrjaði aftur at sigla.
            Í vikuskiftinum vóru legur bæði í Nesvík og á Zarepta. Legan í Nesvík var fyri hvannasundsfólk; tí fóru óvanliga nógv ferðafólk á veg úr Klaksvík til Leirvíkar fríggjadagin.
            Vit settu okkum eisini í samband við stjóran á Strandferðsluni, Kristian Davidsen, og spurdu hann, hví Ternan fór tóm av Klaksvík.
            Hann sigur, at Ternan var ikki longur í sigling, og tí eftir reglunum um trygd, ikki kundi taka ferðafólk ella bilar.
            Kristian leggur tó aftrat, at teir møguliga kundu gjørt okkurt betur.
-          Vit vilja fegin koma í ein dialog við norðoyingar um, hvussu farleiðin um Leirvíksfjørð kann virka betur, sigur hann.
Hann sigur, at tað tó er neyðugt at hava virðing fyri teimum
fíggjarkarmum, sum politiski myndugleikin hevur ásett.
            Tað vóru júst 7 vikur fríggjadagin, síðani Dúgvan brádliga varð tikin úr sigling, tí hol var á gronini. Tá sótu fólk í Leirvík og bíðaðu í tímavís og ánaðu ikki, hvat var galið. Tey, sum ringdu á Farstøðina, vórðu lika ?klók?, tí har vistu tey einki at siga, hvar Dúgvan bleiv av.