Hugsa eisini um blind og sjónveik

Øll fólk skulu hava somu tænastu, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

Nú Strandferðslan arbeiðir við at fáa eina nýggj bíleggingarskipan til ferðaseðlar, hugsa tey eisini um, at blind og sjónveik skulu eisini kunna brúka skipanina. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og samferðslumálum.

 

Partmaður hansara, Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vísir á, at Strandferðslan hevur bílagt eina nýggja bíleggingarskipan til bæði ferjurnar og til Bygdaleiðir og gongst sum ætlað, verður hon tikin í brúk næsta ár.

 

– Tá ið tað almenna fer undir nýggjar verkætlanir er av týdningi, at tær rúma øllum borgarunum í landinum, sigur Uni Rasmussen.

 

Sjálvur er hann blindur og nú spyr hann landsstýrismannin, hvussu støðan er hjá blindum og sjónveikum.  

 

– Tá ið talan er um eina nýggja bíleggingarskipan, er av týdningi, at øll fáa ágóðan av henni, eisini blind og sjónveik, sigur hann.  Tí vil hann hava at vita um Strandferðslan hevur hugsað um blind og sjónveik, nú vit fáa eina nýggja bíleggingarskipan.

 

Jørgen Niclasen sigur, at tað hevur Strandferðslan hugsað um. Hann sigur, at Strandferðslan hevur biðið um ráðgeving frá Sjóndepilin um, hvussu skipanin kann lagast til blind og sjónveik og tey hava eisini biðið um at blind og sjónveik at royna skipanina, tá ið tað kemur so langt.

 

Harumframt fær Strandferðslan ráðgeving frá kt - mennara, sum áður hevur ment skipanir, ið taka atlit til serliga tørvin hjá fólki, ið bera brek.

 

– Høvuðsendamálið hjá Strandferðsluni er at øll fólk skulu fáa somu tænastur. Endamálið er eisini, at allar skipanir til fólk skulu eisini taka atlit til tørvin hjá fólki, ið bera brek, so nógv, sum tað ber til.

 

– Strandferðslan hevur eitt gott samstarv við Megd og hevur áður biðið um ráðgeving og eftirmetingar, eitt nú tá ið Bygdaleiðir vórðu bjóðaðar út og tá ið Erlu Kongsdóttir varð smíðað, sigur landsstýrismaðurin.