Seinnapartin klokkan 14.30 byrjar dysturin í Meistaradeildini hjá monnum millum B36 og Víking á ovara vølli í Gundadali í Havn.
R1 hjá Televarpinum vísir dystin og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tá liðini hittust í Sarpugerði í Norðragøtu 13. mars endaði tað við javnleiki 0-0.
B36 er triðfremst í deildini við 27 stigum, meðan Víkingur hevur 23 stig á fjórða plássinum. Víkingur er tó í einari nógv betri gongd enn B36, ið bert hevur fingið tvey stig í fýra teimum seinastu dystunum.
Oddsini altjóða veddingarfyritøkur lata upp á dystin millum B36 og Víking eru rættiliga jøvn, tó hevur útiliðið eina lítla favorittstøðu.
Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 2,60 og 2,93.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,20 og 3,70.
Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 2,07 og 2,43.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##












