Dálking
Nú ætlar Tórshavnar Býráð sær rættiliga í hernað ímóti teirri ógvusligu dálkingini, sum er í Havnini.
Havnin hevur verið serliga illa plágað av dálking seinastu mánaðirnar. Ikki minst hava fólk seinastu vikurnar lagt emrki til, at Havnarvág hevur verið illa dálkað av olju og ferð eftir ferð hava bjargingarlið verið noydd til at fara til verka at taka olju upp, sum er likin á sjógv og hevur dálkað vágna.
Men tey, sum ferðast aðrastaðni í býnum, vita, at oljudálking á Havnarvág er ikki einasti umhvørvistrupulleikin í høvuðsstaðnum.
Og nú um dagarnar kravdi Bátafelagið í Havn, at dálkingin varð tikin í álvara ogt at ítøkilig stig vórðu tikin fyri at basa henni.
Og tað verða tað nú.
?Vit taka dálkingina í allarstørsta álvara, sigur Schumann Hjaltalin, formaður í Heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Hann sigur, at tey hava sæð skriftina á vegginum.
?Eg taki fult undir vi ð Bátafelagnum tí hetta líkist ongum. Og hetta gongur heldur ikki meiri og tí taka vit nú ítøkilig stig fyri at royna at basa dálkingini, ikki bara á Havnarvág, men í býnum sum heild, sigur býráðslimurin.
Hann sigur, at tað er greitt, at umhvørvið er ikki eitt mál, sum hevur verið raðfest nóg ovaliga í býráðnum, tí tað hava verið so nógv onnur, heilt átrokandi mál at loyst, at orka hevur ikki verið til tað eisini.
? Men nú er broyting komin í og umhvørvið skal longur upp á raðfestingarlistan hjá kommununi. Vit noyðast at ganga undir tey krøv, sum borgararnir í Tórshavnar kommunu seta til býráðið á umhvørvisøkinum.
Umhvørvisdeild og tilbúgving
Schumann Hjaltalin sigur, at fyrsta stigið er at seta á stovn eina umhvørvisdeild í Kommununi
Hann sigur, at Heilsu- og umhvørvisnevndin hevur longu samtykt, at ein umhvørvisdeild skal setast á stovn í kommununi, tað gjørdi hon síðst í juni.
Nú skal málið takast upp í býráðnum í sambandi við, at fíggjarætlanin fyri næsta ár skal leggast.
Sjávur væntar hann, at Býráðið tekur undir við ætlanini og at peningur verður settur av til deildina.
? Hetta verður ein deild, sum burturav skal arbeiða við umhvørvismálum. Hon skal sostatt ikki bara arbeiða ímóti oljudálking, men hon skal arbeiða við umhvørvismálum í breiðastu merking.
Eitt nú hugsar hann sær, at deildini eisini skal arbeiða við ruskinnsavningini og kanska skipa fyri, at ruskið verður skilt, so at ein partur av tí kann endurnýtast.
Fyri 14 døgum síðani, tann 23, august, setti býráðið harumframt ein bólk, sum skal samskipað ruddingararbeiðið, um Havnarvág verður dálkað av olju.
Ì hesum bólki eru brandmeistarin, býarverkfrøðingur, stjórin á brennistøðini og havnarmeistarin og teir skulu nú gera eina tilbúgvingarætlan fyri, hvussu ruddingararbeiðið skal fara fram, um havnarvág verður oljudálkað.
? Somuleiðis eru vit farin at kanna øll arbeiðspláss, sum liggja framvið vágni fyri at vita hvørja tilbúgving tey hava, skuldi eitt óhapp hent sum førdi til, at vágin varð dálkað og fyri at vita, hvussu tey annars eru skipað, tá ið tey fáast við dálkandi evni.
Og at enda skulu kloakkskipanirnar hjá kommununi sjálvari gjøgnumgangast fyri at vita, um nøkur dálking hendur tann vegin.