Um øll henda rúgvan endaði hjá IRF

Nú oktobermánaði er farin at halla, er eisini farið at rúgvast upp hjá teimum, sum hava tikið ímóti seyðaskinnum í heyst.

Nú oktobermánaði er farin at halla, heimaseyðurin er tikin, og mong skurðfjøll eru gingin, er eisini farið at rúgvast upp hjá teimum, sum hava tikið ímóti seyðaskinnum í heyst. Ein av stóru keyparunum av seyðaskinnum er felagið Sp/f Oikos í Bø, sum hevur móttøkur kring um landið.

 

Oikos tekur ímóti øllum skinnum, tó verður peningur bert latin fyri lambsskinn. Alternativið til at lata seyðaskinnini til meirvirkingar, er, at tey í staðin enda í brenniovninum á brennistøðunum, har tey dálka rættiliga illa.

 

Tað var longu í 2001, at Oikos, sum feðgarnir, Jógvan og Sigurd Nordendal eiga, byrjaði at keypa skinn, og byrjað varð í smáum. Fyrsta árið vórðu nøkur hundrað seyðaskinn keypt, men sum árini eru liðin, er talið vorðið til fleiri túsund.

 

Føroyar bera umleið 70.000 áseyðir, men tað er ikki realistiskt, at øll skinnini verða keypt til virkingar, tí hetta vildi í fyrsta lagi kravt nógv fleiri djóralæknar, sum er ein treyt fyri útflutningi. Oikos tók í fjør ímóti 34.000 seyðaskinnum, og væntandi er, at felagið eisini keypir eitt stórt tal av skinnum í ár.

 

Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig, men fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Hesa tíðina av árinum, tá nógvar vátar leivdir frá slakti koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. 

 

Seyðaskinnini á hesi myndini, sum higartil eru saltaði á einari móttøku í heyst, telja umleið 2000 í tali. Tað er tí ikki trupult at ímynda sær, hvussu stór rúgvan hevði verið, um 70.000 seyðaskinn, sum er føroyska áseyðatalið, høvdu endað í brenniovnunum.

 

Ynskiligt hevði sjálvsagt verið, at øll føroysk seyðaskinn endaðu sum handilsvøra, men tað ger so sanniliga eisini mun, at helvtin kemur til høldar - og ikki fer upp í royk. Eingin ivi er um, at tey, sum keypa og tey, sum salta kring landið, gera eitt megnar arbeiði.