Mentanarnáttina verður Náttúrugripasavnið á Debesartrøð opið til kl. 22
Dyrnar verða sum vanligt lætnar upp kl. 10 á morgni. Á savninum eru framsýningar av føroyskum djóra- og plantulívi umframt før-oyskari jarðfrøði. Her fáa tey, ið vitja, møguleika fyri at fáa eina mynd av føroysku náttúruni.
Eitt nú verður jarðfrøðin í Føroyum lýst bæði við teksti, myndum og lutum. Harumframt ber til at kunna seg við føroyskt djóralív, t.d. ber til at síggja beinagrind av hvalum, skølt av avgusti og útstappaðan kóp. Eisini er nógv kunning um hval, eitt nú hvussu grindaboð vórðu borin í gomlum døgum. Tað ber til at síggja sera nógv av fiskasløgunum, ið eru undir Føroyum. Tað eru fleiri framsýningarskáp við útstappaðum fugli, eitt sýnir bjargafugl, eitt annað heiðafugl og eitt triðja smáfuglar, sum ikki eiga her, men sum einstøk ár vitja her í stórum tali. Tað ber til at síggja serlig fuglasløg í egnum framsýningarskápi, eitt nú ber til at síggja tveir bringuhvítar ravnar standa yvir reiðrinum hjá sær. Hetta ravnaslag er útdeytt nú. Í Føroyum verður mett, at uml. 50 fuglasløg eiga regluliga.
Tey, ið vitja, kunnu eisini nýta høvið til at vitja plantufrøðiliga urtagarðin á Debesartrøð. Í urtagarðinum eru uml. 150 føroysk plantusløg, sum eru tikin heim úr bø og haga og plantað har. Har eru bæði vanligar og sjáldsamar plantur, t.d. eru fleiri ymisk sløg av føroyskum píli. Harumframt er baraldur, sum er vanligur á einum staði í Svínoy, annars er hann sjáldsamur alla aðrastaðni í Føroyum.
Til samans eru uml. 330 føroysk plantusløg, so í urtagarðinum er knappliga helvtin av føroysku plantusløgunum at finna. Plant-urnar eru væl merktar við skeltum.
Atgongukostnaðurin til savnið er kr. 20,-. Børn undir 14 ár sleppa ókeypis inn.