Líradagur er hin 26. august, og tá var gamalt, at menn í oyggjum, har skrápur reiðrast, fóru at draga líra, sum er ungin hjá skrápi. Umleið eina viku til 10 dagar seinni er lírin so mikið búgvin, at hann byrjar at koma út úr holu síni í kvøldarmyrkrinum. Tá plagdu menn at taka ungan við lummalykt. Í dag er lítil veiða eftir líra, men nakað verður tikið við lykt, eitt nú í Skúvoy, Sandoynni og Stóru Dímun. Ungin, sum kemur út úr holuni í myrkrinum, blendast av lyktini og letur seg taka.
Skrápur, sum er hin gamli fuglurin, er í nærmastu ætt við náta, sum er okkara talríkasti sjófuglur. Sjálvt um skrápur bert er stívliga helvtina so stórur í vekt sum náti, so líkist hann náta rættiliga nógv á flogi. Men, skrápurin hevur ein heilt annan atburð enn náti. Hann eigur í djúpum holum heldur enn í homrum og rókum. Skrápurin ferðast til og frá sínum bøli um náttina og gevur tí eisini pisuni - ella líranum - um náttina.
Tað eru mong, sum ongantíð hava sæð livandi skráp og tískil heldur ikki hava sæð ella smakkað líra, sum er óføra góður matur.
Fara vit nóg langt aftur í tíðina, hava skrápabølir helst verið um alt landið, og nøkur bøli eru enn at finna ymsastaðni á teimum størru oyggjunum. Men, tað er serliga í teimum smærru oyggjunum, Skúvoy, Mykinesi, Mykineshólmi og Sandoynni, at størstu skrápabølini eru í dag. Eisini eru smærri bøli eitt nú í Nólsoy, Stóru Dímum, Koltri og Trøllhøvda.
Eins og sjófuglurin allur, hevur eisini skrápurin verið fyri afturgongd, tó at tað kann vera torført í stuttum at siga, hvør høvuðsorsøkin er. Rotta er nevnd sum ein hóttan móti fugli, og tað er serliga í økjum, har eingin rotta - og partvís heldur ikki mús er - at vit finna tey størstu skrápabølini. Vanligt hevur verið at drigið líra - ella at tikið hann við lykt í kvøldarmyrkrinum, men tað er trupult at siga, hvørji árin sjálv veiðan hevur havt á stovnin.
Fuglafrøðingurin, Jóhannis Danielsen, hevur í Sjóvarmáli havt eina sera forvitnisliga grein um ferðingarmystrið hjá føroyska skrápinum. Á fyrsta sinni er ferðingarmynstrið staðfest, og hetta er gjørt við log-merking, har ein sonevndur GLS-loggari (Global Location Sensor) verður festur á beinið á skrápinum.
Fyri at fáa vitan um, hvar fuglurin hevur verið, er neyðugt at fanga sama fugl aftur árið eftir. Tá fuglur við loggara verður fangaður, verður loggarin tikin av og lisin, og vanliga verður nýggjur loggari settur á aftur. Hóast neyðugt er við data frá fleiri GLS-loggarum fyri at fáa størri vissu, hevur merkingin longu nú staðfest, at føroyski skrápurin ferðast longur suður enn nakar annar skrápur ferðast.
##med2##
Eftir bútíðina ferðast hann nevniliga allan vegin úr Føroyum og til suðurendan á Suðuramerika, har hann heldur til um veturin. Tá skrápurin ferðast suður eftir, fylgir hann vesturstrondini á Evropa og Afrika og vendir síðan vestur eftir til eysturstrondina á Suðuramerika, har hann er í vetrarvist.
Men, á heimferðini tíðliga um várið flýgur fuglurin ikki sama veg. Tá fylgir hann amerikansku strondini so gott sum allan vegin norður aftur, og tá er ferðin heima aftur til Føroya væl longri, enn ferðin suður eftir var.
Teinurin úr Føroyum til eysturstrondina á Suðuramerika og heim aftur til Føroya liggur um 30.000 kilometrar, báðar vegir. Í sínari frásøgn vísir Jóhannis Danielsen á, at elsti føroyski skrápurin, tey vita um, varð ringmerktur í Mykinesi hin 18. juli í 1980. Skrápurin varð fingin aftur í Mykineshólmi hin 31. august í 2006. Tá fuglurin varð merktur, var hann í minsta lagi tvey ára gamal.
- Sostatt var fuglurin í minsta lagi 28 ára gamal, tá hann varð fangaður aftur í 2006. Tí hevur hesin fuglur í lívi sínum helst flogið umleið 840.000 kilometrar tilsamans. Hetta svarar til meira enn teinin til mánan og aftur, og tá er bert talan um ferðingina til og úr vetrarvisti. Aftrat hesum er flúgvingin eftir føði teir mánaðirnar, sum skápurin er í Føroyum í bútíðini - og á sjálvum staðnum, har fuglurin er í vetrarvist í Suðuramerika, sigur Jóhannis Danielsen.
Í VikuskiftiSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag, er ein størri grein um skrápin.