Kanningarfólk á veg til kjarnorkuverk í Ukraina

Kanningarfólk frá altjóða kjarnorkustovninum skulu kanna russiskt hersett kjarnorkuverk í Ukraina.

 

Ein fylgisveinamynd av størsta kjarnorkuverkinum í Ukraina og Evropa. Ein sendinevnd frá kjarnorkustovninum hjá ST kemur í vikuni til verkið, har tey skulu kanna skaðar á verkið og trygdarskipanir á verkinum. Fleiri ferðir er skotið eftir verkinum í krígnum millum Russland og Ukraina. (Arkivfoto) - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

Eitt lið við kanningarfólki frá ST kjarnorkustovninum, IAEA, er á veg til kjarnorkuverkið Zaporizjzja í eystarapari av Ukraina.

Tað upplýsir Rafael Grossi, sum er stjóri í IAEA, í morgun á boðum á Twitter.

– Dagurin er komin. Stuðuls- og hjálparferðin hjá IAEA til Zaporizjzja er nú á veg. Vit mugu verja trygdina í størsta kjarorkuverkinum í Ukraina og Evropa. Errin av at leiða hesa ferð, skrivar Grossi.

Hann leggur afturat, at kanningarfólkini koma til verkið í hesi vikuni.

Serfrøðingarnir frá IAEA skulu kanna skaðar og trygdarskipanirnar á verkinum, sum fleiri ferðir er álopið í krígnum millum Russland og Ukarina.

Russiskar deildir tóku verkið í mars.

Síðani hevur IAEA ávarað um eina møguliga kjarnorkuvanlukku við orkuverkið. Millum annað tí at bæði Ukraina og Russland av lagt hvønn annan undir at skjóta rakettir nærindis verkinum.

Embætismenn í Ukraina hava sagt, at Russland hevur tikið valdið á verkinum fyri at taka tað av netinum hjá Ukraina. Málið skal vera at lata streymin til Krim-hálvoynna, sum russar tóku í 2014.

Kjarnorkuverkið hevur seks reaktorar. Tað eru tó bara tveir av teimum, sum enn eru í nýtslu.

Teir báðir reaktorarnir vórðu fyri stuttum fyribils stongdir vegna eld, sum skaddi káplar frá verkinum. Raksturin varð tó tikin uppaftur í síðstu viku.

Sambært forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, sluppu tey akkurát undan eini kjarnorkuvanlukku, tá streymurin til verkið varð avbrotin.

– Um starvsfólkini á verkinum ikki høvdu verið so skjót at sløkkja streymin, so vóru vit longu rakt av avleiðingunum av eini kjarnorkuvanlukku.

– Russland  hevur sett Ukraina og Evropa í ein støðu, har tey bara eru eitt fet frá eini kjarnorkuvanlukku. Hvønn minutt, russarar eru á verkinum, er vandi fyri eini altjóða kjarorkuvanlukku, segði Zelenskyj fríggjadagin.

/ritzau/

 

 

 

Ein fylgisveinamynd av størsta kjarnorkuverkinum í Ukraina og Evropa. Ein sendinevnd frá kjarnorkustovninum hjá ST kemur í vikuni til verkið, har tey skulu kanna skaðar á verkið og trygdarskipanir á verkinum. Fleiri ferðir er skotið eftir verkinum í krígnum millum Russland og Ukraina. (Arkivfoto) - Foto: Handout/Ritzau Scanpix