Amerikanska tjóðar- og frælsisdagin 4. juli hevði føroyingurin Sigmund Andreassen sitið ?fangi? á fronsku oynni Réunion í samfullar fýra mánaðir. Og einki sum helst røkist fyri, at føroyski skiparin sleppur av aftur hesi fjarskotnu oynni í Indiska Havinum í bræði. Nú hevur hann so gjørt av at fáa bløðini at hjálpa sær.
Tað var í mars mánaði, at Explorer, sum eitt reiðarí í Suðurafrika eigur, varð tikin av fronskum herskipi sunnalaga í Indiska havinum, har teir høvdu roynt eftir tannfiski.
Skipið hevði sambart skiparanum og manningini, ið eisini taldi føroyingar, ikki fiskað innan fyri franskt øki. Teir vóru tó komnir í franskan sjógv uttan at hava boðað frá tí. Hetta var nóg mikið til, at teir vórðu tiknir og førdir til oynna Réunion 2000 fjórðingar frá fiskileiðunum í suðurindiska havinum.
Eftir forhoyr í nógvar dagar slapp manningin heim, meðan skiparin varð noyddur at vera eftir á oynni. Passið varð tikið frá honum, og hann hevur framvegis einki pass fingið aftur.
Sosialurin hevur tosað við Sigmund, nú tað gongur á 5. mánaða, har hann framvegis einki pass hevur og tískil ikki sleppur av aftur oynni.
Í løtuni er eisini ein spanskur skipari á oynni. 29. juli hevur hann sitið í eitt hálvt ár, og hetta er tíðin, sum myndugleikarnir hava loyvi at afturhalda passið.
Ikki til at vika
Sigmundur sigur seg standa púra á berum. Hann hevur roynt alt hugsandi at fáa dómaran at geva sær passið aftur, men tað hevur verið sum at sláa í eina dýnu. Kvinnuligi dómarin letur ikki við seg koma. Og hóast bæði myndugleikar og ráðharrar í Danmark hava roynt at skrivað brøv, so rínir einki við dómaran á Réunion.
-Eg var hjá dómaranum í vikuni saman við mínum advokati, og har fingu vit at vita, at um eg skrivaði undir eitt skjal, sum segði, at eg var sekur í at hava fiskað ólógliga, so skuldi eg fáa passið aftur. Tað verður tað seinasta eg geri sigur Sigmundur Andreassen, sum onga løtu ivast í, at hann og manningin hevur verið fyri órætti.
-Eg eri púra greiður yvir, hvat teir vilja við hesum. Herurin hevur gjørt eitt ómetaliga stórt mistak við at taka okkum og føra okkum teir 2000 fjórðingarnar til Réunion. Fyri at dekka yvir hetta mistak skal eg so viðganga meg sekan.
Sigmund Andreassen viðgongur, at teir eru komnir inn um mark, men leggur aftrat, at teir hava ikki fiskað har.
Hann kennir seg annars sum var hann at meta sum ein politiskur fangi á oynni, hóast hann kann ganga fullkomiliga frítt. At bíða í so langa tíð, uttan at nakað sakarmál er reist og vitandi, at einki, sum helst hendir í málinu, er ilt at liva við í longdini, og tað er eisini greitt, at hetta er eisini tyngjandi fyri familjuna heima. Dótturin er um at eiga, at vermamman er heilsuveik.
-Tað er eingin meining í, at tað skal bera til í 1998 og í einum fronskum landi, at viðfara fólk á henda hátt sigur Sigmund Andreassen, sum nú ongan annan útveg veit enn at fara í bløðini við málinum.
Roynir nú bløðini
Tá Sosialurin tosaði við hann í vikuni hevði hann avtalað samrøðu við eitt av bløðunum. -Eg fari ikki alt fyri eitt at leggja alt fram, sum er hent mær og øðrum, men tað havi eg so skrivað niður í eina frágreiðing, sum skal koma fram fyri ein dag, tá hetta er rætt.
Við hesum sipar hann m.a. til viðferðina, sum hann og manningin fingu umborð á Explorer, tá franska herskipið tók teir.
-Framgangsmátin hjá fronsum hevur verið fullkomiliga burturvið. Fyrst sendu teir fleiri alvápnaðar hermenn umborð og sótu hesir og peikaðu við byrsumúlanum móti okkara høvdum - sum vóru vit av ringastu brotsmonnum. Síðani stongdu teir brúnna av, soleiðis at eg sum skipari ikki fekk atgongd til brúnna. Ístaðin sótu teir á brúnni og drukku vín og brennivín.
Tað er greitt, at tað er ein sera vónsvikin og eisini beiskur Sigmund Andreassen, sum í løtuni roynir at gera seg út vil toli í oyggjavarðhaldi sínum á Réunion.
Hann vísir eisini á, at eftir at skipið kom til oynna, var manningin til forhoyr í einar 10 dagar, har tað varð roynt at fáa teir at venda sær móti skiparanum og vátta, at teir høvdu fiskað innan fyri mark. Tá hesir menn fóru heimaftur til Suðurafrika, teir vóru bæði stórir og sterkir, grótu teir sum børn.
Sigmund Andreassen spyr, hvønn rætt ein sokallað siviliserað tjóð sum Frakland hevur til at halda ein europeara sum politiskan fanga í skjótt eitt hálvt ár uttan nakra rættarsøk og uttan nakra skuldseting sum helst.
-Dómarin hevur sagt, at hon kannar málið, og at eg má vera her, meðan tað verður kannað. Men sakførarin hevur funnið fram til, at dómarin hevur als einki fyritikið sær í málinum yvirhøvur. Tað sýnist sum at hetta bert er liður í eini psykologiskari krígsførslu móti mær, og at endamálið er at fáa meg til kníggja og harvið játta meg sekan.
Og tað er tað seinasta, sum Sigmund Andreassen ætlar sær at gera. Hann ætlar sær heldur ikki at flýggja, tí tað gevur tvey ár í fongsuli. Nú roynir hann so fjølmiðlarnar.
Annars heldur Sigmund Andreassen, at tað eisini kunnu liggja franskar peningainteressur aftanfyri alt hetta. Hann hevur varhugan av, at fronsk reiðarí vilja hava alt tað nógva fiskiríkidømi fyri seg og forða øllum øðrum í at troyta fiskileiðirnar uttan mun til um tað er í fronskum ella altjóða sjógvi.
-Fyri mær sær tað út sum um at onkur her fær vinning burtur úr hesum, og tí má eg ikki sleppast leysur.
Borðoyarnes komin
Tá Sosialurin spurdi Sigmund Andreassen, hvat hann visti at siga okkum frá manningini á fyrrverandi Borðoyarnesi vildi hann einki siga.
-Eg haldi ikki tað er rætt av mær at siga nakað. Tit eiga heldur sjálvur at tosa við teir sjálvar.
Blaðið hevur frá keldum fingið at vitað, at Golden Eagle, tvs. fyrrv. Borðoyarnes, sum varð tikin av fronskum herskipi í farnu viku, kom til Réunion mánadagin, og at manningin fór til forhoyr týsdagin og at hesi halda fram.
Tað skilst, at einir 6-7 føroyingar eru við skipinum, teirra millum skiparin Jógvan Vilhelm úr Kunoy. Tað var ódnarveður, tá skipið var tikið innan fyri franskt territorialfarvatn.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa nakað at vita um, hví skipið er tikið.