Annars heldur Jóannes Eidesgaard, at tað óneyðugt og óáhugavert at seta seg nú aftaná at hugsa um, hvør hevði hvørja støðu. Vit kunnu bara øll fegnast um, at partarnir sálvir funnu eina semju, leggur hann [...] at tað kravdi stórt dirvi at leggja upp í arbeiðssteðgin og tí er onki undarligt, at sjónarmiðini eru ymisk. Tað er heldur ikki ókent, at tingmanningar í einum flokki hevur ymisk sjónarmið. Tað kemur helst [...] ins hevur ymsar áskoðanir á eitt mál um at leggja uppí eina arbeiðsósemju, er ikki ónatúrligt, tí vit hava langa siðvenju fyri at virða rættindini hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, so tað er ein ómetaliga
eisini, at dómurin skal síggjast í ljósinum av hesum. - Tað kanst tú gott siga. Og í øllum førum ætla vit nú at gera greitt, at reglurnar skulu haldast. Vil tað siga, at talan verður um meira enn bara eina [...] fylgjast av vøllinum, er eingin at fylgja teimum út.« Soleiðis stóð at lesa í mikudagsútgávu okkara, tá vit umrøddu hendingina, har dómarin varð mest sum álopin av óðum áskoðarum eftir dystin millum TB og B36 [...] til hana, sum KÍ fekk í 2001, tá ein linjuverji varð sligin av áskoðara. Hóast hendingarnar sum so eru meinlíkar, so er tó ein avgerandi munur, um støða skal takast til revsingina. Trygdarreglurnar viðvíkjandi
fegnaðis formaðurin um at Norðoya Sambandsfelag seinastu trý árini hevur fleirfaldað atkvøðutalið. ? Vit fingið nýggjan býráðslim, Hans Arne Bertholdsen, sum er valdur til formann í ferðslunevndini, segði [...] Joensen fyri arbeiðið, sum hon hevur gjørt í býráðnum. Samstundis vísti formaðurin á, at flokkurin nú hevur fingið landsstýrismann úr Norðoyggjum, og varð høvið samstundis nýtt til at heita á Bjørn Kalsø [...] Martin Rasmussen kassameistari og John Kári Jacobsen nevndarlimur. Magnus Arge og Heðin í Frammistovu eru afturvaldir sum tiltakslimir. Fólkatingsvalið Síðani var eftirmeting av fólkatingsvalinum á skránni
í New York við einum 2. HH flokki úr Handilsskúlanum á Kambsdali. Har vitjaðu vit millum annað býarpartin Harlem, har vit fingu eina gjølla frágreiðing frá einum lokalum íbúgva um, hvussu tað eksperimenterandi [...] til býráðsvalið ??????? Mangan verður havt á lofti, at havnafólk ikki hava nakra mentan, havnafólk eru býarfólk á ein neiligan hátt, havnafólk krevja alt ov nógv og fáa alt ov nógv í mun til onnur øki í [...] mentanarumhvørvið á staðnum. Havnin hevur ikki ov nógv tilboð til tey ungu, ið hava áhuga fyri eitt nú tónleikalist. Havnin er í støðugum vøkstri og í dag búgva 40 procent av íbúgvunum í Føroyum í Havn
Guðnason heldur, at møguleikarnir fyri samstarvi millum Ísland og Føroyar eru óavmarkaðir. - Tað finnast valla nøkur øki, har vit ikki kunnu samstarva. Til dømis innan vanligan handil, ídnað, heilsu og ikki [...] sigast at vera tvær tjóðir av rættiliga ójavnari stødd, sum 67-ára gamli Eiður Guðnason er farin úr og nú kemur til. Við einum fólkatali upp á 1,3 mia. er Kina meiri enn 27.000 ferðir størri enn Føroyar, ið [...] sigur Eiður Guðnason, at tað heldur hann seg frá at gera viðmerkingar til. - Hetta er eitt mál, sum vit íslendingar ikki eiga at blanda okkum uppí, men tvørturímóti er ein spurningur, ið føroyingar og danir
til Himmals bara við at fylgjast við teimum sum ganga á møti. Vit mugu sjálvi taka eina avgerð. Vit mugu sjálvi trúgva á Jesus. Klokkan er nú farin av hálvgum tíggju og møtileiðarin rundar møtið av við einum [...] Nógv ung fólk eru á møtinum og tey smæðast ikki burtur við at avleggja ein vitnisburð, sum tað vanliga verður nevnt. Triði maðurin at bera ein vitnisburð fram er enn ein ungur maður. Hann stendur í læru
syngja og kvøða. Vit vilja við hesi heilsu ynskja Karl Hera hjartaliga tillukku á 50 ára degnum 11. november og konuni Káru við sínum degi 14. november. Góðan túr og takk fyri alt tit eru fyri okkum. V.Í [...] n, har hann hevði samferðsluna um hendi. At hann er fittur í hondunum er eingin loyna, tað síggja vit ímillum annað við rundkoyringina í miðbýnum, har hann og aðrir hava gjørt eitt flott arbeiði við gróti [...] Heri er altíð í gongd við eitt ella annað, so sum fjøllini, hoygging, eplini, seyðin, fletting, og nú hava hann og systirsynirnir fingið sær ein tarvskálv, sum dúgliga verður vitjaður saman við abbasoninum
klára ikki skjóta brotsspørk. - Teir hava heilt einfalt ikki nervarnar til brotssparkskappingar. Vit eru munandi meira kaldir frá 11 metrum, sigur Borowski og gníggjar salt í enska sárið. Rooney reyk út [...] Rooney traðkaði seg til eitt reytt kort, og so gjørdust fortreytirnar hjá enska liðnum sera trupular. Nú er væntandi, at Rooney fer at standa fyri skotum, tá ið hann kemur heimaftur til Onglands at spæla [...] Manchester United heitir á fólk um at lata Rooney fáa frið. - Wayne hevur verið fantastiskur fyri okkum. Vit kunnu ikki geva honum skyldina fyri tapið. Hann hevur gjørt so nógv gott fyri liðið, og hann fer at
andi broyttar. Øll skulu venja seg við, at støðan sum útjaðraøki er av, og høvðusstaður norðoyinga nú verður at kappast á jøvnum føti við landsins høvuðsstað. Hetta er ein sera spennandi støða. Hetta er [...] Hvønn veg fer kapitalurin. Hvønn veg fer fólkið í arbeiðsførum aldri. Hvussu verður bústaðarmynstrið. Vit hava so vítt okkum kunnugt ongar veruligar kanningar ella vísindaligar rannsóknir, ið kunnu siga nakað [...] vinnuøkinum, og tað er als eingi ivi um, at hetta verður ein veldugur vinningur fyri meginøkið. Tað eru so eisini í stóran mun klaksvíkingar sjálvir, ið koma at gera av, hvussu nógv býurin og íbúgvarnir
Her í Føroyum hava vit havt eitt kjak, um skip skulu sleppa at landa, har tey vilja, og nú fyriliggur so ein ætlan um at hava eina internetuppboðssølu, har allar bindingar skulu burtur. Hetta eigur at [...] vera søtur musikkur í oyrunum, hjá teimum, ið eiga skipini. Ein frí uppboðssøla, har allar bindingar eru burtur, kann tryggja, at rávøran til eina og hvørja tíð verður seld so dýrt sum møguligt. Hetta skuldi [...] um, tá talan er um at sleppa framat hesum tilfeingi, ið hann vil sleppa at selja uttan bindingar. Vit hava eina reguleraða fiskivinnu, har tað almenna útskrivar fiskiloyvir, ið mugu metast sum eitt stórt