Tórshavn er ein mentanarlig perla

   

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til býráðsvalið
???????
Mangan verður havt á lofti, at havnafólk ikki hava nakra mentan, havnafólk eru býarfólk á ein neiligan hátt, havnafólk krevja alt ov nógv og fáa alt ov nógv í mun til onnur øki í Føroyum. Hesum vil eg vísa aftur. Fyri at taka mentanina fyrst, so er tað í Havn ein sera stór mentanarlig menning innan nærum øll øki. Havnin er mentanarligi metropolurin í Føroyum, har listin, tónleikurin, bókmentirnar, ítrótturin stendur í hægsta blóma. Fyri at mentanin í Havn ikki skal følna, er tað neyðugt, at stig verða tikin, so at henda menning kann halda áfram og gerast enn betur. Tað er millum ungdómin, at tónleikurin, listin og harvið øll okkara mentan fær íblástur, og tí er tað neyðugt, at ungdómurin fær bestu sømdir og karmar at virka undir. Tað eigur at verða eitt mentanarstað, har tey ungu kunnu bera fram tónleik, list, drama osfr., eitt mentanarstað, ið er eitt millumting millum Norðurlandahúsið og Margarinfabrikkina, sum setur ta eksperimenterandi listina og tónleikalistina í hásæti. Hetta er neyðugt fyri at halda lív í mentanarlívinum í Havn umframt, at tað kann varpa ljós á, hvussu nógv frálík mentafólk veruliga finnast millum ungdómin í Havn.
Tað var hugvekjandi, tá ið eg í farnu viku var á námsferð í New York við einum 2. HH flokki úr Handilsskúlanum á Kambsdali. Har vitjaðu vit millum annað býarpartin Harlem, har vit fingu eina gjølla frágreiðing frá einum lokalum íbúgva um, hvussu tað eksperimenterandi jazzumhvørvið birtist í Harlem í 1930 árunum og 1940 árunum, eitt jazzumhvørvi, ið uppfostraði mangar góðar jazztónleikarar. Her bleiv spælistað eftir spælistað sett á stovn, so at fólk kundu spæla og hoyra jazz. Henda jaliga bylgjan førdi við sær, at jazztónleikurin fór at blóma, og hevur hetta síðan givið tí amerikanska statinum búskaparligt íkast og góða reklamu og ikki minst, at hetta samstundis ríkaði um mentanarumhvørvið á staðnum.
Havnin hevur ikki ov nógv tilboð til tey ungu, ið hava áhuga fyri eitt nú tónleikalist. Havnin er í støðugum vøkstri og í dag búgva 40 procent av íbúgvunum í Føroyum í Havn, og tí er tað natúrligt, at Havnin eigur at hava eitt mentanarstað til tey ungu. Havnin er vorðin ein metropolur, ein perla í Føroyum, og vil eg gera mítt til, at mentanin fær bestu sømdir og karmar at virka undir.