Arbeiðssteðgur
Tá ið Landsstýrið leggur eitt slíkt umstrídd mál fram, er tað sjálvandi tí, at landsstýrið vil hava tað gjøgnumført og so er tað uppgávan at finna meirilutafyri tí.
Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, hevur ikki nógvar viðmerkingar til tíðindini um, at tað var stór ósemja í javnaðarflokkinum um at leggja uppskot fyri tingið um at tvinga strandfaraskipini aftur í sigling.
Òsemjan var so stór, at tann eini tingmaðurin, John Johannesen, segði við Sosialin í gjár, at hann hevði ikki tikið undir við tí. Ein annars tingmaður,Gerhard Lognberg, er skelkaður at støðutakanini hjá floksfelaganum.
Samstundis kravdi sambandsflokkurin, at allir tinglimirnir í samgonguni tóku undir við uppskotinum, annars spældi hann ikki við.
Kravið frá sambandsflokkinum havi eg ikki fingið, men eg havi hoyrt um tað.
Annars heldur Jóannes Eidesgaard, at tað óneyðugt og óáhugavert at seta seg nú aftaná at hugsa um, hvør hevði hvørja støðu.
Vit kunnu bara øll fegnast um, at partarnir sálvir funnu eina semju, leggur hann afturat.
Ósemjur skulu viðgerast innanfloks
Annars sigur løgmaður, at hóast hann er formaður javnaðarfloksins, er hann ikki partur í tingmanningini hjá flokkinum, so tað er avmarkað hvønn kunnleika, hann hevur til tað, sum fyriferst innanhýsis í tingmanningini.
Men hann heldur kortini, at tað er altíð góður skikkur at viðgerða ósemjur innanfloks og ikki alment.
John Johannesen krevur fund í flokkinum, fyri at bøta um floksdisiplinina.
Tað er altíð sømuligt, at floksfelagir hava virðing fyri hvørjum øðrum og virða sjónarmiðini hjáhvørjum øðrum.
Hann staðfestir, at tað kravdi stórt dirvi at leggja upp í arbeiðssteðgin og tí er onki undarligt, at sjónarmiðini eru ymisk.
Tað er heldur ikki ókent, at tingmanningar í einum flokki hevur ymisk sjónarmið.
Tað kemur helst fyri í øllum flokkum, uttan sjálvstýrisflokkinum, at tingmanninin kann hava ymisk sjónarmið.
Kortini heldur hann, at tað, sum hann kennir til, er javnaðarflokkurin kendur fyri at rættiliga samdur, tá ið tað kemur til politiskar avgerðir.
Annars heldur løgmaður, at sum limir í eini samgongu, mugu politikarar verða til reiðar at taka torførar og umstríddar avgerðir, tá ið ein meiriluti metir at tær tæna heildini.
Men at tingmanning javnaðarfloksins hevur ymsar áskoðanir á eitt mál um at leggja uppí eina arbeiðsósemju, er ikki ónatúrligt, tí vit hava langa siðvenju fyri at virða rættindini hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, so tað er ein ómetaliga torfør avgerð, sigur løgmaður