Úr Beijing til Havnar

Maðurin, sum íslendska uttanríkisráðið hevus sett sum sendimann í Føroyum, hevur drúgvar royndir sum diplomatur. Seinast hevur hann verið sendiharri í heimsins fólkaríkastu tjóð, Kina, við 1,3 mia. íbúgvum. Nú flytir hann til ein av heimsins minstu tjóðum

»Ein gomul kista av kamfertræ, ið minnir um Hongkong og Kina«, yrkti skaldið Hans Andreas Djurhuus fyri einum 100 árum síðani..Í dag stendur ongin kista úr kamfertræ í Fútastovu, men hann sum komandi trý árini skal hava sína dagligu gongd niðri í Gongini, hevur í fýra ár verið sendiharri Íslands í Kina.
Tað má sigast at vera tvær tjóðir av rættiliga ójavnari stødd, sum 67-ára gamli Eiður Guðnason er farin úr og nú kemur til.
Við einum fólkatali upp á 1,3 mia. er Kina meiri enn 27.000 ferðir størri enn Føroyar, ið sum kunnugt hava á leið 48.000 íbúgvar.
Eiður Guðnason hevur verið sendiharri og konsul síðani 1983, og er tí ein royndur diplomatur. Millum annað í Kanada, Noregi og síðst Kina, haðani hann kom heimaftur frá til Íslands í august í fjør.
Áðrenn hann gjørdist sendiharri, var Eiður Guðnason altingsmaður fyri Javnaðarflokkin í fimm ár.Og áðrenn hann gjørdist politikari, starvaðist hann sum fjølmiðlamaður í 14 ár.
Spurdur um hvat honum dámar at koma til Føroya, sigur Eiður Guðnason, at hann heldur tað vera eina spennandi avbjóðing, sjálvt um Føroyar er ein stórur mótsetningur í mun til Kina, sum hann í fýra ár umboðaði Ísland í.
- Enn er nakað tíðliga at siga, hvat kann koma burtur úr nýggja samstarvinum, men eg síggi tað sum mína fremstu uppgávu at dyrka og styrkja góða og gamla vinskapin, sum er ímillum londin bæði, sigur Eiður Guðnason.

Leitar eftir íbúð
Íslendski sendiharrin kom til Føroya í gjárkvøldið og verður her til hósdagin. Hesir dagarnir verða brúktir til fundarvirksemi og at fáa loyst praktiskar spurningar viðvíkjandi Fútastovu og síðst, men ikki minst at leita sær og konuni, Eygló Helgu Haraldsdóttir, eftir egnaðum húsum at búgva í.
Eiður Guðnason heldur, at møguleikarnir fyri samstarvi millum Ísland og Føroyar eru óavmarkaðir.
- Tað finnast valla nøkur øki, har vit ikki kunnu samstarva. Til dømis innan vanligan handil, ídnað, heilsu og ikki minst á mentunnarøkinum, sigur Eiður Guðnason.
Spurdur um hann hevur nakra meining um aktuella orðaskiftið um flaggingina yvir føroysku sendistovuni í Reykjavík, sigur Eiður Guðnason, at tað heldur hann seg frá at gera viðmerkingar til.
- Hetta er eitt mál, sum vit íslendingar ikki eiga at blanda okkum uppí, men tvørturímóti er ein spurningur, ið føroyingar og danir skulu loysa sínámillum.
Íslendska sendistovan í Havn letur upp 2. apríl.