Her í Føroyum hava vit havt eitt kjak, um skip skulu sleppa at landa, har tey vilja, og nú fyriliggur so ein ætlan um at hava eina internetuppboðssølu, har allar bindingar skulu burtur. Hetta eigur at vera søtur musikkur í oyrunum, hjá teimum, ið eiga skipini. Ein frí uppboðssøla, har allar bindingar eru burtur, kann tryggja, at rávøran til eina og hvørja tíð verður seld so dýrt sum møguligt. Hetta skuldi verið gott, ella hvussu?
Trupulleikin er bert, at her manglar eitt element í kjakinum. Um ein reiðari skal sleppa at fylgja egináhugamálum út í odd og egg við at selja til hvønn sum helst, bara prísurin er bestur, so eigur sami reiðari eisini at fylgja marknaðartreytum, tá talan er um at sleppa framat hesum tilfeingi, ið hann vil sleppa at selja uttan bindingar.
Vit hava eina reguleraða fiskivinnu, har tað almenna útskrivar fiskiloyvir, ið mugu metast sum eitt stórt frammihjárættindi, ið ikki verður útboðið eftir marknaðartreytum. Føroya Landsstýri, ið útskrivar hesi loyvi, hevur ikki bert skipini og manningarnar at hugsa um. Føroya Landsstýri hevur eitt heilt samfelag at hugsa um, og tí er tað ikki líkamikið, hvør fær atgongd til rávøruna at virka. Um sølan skal verða púra frí, so má fiskurin á grunnunum eisini seljast púra frítt. Hetta merkir, at kvotur eiga at verða seldar á almennum uppboði. Fríar marknaðartreytir tá reiðarí skulu selja, má eisini merkja fríar marknaðartreytir, ta somu reiðarí skulu sleppa framat tí, ið hesi reiðarí vilja sleppa at selja heilt uttan bindingar.
Tað ber ikki til, at hava søluliðið púra frítt fyri bindingum, um skipini dúva uppá ókeypis almenn frammihjárættindi. Her eiga pseudoliberalistisku tankarnir hjá pørtum av fiskivinnuni at verða justeraðir til veruleikan. Veruleikin er, at um man ynskir eina fiskivinnu púra uttan bindingar í sølu, so mugu bindingarnar eisini burtur í tilfeingisatgongdini, soleiðis at ein og hvør skal kunna bjóða uppá kvotur. Um hetta ikki verður gjørt, so kann landið, og harvið skattgjaldarin sita við sviðið soð, um t.d. rávøra í enn størri mun enn í dag fer beinleiðis av landinum.
Tað verður spennandi at síggja, um hetta er enn eitt dømi um, at partar av fiskivinnuni ynskja at sleppa at fáa marknaðartreytir, tá seljast skal, men vilja framhaldandi verjast móti kapping, tá tað kemur til rávøruatgongd. Slíkt er dupultmoralur, og eigur ikki at góðtakast.
Sosialurin