Norðoya Sambandsfelag havt aðalfund

tíðindaskriv

Umframt nevndarval varð eisini eftirmeting av fólkatingsvalinum á skránni og eisini var tosað um støðuna í fiskivinnuni



Eini 20 fólk vóru møtt til aðalfundin á Sjómansheiminum og fegnaðis formaðurin um at Norðoya Sambandsfelag seinastu trý árini hevur fleirfaldað atkvøðutalið.
? Vit fingið nýggjan býráðslim, Hans Arne Bertholdsen, sum er valdur til formann í ferðslunevndini, segði formaðurin, John William Joensen, sum samstundis takkaði Elisabeth Joensen fyri arbeiðið, sum hon hevur gjørt í býráðnum.
Samstundis vísti formaðurin á, at flokkurin nú hevur fingið landsstýrismann úr Norðoyggjum, og varð høvið samstundis nýtt til at heita á Bjørn Kalsø um at fara í holt við yvirtøknuna av tilbúgvingini, sum er av-talað í samgonguskjalinum og sum er ein stovnur, sum náttúrliga eigur at liggja í Klaksvík.
Roknskapurin hjá felag-num var merktur av at tað í seinasta árið var bæði løg-tings- og kommunuval.
Nevndarval
Fyri valið stóðu John W. Joensen, Elisabeth Joensen og Karl Olgar Joensen, umframt tiltakslimirnir, Magnus Arge og Heðin í Frammistovu.
Karl Olgar bar seg undan afturvalið og í hansara stað var Poul Martin Rasmussen valdur.
Nevndin skipaði seg eisini á fundinum við John W. Joensen sum formanni, Erikka Elttør næstformað-ur, Elisabeth Joensen skrivari, Poul Martin Rasmussen kassameistari og John Kári Jacobsen nevndarlimur. Magnus Arge og Heðin í Frammistovu eru afturvaldir sum tiltakslimir.
Fólkatingsvalið
Síðani var eftirmeting av fólkatingsvalinum á skránni.
Flokkinum var spádd eina afturgongd men fundarfólkið staðfestið at afturgongdin í Norðoyggjum ikki var eins stór og í øðrum pørtum av landinum. Í Klakvík var afturgongdin 0,5 % og tá skal havast í hugað at flokkurin hevði eina framgongd í Klaksvík upp á heili 4 % við seinasta fólkatingsval.
Fundurin tók eisini til eftirtektar úttalilsini hjá formanninum, Kaj Leo Jóhannesen, tá hesin eftir valið alment hevur játtað at hann ikki nóg væl megnaði at fáa boðskap flokksins út til tjóðina.
Fundurin metti at flokkurin eigur at fylgja formanninum í hesum, og hvør í sínum lagið takað í egnan barm og saman lyfta tær avbjóðingar, sum standa fyri framman.
- Føroyska samfelagið og serliga fiskivinnan er í eini støðu har tað er avgerandi neyðugt at vit innanflokka eins og í samgongu við aðrar flokkar megnað at standa saman og ikki broyta kós hvørja ferð trupulleikar stinga seg upp, varð staðfestingin av fundinum, har eisini støðan í fiskivinnuni og serstakliga rækjuvinnuni var havd á munni.