Føroya Styrkisamband boðar frá, at komandi leygardag verður árliga steypakappingin í styrkilyfting. Kappast verður í bonk press, deadlift og squat. Kappingin er fyri bæði royndar og óroyndar lyftarar, og leggur styrkisambandið dent á, at slík kapping skal vera við til at skapa góðan anda og felagskap.
Kappingin verður í hølunum hjá Burn uppi í Berjabrekku. Lyftararnir skulu vigast klokkan 10, og byrjar sjálv kappingin klokkan 12 og væntast at verða liðug klokkan 15.
Øll eru hjartaliga vælkomin niðan at stuðla lyftarunum, skrivar heimasíðan hjá FSS at enda.











