Økt túratalið millum Klaksvík og Havnina

Nú verður tað enn lættari at ferðast við bygdaleiðum millum Klaksvík og Tórshavn – og til og frá flogvøllinum

 

- Nú verður tað enn lættari at ferðast við bygdaleiðum millum Klaksvík og Tórshavn – og til og frá flogvøllinum.

 

Tað siga tey á Strandfaraskipum Landsins í tíðindaskrivi seinnapartin.

 

- Frá mánadegnum 1. desember verður túratalið á leið 401 økt gerandisdagar - við tveimum eyka tur/ retur-túrum. 

 

Umframt at túratalið verður økt, verður eisini beinleiðis samband millum leið 401 og leið 300, ið koyrir millum Tórshavn og flogvøllin/Sørvág.

 

Hetta fer at gera tað enn lættari at sleppa til og frá flogvøllinum við bussi - til og úr Klaksvík.

 

- Dagførda ferðaætlanin fyri leið 401 er fyribils galdandi fram til 1. mai 2026, og meira um hetta kann lesast á www.ssl.fo