Karl Heri Joensen 50 ár

Fríggjadagin 11. november fyllir Karl Heri Joenen í Klaksvík 50 ár.

Karl Heri er føddur 11. november 1955 í Klaksvík. Hann er sonur Óla Joensen, bónda, og Torgerð Joensen. Óli var sonur Karolinu og Karl í Norðurstovu í Gerðum, og Torgerð er ættað við Kirkjar í Miðvági, dóttir til Karin og Heina Haraldsen (hjá Klæminti).

Karl Heri er uppvaksin í Gerðum, har hann búði saman við foreldrum og systrum sínum, (Maria, gift til Viðareiðis, og Karin, sum býr á Gravarbø). Í 1968 flutti familian út á Gravarbø, har foreldrini høvdu bygt sethús og fjós fyri at kunna víðka um bóndaskapin. Karl Heri fór í skúla í 1962, fekk realprógv 1972, fór síðan í skrivstovulæru hjá Klaksvíkar Kommunu, í hølunum har musikkskúlin er í dag, har hann var í mong ár og arbeiddi saman við millum øðrum Robert Joensen, Mourits á Dalinum og Sámal hjá Barbu og mongum øðrum.

Karl Heri giftist í 1977 við Káru við Garð. Kára er dóttir til Sannu og John við Garð. Tey eiga tvey børn, Karina, fødd í 1977, og Tummas, føddur í 1981, og eiga tey eisini ein abba og ommuson, sum er 2 ára gamal og eitur Heri.

Í 1989 festi Karl Heri garðin eftir faðir sín, hetta er ein 8 marka garður.
Í 1985 flutti familian til Esbjerg, har hann fór at læra til gartnara og hon til køksassistent. Tey komu aftur í 1988, tá tey byrja handilin Summardáin, sum dóttirin Karina seinri yvirtók.

Jú, ein kann siga, at Karl Heri hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hann hevur verið í komunal politikki í mong ár, og sat eitt tíðarskeið í landsstýrinum fyri sjálvsstýrisflokkin, har hann hevði samferðsluna um hendi.

At hann er fittur í hondunum er eingin loyna, tað síggja vit ímillum annað við rundkoyringina í miðbýnum, har hann og aðrir hava gjørt eitt flott arbeiði við gróti.

Karl Heri er altíð í gongd við eitt ella annað, so sum fjøllini, hoygging, eplini, seyðin, fletting, og nú hava hann og systirsynirnir fingið sær ein tarvskálv, sum dúgliga verður vitjaður saman við abbasoninum Hera, sum er teimum ein sannur dýrgripur. Væl liggur eisini fyri at syngja og kvøða.

Vit vilja við hesi heilsu ynskja Karl Hera hjartaliga tillukku á 50 ára degnum 11. november og konuni Káru við sínum degi 14. november.
Góðan túr og takk fyri alt tit eru fyri okkum.

V.Í.F.