Eftirlitið skal herðast

Kappingarnevndin revsaði TB við bót, tí felagið ikki hevur uppfylt trygdarreglurnar til dómarar. Men framyvir verður eftirlitið við regluni hert, og longu nú hava feløgini fingið boð um at stramma upp

Dómaratrygd

»Fleiri ferðir er tað so, at trygdarkrøvini verða fylgd undan dystinum - soleiðis at trygdarumboð er til staðar, tá dómarin kemur v.m. - og tí setir dómarin dystin í gongd. Men tá dysturin so er lokin, og dómarin skal fylgjast av vøllinum, er eingin at fylgja teimum út.«
Soleiðis stóð at lesa í mikudagsútgávu okkara, tá vit umrøddu hendingina, har dómarin varð mest sum álopin av óðum áskoðarum eftir dystin millum TB og B36 seinasta sunnudag.
Kappingarstjórin viðgekk eisini, at teir fleiri ferðir hava fingið frágreiðing frá dómarum um hesi viðurskifti, og fleiri ferðir hevur FSF eisini átalað feløgini fyri hetta. Skal metast eftir hendingini á Tvøroyri, so hava hesar átalurnar tó ikki verið nóg mikið, og dómurin við tilhoyrandi niðurstøðum ber eisini greið boð um, at tað av álvara verður strammað upp á økinum.

Broytingar longu sunnudagin
Niðurstøðan hjá kappingarnevndini á fundinum mikudagin var, at TB skal hava eina bót á 10.000 kr. fyri tilburðin eftir dystin. Hetta er ein revsing, sum svara til hana, sum KÍ fekk í 2001, tá ein linjuverji varð sligin av áskoðara.
Hóast hendingarnar sum so eru meinlíkar, so er tó ein avgerandi munur, um støða skal takast til revsingina. Trygdarreglurnar viðvíkjandi dómarum komu nevnliga sum ein avleiðing av tilburðinum í Klaksvík. Tí hevði KÍ sum so ikki nøkur formlig trygdarkrøv at halda seg til. Tað høvdu tvøramenn sunnudagin, og tí vóru fleiri, sum roknaðu við, at Kappingarnevndin fór at gera nýtslu av revsimøguleikanum at frátaka felagnum heimavøll í ein ella fleiri dystir.
Hinvegin hevur tað verið so sum so í uppfylgingini av trygdarreglunum, og spurdur beinleiðis um hetta, ásannar formaðurin í Kappingarnevndini, Bjarki Mohr, eisini, at dómurin skal síggjast í ljósinum av hesum.
- Tað kanst tú gott siga. Og í øllum førum ætla vit nú at gera greitt, at reglurnar skulu haldast.
Vil tað siga, at talan verður um meira enn bara eina átalu, um dómarin hevur nakað at finnast at í so máta.
- Tað verður tað helst. Feløgini skulu hava púrasta greitt at vita, at tað verður tolererað, tá reglurnar ikki verða hildnar, so talan verður heilt víst um eina uppstramman. Hartil verður tað longu frá komandi vikuskifti kravt, at trygdarumboðini hjá feløgunum skulu vera í eyðkennisbúnum, soleiðis at tað er lættari hjá bæði dómarum og øðrum at síggja, hvørja funktión tey hava, staðfestir Bjarki Mohr at enda.