- Er Jesus til?

Eftir taluna verður orðið givið frítt. Hesa løtuna hevur ein og hvør møguleika at bera fram ein persónligan vitnisburð – út frá tí sum talarin hevur borið fram ella hvat nú einaferð liggur fólki á hjarta.

Nógv ung fólk eru á møtinum og tey smæðast ikki burtur við at avleggja ein vitnisburð, sum tað vanliga verður nevnt.
Triði maðurin at bera ein vitnisburð fram er enn ein ungur maður. Hann stendur í læru til eitt handverk, og har práta tey ofta um ymisk viðurskifti, eisini andalig.
- Ein dagin spurdi ein starvsfelagi meg, um Jesus altso var til? Hann hevði ilt við at trúgva tí. Men eg hevði eitt sindur ilt við at greiða honum frá tí beint tá, hóast eg sjálvur veit at hann er til og at hann er mín.
- Tá var tað so gott at útvarpið stóð frá júst hesa løtuna. Beint aftaná spældu teir nevniliga sangin “Jesus navnið aldri bliknar”. Hesin sangurin var líkasum svarið uppá tann spurningin, segði hesin ungi maðurin.

Leiðin fram
Eftir henda unga mannin komu fleiri vitnisburðir frá ungdómi og meiri tilkomnum fólki. Felagsnevnari fyri allar hesar var spurningurin um tað at fylgja Jesusi og hvat tað kostaði tí einstaka.
Tað er helst so sum ein teirra tók til: - Eingin okkara kemur til Himmals bara við at fylgjast við teimum sum ganga á møti. Vit mugu sjálvi taka eina avgerð. Vit mugu sjálvi trúgva á Jesus.
Klokkan er nú farin av hálvgum tíggju og møtileiðarin rundar møtið av við einum góðum orði at enda. Ætlanin var enda møtið við sálminum: “Eg fátækur snúgvi mær faðir”.
Men tann ungi maðurin, sum fyrstur vitnaði, hevur biðið hann um at syngja ein heilt annan sang: “Eg vil fylgjast við tær, kæri frelsari mín, tín er leiðin, sum ganga eg vil!”
Betri kundi møtið neyvan endað!



Skráin fyri restina av vikuni
Missiónsvikan byrjaði sunnukvøldið og heldur fram alla hesa vikuna kl. 20 við hesi skrá:
·Mikudagur
Talari: Ámund Berthelsen
Sangur: Meinigheitskórið í Havn
·Hósdagur
Talari: Pól Johannesen
Sangur: Ungdómskórið í Havn
·Fríggjadagur
Talari: Bjartur F. Johannesen
Sangur: Hanna og Erla
·Leygardagur
Kl. 10: Bíbliutími við Hera Kjærbo: Missiónin, perspektivið í trimum teimum fyrstu evangeli’unum
Møti kl. 20: Talari: Reimund Langgaard
Sangur: Ungdómskórið í Vágunum
·Sunnudagur
Kl. 14 familjumøti. Sangur: Gentukórið í Meinigheitshúsinum
Kl. 18 møti: Talari: Vagn Foldbo
Sangur: Glyvrakórið




Skráin fyri møtið
Møtið í gjárkvøldið var ikki so nógv øðrvísi enn hini møtini í missiónsvikuni. Tó vóru rættiliga nógvir persónligir vitnisburðir frá fólki.
Skráin var annars henda:
Bønarmøti
Byrjunarsangur
Orð til inngang
Kunngerðir
Sangbólkur
Felagssangur
Tala
Felagssangur
Vitnisburðir
Sangbólkur
Orð at enda
Felagssangur
Kaffi og hugnalig samvera